Lærarar bjarga føroyska dansinum

Deil

 

Tann 21. aprí 2007l skipaði Klaksvíkar Dansifelag fyri barnadansistevnu.
Knapt 300 luttakarar vóru á stevnuni, sum var sera væleydnað.
 

Skálin kókaði. Runt alt dansigólvið sóust børn, í øllum aldri,
spenna seg út. Tey kvóðu so hjartaliga og av fullum huga. Fyri tey, sum
stóðu og hugdu at, var hetta sera hugtakandi og tankin um at føroyski
dansurin er við at doyggja út, var fjarur hesa løtuna.
 
Fleiri vaksin vóru við børnunum herímillum nakrir skúlalærarar.
Spurdi ein nærri fekst at vita, at í størsta parti av landinum vóru
fólkaskúlalærararnir drívmegin innan barnadansin. Í Sumba, í Vágum, á
Argjum, í Eysturoynni og í Norðoyggjum, vóru tað lærarar, saman við
øðrum, sum hildu og mentu dansin.
 
Tað er altíð ringt at meta um, men tað er ikki ov nógv sagt, at
luttakaratalið hevði fallið niður um eina helvt uttan hjálp frá
lærararunum.
 
Afturlítandi kann ein bert staðfesta, hvussu týdningarmikið tað
var, at fáa dansin inn um skúlagátt. Tí tað er innan skúlagátt at
børninin verða kunnug við føroysku kvæðamentanina. Men eins
týdningarmiki er tað, at dansurin verður stuðlaður sum frítíðarítriv. Tí
innan skúlagátt verður hann aldri livandi. Har er dansurin ein partur
av undirvísingini og á tann hátt ikki eitt frítt val og ein livandi
mentan. Tí er tað somuleiðis týdningarmiki, at dansifeløgini runt landi
loyva børnunum at dansa, og at karmarnir um dansin eru góðir.
 
Tað var ein son frøði at síggja lærararnar millum børnini. Mær
rann til hugs, at læraraskúlin má hava gjørt eitt megnar arbeiðið innan
menturnar økið. Menn sum Jefrei Hendriksen og Àrni Dahl og aðrir við
hava verðuliga megna at kveikt ein loga innan dansin. Jefrei er farin
frá og Árni eldist. Hvussu stendir til við dansinum á Læraraskúlanum í
dag, kundi ein hóskandi spurt.
 
Sum skilst sær tað tíverri dapurt út. Dansifelagið á
Læraraskúlanum Grani stendur múlabundin. Tað er ikki virki. Ei heldur
hoyrist nakað til at áður nevndu menturnarmenn, hava megnað at sett
aðrar við.
 
Sláið Ring hevur í vetur roynt at set seg í samband við
lærararskúlan við tí fyri eyga, at stuðla dansinum á læraraskúlanum, men
læraraskúlin hevur higartil ikki latið frætt frá sær.
 
Áhugavert er at spyrja hví so er. Vónandi lesur/a avvarandi
læraraskúlanum hetta og kunnu koma við eini frágreiðing, um hvørja støðu
føroyski dansurin hevur innan læraraskúlagátt og hvørjar ætlarninar
eru, tí sum sagt lærararnir eru við til at halda og varveita føroyska
dansin, størsta mentnararav føroyinga.
Onnur tíðindi