Landsdansistevnan 2019

Deil

Nú er landsdansistevnan 2019 – 13. í røðini – farin afturum, og vit, sum dansa føroyskan dans, hava fingið eina góða dansinátt afturat. Hesaferð var stevnan á Eiði, har dansifelagið á Látrinum og Norðstreymoyar dansifelag skipaðu fyri í felag. Av tí at veðrið var ivasamt, varð avgjørt frammaundan at seta stevnuna inni í ítróttarhøllini.

Sjúrður Ferjá – gjáarmaður í Streymnesi – kom væl frá at seta stevnuna. Tíbetur hevur hann varðveitt gjáarmálið. Hann treiv í ørindir úr m.a. Sjúrðarkvæðunum, fortaldi um dans við Gjógv, tá hann vaks upp og um dans í sjónleikarhúsinum, tá hann gekk í skúla í Havn, har hann fann sína dvørgamoy, eins og Sjúrður í ”Dvørgamoy I”, sum var fyrsta kvæðið, vit kvóðu á hesari landsdansistevnuni.

Fyri nógvum árum síðani hevði Jógvan Arge eina samrøðu við Hans Jacob Joensen, bisp, sum eisini var frá Gjógv. M.a. spurdi Jógvan, um tað var synd at dansa. Nei, svaraði Hans Jacob: ”Dansurin hoyrir til tær glaðu løturnar í lívinum, – teimum tungu er altíð nóg mikið av. Tey gomlu við Gjógv, sum er jólabygd, fóru ikki í dans annað jólakvøld fyri at reita Gud.”

Døgurðin var skipaður sum sjálvtøka. Fyrstu ferð, vit royndu tað á eini landsdansistevnu var, tá Eysturoyar dansifelag skipaði fyri í 2013. Umstøðurnar í ítróttarhøllini í Runavík gjørdu, at onki annað bar til. Onkur hevði hug til at finnast at hesum, men tað er nógv betri, tí tað styttir munandi um borðhaldið.

Sangurin gekk væl sum altíð, tá nógv fólk, sum duga at syngja og eisini nógv uttanat, koma saman. Eg beit merki í, at yrkjararnir til 4 sangir vóru við á stevnuni. Edvard í Skorðini átti tveir, Regin Eikhólm ein og Rasmus Joensen ein. Tað uppliva vit ikki so ofta.

Vit hava ofta tosað um, at tað er ikki meining í, at umboð fyri øll feløgini reisa seg upp fyri bara at siga takk og handa ein brævbjálva. Og endilga gjørdu fyrireikararnir meir enn bara at snakka. So hesaferð var avgjørt frammanundan, hvørji skuldu halda røðu á stevnuni – eftir mínum tykki ein sera skilagóð avgerð, tí fyri fleiri er tað ein plága at skulla siga nakað í fólkarúgvu. Hetta ger tað eisini stórt sæð óneyðugt at hava borðstjóra.

Gunnar Restorff formaður í Sláið Ring, ið eftir mínum tykki var sjálvskrivaður, Jónvør Petersen úr Bø, sum var við til at taka stig til fyrstu landsdansistevnuna, Sigrun Poulsen úr Sumba og Jóanes Johannesen úr Dali vóru biðin at halda røðu.

Gunnar samanlíknaði Føroyar og Hawai’i, har hann hevur búð eitt skifti saman við dóttir síni. Hann segði, at har hava tey ikki megnað at varðveitt nakað av máli ella mentan hjá upprunafólkinum. Vit eiga framvegis hetta, sum ger okkum til serstaka tjóð, og tað er kvæðunum fyri at takka.

Jónvør var biðin um at siga frá fyrstu landsdansistevnuni, sum var hildin vesturi í Vágum í septembur 1983. Tey máttu hýsa øllum gestunum, tí hetta er langt áðrenn Vágatunnilin kom. Hugskotið til at hava landsdansistevnu her í Føroyum fingu tey í Vága dansifelag á eini dansistevnu í Skotlandi, har feløg úr nógvum londum vóru komin saman.

Sigrun tosaði um støðuna hjá Sumbiar dansifelag, sum er ein natúrligur partur av øllum felags tiltøkum í bygdini. Hetta er møguligt í einari bygd við so sterkum kvæðaarvi, sum tey eiga har suðuri til at varveita fyri komandi ættarlið. Í økjum við fleiri bygdum – t.d. í Eysturoynni og Norðstreymi, har fólkið er nógv meira blandað – ber hetta illa til.

Jóanes tosaði um eina serliga kvæðauppskrift uppá Jómsvíkingar, sum eg ikki visti var til.

Dansihølið var heldur lítið til so nógv fólk, serliga fyrstu løtuna. Men sum altíð má man halda seg til tær umstøður, sum eru. Inni í ítróttarhøllini hevði dansurin verið órógvaður av práti, og høvdu vit dansað í gomlu fimleikarhøllini í skúlanum, sum er gjørd til mentanarhøll – ið var upprunaliga ætlanin – so høvdu vit gingið úti og tað hevði blivið tøssut inni orsaka av veðrinum.

Tað er stórarbeiði at skipa fyri tílíkari stevnu. Tað vita helst bara tey, sum hava gjørt tað. Tað eg veit, hava tey, sum hava skipað fyri stevnunum higartil, eisini brúkt nógva orku uppá at søkja um fíggjarligan stuðul frá kommunum og fyritøkum fyri at tað skal vera so bíligt, sum gjørligt fyri tey sum eru við. Er tað rímuligt at krevja tað omaná fyrireikingina av sjálvari stevnuni? Tað haldi eg, at vit skullu viðgera á aðalfundi hjá Sláið Ring.

Landsdansistevna hevur verið triðja hvørt ár síðani 1983. Nú hava vit 2019 og sostatt skuldi landsdansistevna verið aftur í 2022. Men av tí at Havleikur verður hetta árið, er avgjørt at hava landsdansistevnu í mai 2021, tá Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn skipa fyri í høvuðsstaðnum.

Fyri Sláið Ring,
Kathrina Hansen

Onnur tíðindi