Í sambandi við at Vága dansifelag, vegna Sláið Ring, skipar fyri landsdansistevnuni 2024 vilja vit fegin bjóða øllum dansifeløgunum og dansiáhugaðum til stevnuna.
Stevnan verður í ítróttahøllini á Giljanesi tann 11. mai 2024.
Luttøkugjaldið er 300 kr. fyri hvønn, men ung undir 30 ár, sum hava goldið limagjald til Ung í dansi, gjalda 100 kr.
Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 26. apríl 2024. Tilmeldingarnar fara fram hjá dansifeløgunum hvør sær, og síðani melda dansifeløgini til við telduposti til vagadansifelag@ymail.com, og gjaldið fyri luttøku flyta dansifeløgini samlað inn á konto hjá fyriskiparunum.
Íroknað luttøkugjaldið er: Matskrá við trimum rættum, eitt glas av onkrum drekkandi og durasnapsur. Skonkt verður sjálvandi undir borðhaldinum. Barr verður á staðnum, so møguligt verður at keypa drykkivørur fyri sámuligan prís. Náttmatur er eisini íroknaður.
Skráin fyri dagin er hendan:
- 15.00 – Stevnan verður sett á Giljanesi
 - 15.30 – Framførslur byrja. Raðfylgjan er:
- Dansifelagið á Látrinum
 - Jómsvíkingar og Tvøroyrar dansifelag
 - Ung í dansi
 - Norðurstreymoyar dansifelag
 - Vága dansifelag skipar Hin føroyska dansin – Øll dansa saman, leinki til tekst
 - Klaksvíkar dansifelag
 - Leikum fagurt
 - Stígum fast
 - Sumbiar dansifelag
 
 - 18.00 – Borðhaldið byrjar. Eftir borðhaldið kvøða vit:
- Sniálvs tátt – Eysturoyar dansidelag skipar, leinki til tekst
 - Grettis kvæði – Dansifelagið í Havn skipar, leinki til tekst
 - Gøtuskeggjar – Tøkum lætt skipar, leinki til tekst
 - Orðið er frítt
 
 - 01.00 – Náttmatur
 
Er okkurt at spyrja um, ella er okkurt tit ivast í eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Vegna Vága dansifelag
Anna Sunadóttir Hansen