Matgleði, kabarett og føroyskur dansur

Deil

  

Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu, tann 30.
mai, skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri einum áhugaverdum hugnakvøldi. Á skránni
verður sera góður matur við ráðvørum úr Norðoyggjum, framúr skemt við kabarettini
“Luktur í smakkinum” og føroyskur dansur.

Kvøldið byrjar í Skálanum klokkan 18.00
við borðhaldi. Fyri matinum stendur sjónvarpskokkurin Gutti Winther, ið megnar
at fáa spennandi forkunnugar rættir burtur úr føroyskum ráðvørum. Gutti fer at
borðreiða við trimum rættum. Forrætturin verður saltfiskur, meðan høvuðsrætturin
verður lambskjøt. Báðir rættirnir verða krydraðir við heimligum summargrønum
urtum. Oman á verður borðreitt við rabarbum, har havhestaegg og vanilla gera dessertina
til nakað heilt serligt. Afturvið matinum verða spennandi drykkjuvørur frá Føroya
Bjór. Drykkjuvørurnar eru útvaldar, við tí fyri eyga, at geva gestunum eina
framúr heildaruppliving, har matur og drekka arbeiða hond í hond, gómanum at
frama. Góðir veitslusangir og harmonikutónar verða partur av  borðhaldinum.

Klokkan 21.00 verður farið til
hallarkabarettina “ Luktur í Smakkinum”. Hallarkabarettin er í Badmintonhøllini,
ið liggur 20 metrar frá Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag hevur bílagt pláss til
gestirnar, so ikki verður neyðugt at skunda sær frá borðinum.

Hallarkabarettin hevur, á hvørjum ári, verið
sera væl frágingin, og í ár sigst ikki verða nakað undantak. Tað eru kend fólk,
sum fara á pallin hetta kvøldið. Úr rúgvuni kunnu nevnast  Jákup Veyhe, Rudolf Joensen, Hilmar Jan og
Jákup Bernhard Brim. Tónleikin til kabarettina spæla Showmenn, ið er mannað av James Olsen, Jens Marni Hansen, Kim Hansen og Jóhannus
á Rógvu Joensen
.

Eftir kabarettina kl.
23.00 verður almennur føroyskur dansur í Skálanum, og hava tey, sum melda seg
til tiltakið, ókeypis atgongd. Annars eru allir Norðoyarstevnugestir vælkomnir
í føroyskan dans í Skálanum hetta kvøldið.

Tiltakið kostar 550 kr.
Tilmelding fer fram hjá 

Jónleifi Johannesen, 

teldupost : jonleif.johannesen@skulin.fo  

tlf: 235766.

Við Norðoyarstevnukvøðu

Klaksvíkar Dansifelag

 

Onnur tíðindi