Nærmast er Himni ein góð dansinátt……….

Deil

 

Leygardagin  21. maj skipaði Klaksvíkar dansifelag fyri
landsdansistevnu – nr. 12 í røðini. Hetta er aðru ferð, at stevnan er í
Klaksvík – fyrru ferð var í 1998.

Tað viðraði
av tí allarbesta. Millum kl. 16.00 og 16.30 seinnapartin steðgaðu fleiri stórir
bussar fullir av  glaðum dansifólki í
føroyskum klæðum  í miðbýnum í Klaksvík,
tí stevnan skuldi setast kl. 16.30 í 
Vágstúni. Bjørn Kalsø, sum er fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum,
sett i stevnuna við sera góðari røðu.

Tá stevnan
var sett, fóru øll hesi uml. 400 fólkini í skrúðgongu til borðhald í
badmintonhøllini – Heini Mohr, formaður í Klaksvíkar dansifelag gekk fremstur
við Merkinum. Onga aðrastaðni í landinum eru umstøðurnar so góðar til slíkt,
sum í Klaksvík, tí allir stórir bygningar liggja tætt saman í miðbýnum, so tað
er skjótt at ganga ímillum hølini. Tí ivist eg ikki í, at norðurlendska
barnadansistevnan “Barnlek”, sum verður í Klaksvík í juli 2017,  er løgd á rætta stað. Tá koma  væntandi eini 700 fólk higar frá hinum
norðanlondunum.  Vit ótu í
badmintonhøllini og dansaðu í Skálanum, sum Klaksvíkar dansifelag eigur.

Maturin frá
mastovuni “Viljin” á Húsum smakkaði sera væl. Høvuðsrætturin varð settur á
sjálvtøkuborð. Tað royndu vit  fyrstu
ferð á landsdansistevnuni í Runavík í maj 2013. Tað styttir munandi um
borðhaldi, sum kanska bleiv nakað drúgt hesaferð – hesum eiga vit at læra av
til næstu landsdansistevnu.

Feðgarnir úr
Dali vóru óførir – Jóanes, sum bleiv 65 ár henda sama dag,  man vera glaðasti harmonikuspælari í verðini
og so skipaði hann eisini Finnbogarímu fyri dansifeløgini Stígum Fast og Leikum
Fagurt. Deiligt kvæði og deiligt lag. Sonurin Jónleif stýrdi borðhaldinum við
hepnari hond, og hevur eisini yrkt frálíka sangin, sum vit fingu á leysum blað
undir borðhaldinum. Yvirskriftin á greinini er úr hesum sangi.

Eg og fleiri
við mær vóru ivasom, tá vit sóu kvæðaskránna og hildu tað vera møtimikið við
fleiri longum – eisini heilt ókendum – kvæðum. Men væl gekk. Og sum Heini Mohr eisini
segði , “ nær skulu vit annars kvøða tey?” Tað er ein heiður, at verða biðin at
skipa til eina landsdansistevnu. Vit í Eysturoyar dansifelag prógvaðu
saman  við Tøkum Lætt, at tað ber væl
til, at tvey feløg taka eitt langt kvæði í felag  – eisini við tveimum skiparum, sum brúka  hvør sítt lag. Uppskotið hjá Hendrikki Egholm,
sum er formaður hjá Leikum Fagurt á Sandi, um at lata feløgini skiftast at
kvøða aðruhvørja stevnu, er eisini vert at hugsa um til næstu ferð. Velja vit
tað, verður planlagda kvøðingin minkað niður í helvt, og so kundi dansurin
hildið fram, sum vanligt – tað hevði verið stuttligt at roynt  tað á eini landsdansistevnu. Væl vita vit, at
tey, sum læra seg forkunnug, long kvæðir, hava brúkt eitt ótal av tímum til at
terpa, frá tí at tey byrjaðu at læra seg og til tey hætta sær at skipa. Sjálvandi
mugu tey sleppa at kvøða hesi kvæðini onkuntíð – tað skylda vit teimum. Annars
endar tað við, at vit bara kvøða nøkur fá kvæðir uppí saman  – tað verður turrisligt eftir mínum tykki. Eg
haldi eisini, at vit heilt tilvitað skulu hava nakrar danskar vísur til
landsdansistevnu. Hesaferð kvóðu vit bara Hafburd Konge.

Kann ikki
lata vera við at nevna  Andreu Opielka,
sum hevur skrivað bók um føroysku dansispølini. Hon kemur so fegin á stevnu við
Fótatraðk. Ótrúligt, at ein útlendingur kann blíva so bitin av føroyskum dansi,
og hon kvøður eisini dúgliga við.

Til líknandi
tiltøk við so nógvum fólki eru altíð nakrir 
duravørar/vaktir – tað hava vit ikki í føroyskum dansi og tað er heldur
ikki neyðugt. Tað kunnu vit gott loyva okkum at vera errin av.

Enn vita vit
ikki, hvar landsdansistevnan verður í 2019. Tað fara vit umrøða á komandi
aðalfundi.

 

Norðskáli,
juni 2016 – Kathrina

Onnur tíðindi