Brot úr grein í Dimmalætting:
Kvæðamentanin
vantaði
Landsstýrismaðurin
við mentamálum vildi ynskt, at vit frá føroyskari síðu kundu havt meiri ávirkan
á, hvørji føroysk mentanartiltøk komu við á “Nordic Cool”.
– Men har
høvdu vit einki at skula havt sagt, sigur hann.-
Tey trý umboðini
fyri tiltakið, sum vitjaðu í Føroyum í fjør summar, Alicia B. Adams,
varaforseti, Gilda Almeida, stjóri, og franski nevndarlimurin Adrien Gardère,
avgjørdu hetta einsamøll.
Millum
konsertirnar, sum vóru upplatingardagin, var Bjørn Kalsø og lurtaði eftir tí
einu. Tað var tann við tí svenska Kongaliga Philharmoniska Orkestrinum í
Stockhólmi við Sakari Oramo sum orkesturleiðara. Solosangarinnan á hesi
konsert var danska sopransongkvinnan Inger Dam-Jensen.
Undir einum
stórum galladøgverða, sum var hildin fyrsta kvøldið, var ymiskt norðurlendskt
undirhald av mentanarligu slag. M.a. joykaðu nakrir samar.
Í einum slíkum
samanhangi hevði verið stuttligt, um ein lítil dansibólkum við góðum kvøðarum
hevði sloppið at sýnt gestunum ein føroyskan elligamlan mentanarbrellbita, sum
vit hava varðveitt gjøgnum øldir.
– Tað má bíða
til eina aðru ferð, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum.
– Tað
týdningarmesta fyri okkara viðkomandi var at sleppa at vera ein partur í eini
størri heild, og so mugu vit taka tað harfrá, heldur hann.