Nordlek stevnan verður hildin í Viborg í Jyllandi næsta summar.
Um nóg stórur áhugi er, verður skipað fyri felags ferð til stevnuna.
Vit hava buss við okkum úr Føroyum, og pláss er fyri 40 fólkum.
Aftan á stevnuna fara vit ein busstúr suðureftir at vitja søgulig støð.
Vit fara við Norrønu úr Føroyum sunnudagin 12. juli kl. 23.30 og vera í Hirtshals týsdagin 14. juli kl. 09.30 og koma heim aftur úr Hirtshals týsdagin 21. juli kl. 11.30 og vera á Havnini mikudagin 22. juli kl. 17.30.
Á stevnuni er skúlagisting, men vit hava eisini tryggjað okkum pláss á gistingarhúsi til teirra, sum heldur vilja hava eina song at sova í.
Á túrinum aftan á stevnuna gista vit á vallaraheimum.
Fyri at tryggja okkum umbidnu plássini við Norrønu og á gistingarhúsunum er neyðugt at siga frá og tekna seg skjótast.
Bindandi tekning verður gjørd við at flyta 1500 kr á konto 9181 1310676 í seinasta lagi 15. januar 2015
Nærri kunning fæst við at venda sær til Trygva Samuelsen ella Mariu Kristiansdóttir.
trygvi.samuelsen@skulin.fo ella tlf. 228624 – 281468