Á Nordlek í Viborg
2015
Sunnukvøldið 12. juli kl. 20.00 komu 25 glað fólk í bussin hjá
Gundur Johannesen við badmintonhøllina í Gundadali. Hesi skuldu umboða okkara
kæra Føroyaland á Nordlek í Viborg. Vit fóru av Havnini við Norrønu uml.
midnátt. Eg ivist ikki í, at vit øll eru
fegin um, at Norrøna siglur undir Merkinum. Men mær dámar lítið, at betala
nógvar pengar fyri kalt vatn úr Toscana afturvið mati umborð. Í Føroyum og á
føroyskum kjøli eigur kalt vatn at vera ókeypis eftir mínum tykki. Norrøna legði
at í Hirtshals til ásetta tíð týsmorgunin 14. Juli, og vit koyrdu beina leið
til Viborg, har Trúgvi og Maria stóðu fyri okkum. Vit lótu okkum í føroysk
klæðir í skundi fyri at koma rættstundis til setanina kl.15.30. Vakurt at
koma til miðbýin í Viborg, har Dannebrog
var vundið á stong í fleiri gøtum. Fyri 4 árum síðani var Eysturoyar dansifelag
á dansiferð í Stockholm – eisini við Norrønu til Hirtshals. Góð minnir komu
fram í huganum, tá eg sá “restaurant Lilleheden” , har vit høvdu veitslu
kvøldið fyri, sum vit sigldu heimaftur ta ferðina.
Veðrið var gott alla tíðina – passaliga heitt til føroysk
klæðir – og bara okkurt hendinga æl.
Vit búðu væl – høvdu innivist í tveimum húsum, sum sami maður
átti. Nøkur búðu høgliga mitt í býnum – bert 10.min at ganga til stevnuøkið – og hini eitt sindur
longri burturi. Húsini í miðbýnum “Klosterpensionen” høvdu verið nýtt til eitt
slag av mødrehjælp. Hvønn morgum serveraðu tvær blíðar konur okkum eina
búrmáltíð til morgunmatar við dúki og
kongiligum porcelenið – mågestelli – á borðinum. Hugsaði við mær sjálvari, at
nú høvdu verið glómur í Hyacint.
Dómkirkjan í Viborg bleiv vígd 10.septembur 1876 – fleiri
kirkjur hava verið frammanundan, men eru farnar fyri onki av eldi. Kirkjan er
ótrúliga vøkur innan. Kunstmálarin Joakim Skovgaard og hansara hjálparfólk
prýddu hana við frescomálningum frá 1901-1906 við hendingum úr Gamla- og Nýggja
testamenti – bíbilsøgan bleiv uppfrískað øll sum hon var. Ein av hesum
málningum er meinlíkur við altartalvuna í Christianskirkjuni í Klaksvík, sum
sami maður hevur málað. Haldi, at tey flestu av okkum, tóku sær tíð til at fara
inn í kirkjuna.
Vit høvdu framsýning tríggjar ferðir, har vit dansaðu
programmið, sum vit høvdu vant heimanifrá. Umframt tað, dansðu vit bæði um
morgunin saman við børnum og eisini seinnapartar saman við vaksnum fólki úr
hinum londunum, sum vóru komin til Nordlek. Hvørt kvøld kvóðu vit
“Bøhmerlandsdrotningina”, sum vit høvdu valt til okkara samdans í Ulrik
Wilbech’s lounge. Tey høvdu skrúva plátur niður á gólvteppið, fyri at tað skuldi rigga til
føroyskan dans. Nógv fólk frá hinum londunum komu hvørt kvøld at dansa saman
við okkum í uml. 1 tíma, og umframt Bøhmerlandsdrotningina kvóðu vit fyri tað nógva stuttar vísur, sum
hini kenna. Vit høvdu so nógv at gera við at dansa á stevnuni, at vit lítið og
onki fingu tíð til at dansa saman við hinum londunum. Dansifelagið “ Vi kan”
var eisini við á stevnuni. Hesi eru menningartarnaði, sum dansa við eftir
førimuni og hava framsýning sum hini. Helst eisini glaðari enn vit, sum onki
feila. Stevnan var væl fyriskipað og
góð, men strævin. Eg saknaði at tjóðsangirnir ongantíð blivu sungnir – tað
skuldi verið sjálvsagt á slíkari stevnu. Stuttlig hjá okkum, sum hava verið
nakrar ferðir á Nordlek, at hitta fólk úr hinum londunum aftur. Eg tosaði m.a. eisini
við nakrar norðmenn úr felagnum “Rakne”,
sum vitjaði Eysturoyar dansifelag í fjør.
Umframt allan dansin vóru eisini fleiri áhugaverdar útferðir
á skránni – bæði meðan stevnan vardi og eisini aftaná. Hósdagin gjørdu vit útferð til kálknámini í Mønsted og til
Finderup Løðu, har Erik Glipping, sum var abbasonur Valdermar Sejr, bleiv
dripin. Í kálknámunum eru uml. 60 km av gongdum í ymsar ættir. Inni í náminum
sóu vit ein stuttfilm um jarðfrøðiliga upprunan av kálki. Her var
framleiðsla til einaferð mitt í fimtiárunum. Nú verður námið brúkt sum ferðamál
og til koncertir, men umframt tað brúkar fyritøkan “Arla” námið til búning av
ostum, tí hitin og vætan í luftini eru støðug inni í náminum. Eisini hevur
størsti flokkur av flogmúsum í Norðureuropa
vetursetu í náminum.
Fríggjadagin 17.juli fóru vit útferð til Ørslev kirkju, har
Magnus Heinason bleiv grivin fyri aðru ferð í nov. 1590, smá 2 ár aftaná at
hann var hálshøgdur á Gamlatorgi í Keypmannahavn tann 18.januar 1589. Presturin, sum kom at lata
okkum upp, kendi David Johannesen í Vágum frá lestrartíðini og bað okkum heilsa
honum. Vit sungu “Boðar tú til allar
tjóðir” og “Harra Gud títt dýra navn og æra” á donskum, men við føroyskum lag.
Meðan vit koyrdu legði eg merki til, at ein vegur í Hirtshals
eitur “Tordenskjoldsvej” og ein í Viborg “Mark Stig’s vej”.
Tá stevnan var liðug, fóru vit ein túr til suðurjútlands. Á
vegnum steðgaðu vit á fyri at síggja rúnarsteinarnar í Jelling. Teir báðir
steinarnir eru reistir í 900-talinum til minnis um Gorm tann Gamla og konu
hansara Thyru drotning. Vit vitjaðu eina
víkingamiðstøð tætt við Ribe og Dybbøl
mølle – hvørt áhugaverdari enn annað. Myllan, sum nú er í Dybbøl, er frá 1935.
Men tað var ein heilt serlig løta, tá vit kvóðu “ Dronning Dagmar ligger i Ribe
sjug” undir standmyndini av henni á ruinunum á Riberhúsi. Vit gistu á
vallaraheimið í Sønderborg á Als.
Seinastu náttina á flatlondum gistu vit á vallaraheimið í
Løkken. Nøkur úr hópinum blivu eftir í Danmark at vitja skyldfólk og vit vóru
aftur í Føroyum seinnapartin mikudagin 22.juli.
Kathrina Hansen, Eysturoyar Dansifelag.