Norðurlandahúsið 40 ár

Deil

De dansede ud, og de dansede ind
alt i den elverfærd,
da sad favren ungersvend
og støtted sig på sit sværd.
– Siden jeg hende først så.

Soleiðis kvøða vit í donsku vísuni »Elverhøj«, um hvussu sveinurin gerst so rúnabundin av álvagentunum, ið dansa út og inn úr álvaheygginum, at var hann ikki vaktur av hananum, so hevði hann ongantíð komið aftur í hendan heim.

Her í Havn hava vit eisini okkara egna, heilt serliga álvaheygg, ið eisini hevur rúnarbundið manga sál á slíkan hátt, at tíð og stað eru púra burturgloymd, og hugurin hevur fingið frælsi at sveima víða: Norðurlandahúsið, sum í hesum døgum hátíðarheldur 40 ára dag sín!

Longu frá fyrsta degi var føroyski dansurin – ið ónoktandi er ein hornasteinur í upprunamentan okkara – hugsað inn í húsið, og er tað ikki av tilvild, at »Dansistovan« er í hjartanum á húsinum.

Fyrsta veturin byrjaði almenna tiltakið »Barnadansurin í Norðurlandahúsinum«, og fyllir hetta tiltak soleiðis eisini 40 ár í ár – barnadansurin, ið er hvørt fríggjakvøld í dansitíðini kl. 20-21. Hetta hevur verið borið av skiftandi eldsálum, og hóast tiltakið í dag er skipað í samstarvi við Dansifelagið í Havn, so er hetta »Barnadansurin í Norðurlandahúsinum« – eitt alment, ókeypis tiltak hjá Norðurlandahúsinum, har øll dansihugað eru vælkomin, ung sum gomul óansæð um tey hava tilknýti til eitthvørt dansifelag ella ikki. Mong eru tey, sum í barnadansinum hava lært stev og fingið lagt eina góða grund fyri dansin og sum hava dýrabar minni um føroyskan dans við systkjum, foreldrum, ommum, abbum og øðrum frá barnadansinum í Norðurlandahúsinum.

Vit í Sláið Ring hava havt nógv gott og fjølbroytt samstarv við Norðurlandahúsið hesi 40 árini, so ikki ber til at nevna alt her, men vit fara at tríva í okkurt úr rúgvuni. Afturvendandi tiltak var nógv ár »Dansináttin í Norðurlandahúsinum«, sum tó fyri nøkrum árum síðani mátti lúta í kappingini við festivalarnar og øll tey mongu tiltøkini, ið nú eru um summarið. Í staðin fyri at avtaka tiltakið varð tað tillagað til eitt kvæðatiltak við forkunnugum fyrilestrum, dansi, filmsýningum o.ø. um heystið, og hetta tykist hava áhuga millum fólk. Nógv onnur tiltøk hava verið millum ár og dag: barnadansistevna, landsdansistevna, kvæðaráðstevna, norðurlendsku dansistevnurnar HAVLEIKUR 2008 og HAVLEIKUR 2022 fyri bert at nevna nøkur úr rúgvuni.

Musée canadien de l’histoire í Gatineau (fyrr: Musée de la civilisation)

Í lestrarørindum í Kanada vitjaði eg kenda savnsskálan »Musée de la civilisation« í Gatineau, ið er býur á áarbakkanum yvir av høvuðsstaðnum Ottawa. Hesin vakri skálin hevur bert rundar kurvar, og arkitekturin Douglas Cardinal skal hava sagt, at hetta varð gjørt, so eingin skuldi kunna seta søguna og mentanina hjá upprunafólkinum í ein krók: tí har er eingin krókur. Hetta skal hann hava sagt, tí hann ferð eftir ferð hevði sæð, at tann sokallaða hámentanin ofta við tíðini trokaði upprunamentanina burtur, tí hon var ikki fín nokk.

Føroyski dansurin við kvæðunum, vísunum og tættunum, er partur av grundbulinum í føroyska mentanarliga samleikanum, og hevur hann givið ringvirkningar á bæði ein og annan hátt út í allar lista- og mentanargreinar okkara. Men føroyski dansurin er viðbrekin. Tað er bert í Føroyum í øllum heiminum at hann enn er livandi. Tá Norðurlandahúsið lat upp í 1983 varð mett, at eini 2500 føroyingar møttust regluliga fyri at fara upp á gólv. Hendan metingin í dag liggur nærri 500, og er í støðugari minking. Kortini mega vit við takksemi minnast til, at uttan megnar arbeiði, sum dansifeløg, eldsálir og mentanarstovnar sum t.d. Norðurlandahúsið hava gjørt fyri dansin, so hevði hann ikki verið til í tí líkinum, sum vit kenna hann í dag.

Tí er tað okkara bøn og vón, at Norðurlandahúsið eisini tey komandi 40 árini fer at duga líka væl at hava eina góða javnvág millum tær alskyns lista- og mentanargreinar, sum verða hýstar í húsinum, so tað bæði verður pláss fyri føroyska dansinum og øllum hinum, og at dansurin aldrin verður settur í ein krók.

Hjartaliga til lukku við 40-ára degnum, takk fyri gott samstarv og við vón um eitt framhaldandi gott samstarv!

Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring

Onnur tíðindi