Nýggj brúðarvísa

Deil

 

Nýggj brúðarvísa.
 
Hin fyrsta august sendi Sláið Ring út tíðindaskriv, har boða varð frá um kapping at yrkja nýggja brúðarvísu.
 
Tíðindini vóru í flestu bløðunum og í Útvarpinum. Eisini hevði teknarin Óli Petersen tey við á baksíðuni í Sosialinum.
 
Tað hevur víst seg, at flestu fólk eg eri komin í samband við, hava fingið kunnleika til kappingina.
 
Eg loyvi mær at siga, at øll, eg havi tosað við, eru glað fyri at Sláið Ring fer undir hetta tiltakið.
 
Tey allar flestu við teirri grundgeving, at brúðardansurin sum
hann er í dag, er tungur og stirvin, og tí er neyðigt við nýggjari
brúðarvísu.
 
Tað munnu eisini vera tey, ið halda hetta ikki vera neyðugt,
tí tær, vit vanliga brúka í dag, eru nóg góðar; tey hava tokka til
teirra.
 
Soleiðis vil tað eisini vera og vit skilja hetta væl.
 
Ætlanin hevur ongantíð verið at troka hinar burtur, men at geva fólki enn ein møguleika at velja.
 
Vónandi verður hetta átakið við til at virka føroyskum dansi at frama.
 

Sláið Ring
Rasmus A. Joensen, fm.

Onnur tíðindi