Nýggjar
brúðarvísur
Á fundi í Miðlahúsinum mánakvøldið 8. apríl
varð úrslitið av kappingini um nýggjar
brúðarvísur kunngjørt.
Vinnarin gjørdist Eyðun Eliasen av Trøllanesi við
vísuni: Lat okkum taka saman
Nr. 2 gjørdist Regin Eikhólm úr Havn, við vísuni:
Gevið ljóð og lýðið á
Nr. 3 gjørdist Betta á Dalinum úr Klaksvík, við
vísuni: Í Halgubók vit lesa
Miðlahúsið var fullsett, tá Rasmus Joensen bjóðaði
vælkomin. Eftir hetta greiddi hann frá arbeiðnum, ið lá aftanfyri hetta
tiltakið.
Jóan Pauli Joensen, professari greiddi frá um
brúdleyp, brúðarsiðir og brúðarvísur frá eldri tíðum og fram móti okkara tíð.
Tey, ið fingu heiðurslønir, fingu eisini høvi at
greiða frá teirra arbeiði við yrkingunum. Tað var sera áhugavert at hoyra, hvat
tey høvdu lagt dent á og hvussu, tey høvdu lagt arbeiðið til rættis.
Jákup Reinert Hansen tók brot burtur úr bók hjá
Mariu Eide, har hon nevndi um eina aðra danska brúðarvísu, sum legði dent á javnstøðu
í hjúnabandi. Og legði hann afturat: Eg sum prestur kann gott siga tykkum, at
bíblian nevnir eisini nógv um javnstøðu.
Hanus Johansen, ið hevði gjørt lag til vísuna hjá
Bettu, kvæð nøkur ørindi, so fundarfólkið kundi kunna seg við lagið.
Ti seinast varð farið upp á gólv. Ein spennandi
løta, at vita hvussu hesar nýggju vísurnar bóru seg á gólvi. Tær bóru seg væl.
Vóru lættar í lagi, men tignarligar í innihaldi og dansurin gekk væl.