Tøkum lætt var eina útferð í Skálavík 10. til 12. juni 2022. Her er ein stutt ferðafrásøgn frá túrinum.
Við í útferðini vóru 28 limir hjá Tøkum lætt. Vit høvdu leigað 4 hús í Skálavík og bygdarhúsið Kelduna. Har ótu vit okkara máltíðir og hugnaðu okkum saman. Leygarkvøldið høvdu vit keypt døgurða og dessert. Aftaná var almennur dansur, vit høvdu fingið bygdarfelagið at hava dansin.
Vit leigaðu buss og koyrdu oynna runt. Vit vóru heppin við veðrinum, so tað eydnaðist sera væl.
Vit vóru fleiri søgulig og áhugaverd støð, á Sandi vóru vit t.d. í bygdarsavninum, í listasavninum í einum niðurløgdum kongaligum handli, og fleiri fóru ein túr í kirkjugarðin. Ætlanin við túrinum var eyðvitað at vekja áhugan aftur hjá okkara limum fyri dansi og kvæðum aftaná niðurgongdina, sum koronafarsóttin hevur havt við sær. Haraftrat er vildu vit eisini fegin bjóða báðum feløgunum har suðuri og almenninginum annars í almennan dans. Sum vit skilja, hevur ikki verið dansað tað stóra ta síðstu tíðina har.