Trettanda kvølds dansur

Deil

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri trettanda kvølds dansi. Hetta 20 árið á rað. Í ár verður dansað leygardagin 11. januar kl. 22.00 í Sjónleikarhúsinum.

– Tær modernaðu tíðirnar gera tað trupult at dansa ein vanligan gerandisdag mitt í viku, siga tey í Tøkum Lætt.

Í dag 6. januar er annars trettanda kvøld – eitt gamalt dansikvøld. Trettanda kvøld jóla var gamalt dansikvøld mangastaðni í Føroyum. Umframt jóla- og nýggjársbygdir vóru tað eisini sokallaðar trettanda bygdir. Tá komu fólk úr grannabygdunum hagar at dansa og hugna sær saman við bygdarfólkunum, og fyri mong hevur hesin siður at vitja aðrar bygdir fyri at skemta og hugna sær saman við vinum og kenningum kanska verið eitt kærkomið høvi at leggja tað gerandisliga strevið eitt sindur til viks, nú hávetur var.

Sum nevnt verður trettanda kvølds dansur í ár fluttur til leygarkvøldið. Tey seinastu mongu árini hevur verðið dansað í sjónleikarahúsinum, og soleiðis verður eisini í ár.

Dansurin byrjar kl. 22 um kvøldið, og tá liðið er eitt sindur á náttina er smurt breyð at fáa.

– Hesin dansur hevur verið væl umtóktur millum dansifólk, og úr øllum landinum hava fólk leitað sær til Havnar í dans, og øll eru vælkomin. 


Onnur tíðindi