Tulka kvæðini av nýggjum

Deil

 Í sambandi við kvæðaráðstevnuna Og dansurin gongur, sum er í Norðurlandahúsinum 20.-23. juli, verður eitt spennandi tiltak týskvøldið 21. juli klokkan 19.

Tá stendur nevnilinga nýtulking av gomlu kvæðunum á skránni, og áhoyrararnir kunnu gleða seg til eina framførslu, ið blandar gamalt og nýtt, siðvenju og tungmálm.

– Endamálið við tiltakinum er at vísa øðrvísi tulkingar av kvæðum – møguliga er neyðugt við nýtulkingum, um kvæðini skulu yvirliva, skriva fyriskipararnir.

Sláið Ring, Landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur biðið Klaksvíkar Dansifelag skipa nøkur kvæðir til hetta høvið. Millum kvæðini verða nýggja brúðarvísan, ið er yrkt í 2012 og Deyðastund Sigmundar, ið er yrkt í 2007. Svenska Maria Länne Persson og finska Maija Karhinen-Ilo fara at framføra fjølbroyttar tulkingar av gomlum kvæðum, og kvøldið endar við einum braki, tá ið Týr trínur á pallin við nøkrum kvæðum.

Onnur tíðindi