Ung í dansi 2012

Deil

Ung í dansi.

23.-24. nov. 2012 verur tiltakið “Ung í dansi”. Hetta er eitt tiltak fyri ung, frá 14-18 ár, ið hava áhuga fyri tí føroyska dansinum. Í ár verður tiltakið í Bygdarhúsinum í Tjørnuvík.

Tiltakið er ókeypis og ferðaendurgjald verður latið. Eisini er tiltakið rúsfrítt!

Farið verður til Tjørnuvíkar fríggjadagin kl. 17.30. Bussur fer av Oyrabakka norður til Tjørnuvíkar. Vit fara úr Tjørnuvík aftur leygardagin kl. 17.30.

Leið 400 hjá Bygdaleiðum koyrir bæði úr Klaksvík og Tórshavn kl. 16.20 og er á Oyrabakka 17.05.

Um so er, at øll ikki náa bussin til Tjørnuvíkar, so kann sigast frá á tlf. 220659, hjá Hildur.

Á skránni er m.a., dansur, matur, spøl, ferðafrágreiðing um ungdómstúrin í Norra, gongutúrur runt í Tjørnuvík við frásøgufólki, almennur dansur har limir úr Norðstreymoyar Dansifelag luttaka.

Tann endaliga skráin kemur at liggja á heimasíðuni hjá Sláið Ring, www.sr.fo


Havið soviposa og undirlag við. Góðar skógvar, kvæðabók, skiftiklæðir og tannbust er eisini gott at hava við 🙂

Tilmeldingarfreistin er 19. novembur. Tilmeldingin fer fram hjá Hildur K. Sørensen, tlf. 220659 ella á telduposti hildurks@hotmail.com


 

Fyrireikarnir

Elin og Hildur

Onnur tíðindi