Upp á stovugólv

Deil

Í ár skipar Ung í Dansi aftur fyri Upp á stovugólv, sum verður tann 8. februar 2020. Hesaferð verður tiltakið í Tjørnuvík og vertirnir verða Hans Espern Heinesen, Steinbjørn Magnussen og Jens H. Jensen.

Tiltakið verður í Tjørnuvík, og tað fer at ganga nakað soleiðis fyri seg:

  1. Fólk koma til Tjørnuvíkar, har tey verða býtt upp í tríggjar bólkar.
  2. Hesir bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða so frá onkrum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður tað (ella bara eitt brot av tí) kvøðið í húsinum. Síðan rotera bólkarnir.
  3. Tað verður 1 tími í hvørjum húsi.

Byrjað verður kl. 18:00. Og húsavitjanirnar enda kl 21:00. Síðan verður okkurt at eta og drekka niðri í bygdarhúsinum og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi kl. 22:00.

Tað er avmarkað pláss í húsunum, tí er neyðugt við tilmelding. Hetta verður gjørt við at ringja ella skriva til ein av hesum:

Til tann almenna føroyska dansin, ið verður í bygdahúsinum aftaná, eru øll hjartaliga vælkomin og her er ikki neyðugt við tilmelding.
💰Kostnaður fyri tiltakið og dans er kr. 100.
💰Kostnaður fyri almennan dans er kr. 50.
Her er suppa við í prísinum, og so verður ymiskt at drekka til sølu.

Onnur tíðindi