1. mars høvdu vit aðalfund í Vága Dansifelag.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali: Dánial Jákup Jørgensen, formaður, og Paula Vilhelmsen, næstformaður. Anna Elisa Jacobsen, kassameistari, stóð ikki fyri vali i ár. Paula ynskti at sleppa úr nevndini, og í hennara stað varð Lív Vilhelmsen vald. Elspa Suffía Joensen og Hans Pauli í Horni vórðu vald til varalimir.
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Dánial Jákup Jørgensen, formaður
Lív Vilhelmsen, næstformaður og skrivari
Anna Elisa Jacobsen, kassameistari
Vága Dansifelag takkar Paulu fyri tey 26 árini í nevndini.