Klaksvíkar Dansifelag, Leikum Fagurt og Stígum Fast avgjørdu at fara ferð til Ålborg. Tveir av okkara ungu limum eru í lestrarørindum í Ålborg, og mettu vit, at tað hevði verið ein áhugaverdur túrur, at farið og vitjað teir og dansifelagið Magnus Heinason. Sum avrátt so gjørt.
Tann 1. februar løgdu vit, 50 fólk í tali, leiðina avstað. Ein góð helvt var úr Sandoynni, umboðandi Leikum Fagurt og Stígum Fast og ein lítil helvt úr Klaksvíkar Dansifelagi. Ferðin niður gekk væl og eftir ein busstúr á tveir og ein hálvan tíma úr Billund til Ålborg, steðgaði bussurin mitt í býnum, uttan fyri Cabinn Hotel, har vit skuldu búleikast næstu dagarnar.
Nevndin í Magnus Heinason stóð fyri okkum við stórum blíðskapi og smyrjibreyði. Eftir at vit høvdu heilsast, og fólk vóru komin uppá pláss, fóru vit upp á gólv. Fólkini, sum ráddu fyri borgum á hotellinum, vóru so beinasom at loyva okkum at brúka kantinuna at dansa og hugna okkum í. Vit tóku saman eina løtu og fóru síðan til songar. Tey, sum orkaðu, fóru ein kvøldartúr at hyggja seg um, áðrenn tey løgdu seg.
Fríggjadagurin var settur av til at læra býin at kenna. Fleiri nýttu høvi at støkka inn á gólvið í onkrum av handlunum, meðan onnur vitjaðu merkisstøð í býnum. Lagið var gott, og fólk gleddu seg til kvøldið, tá ið vit skuldu møtast við dansifelagnum Magnusi Heinasyni og føroyingafelagnum í Aalborg til eina hugnaløtu við fyrilestrum, sangi og dansi.
Klokkan 18:00 koma vit inn í Skipper Clement skolen har vit skuldu møtast. Suppa stóð fyri okkum og stórur blíðskapur. Hendrik Egholm greiddi gestunum frá um dansispøl og dansilag. Hann brúkti upptøkurnar hjá Egil Bakka sum útgangsstøði fyri sínari frásøgn.
Síðani slapp Jónleif Johannesen framat. Hann helt fyrilestur um at fáa føroyska dansin undir fót og um leiklutin hjá skiparanum. Síðani var farið uppá gólv.
Tað sást á luttakarunum, at teimum dámdu væl at treða føroyska dansin saman við
gestunum úr Føroyum. Ikki so ofta at dansurin gongur lystiliga við fleiri enn 70 fólki í
ringinum í Ålborg.
Eftir hetta mentanarkvøld settu vit kósina aftur á hotellið. Enn eina ferð var høvið nýtt til at fara uppá gólv. Nú vikuskifti var, vóru eisini nøkur, sum vildu uppliva Aalborg á náttartíð. Tey so gjørdu, og lótu væl at.
Leygarmorgunin klokkan 10:00 fóru vit at vitja Budolfikirkjuna, sum er dómkirkjan í Aalborg og minsta dómkirkja í Danmark. Men flott var kirkjan og hartil søgurík. Í dómkirkjuni framførdu vit føroyska sálmin “Tú gavst mær, o Harri, her livilig kor”, og ein part av donsku brúðarvísuni. Áhoyrararnir fingu eina serliga uppliving har gomlu sálmaløgini á føroyskum og gøtudonskum fyltu dómkirkjuna.
Eftir hetta greiddi ferðaleiðaran Carsten, maður Lisbeth Solmunde, okkum frá mongum áhugaverdum í miðbýnum og endaðu hesa útferð inni í Klosturkirkjuni, har føroysk guðstænasta verður hildin hvønn mánaða. Presturin, Lisbeth Solmunde, greiddi okkum væl frá um virksemið og um kirkjuna. Eisini sungu vit “Harra Guð títt dýra navn og æra” við føroyska sálmalagnum. Ein sera áhugaverdur dagur.
Klokkan 18:00 var veitsla. Um 90 fólk vóru í veitsluni. Gestir vóru komnir úr øllum landinum at hugna sær saman við okkum. Hølið var framúr vælegnað og maturin góður. Gott lag var á fólki, og sangurin gekk lystiliga. Røður vóru hildnar, sum bæði vóru skemtiligar og mentanarríkar.
Borðhaldið var stutt og gott. Klokkan 21:30 fóru vit uppá gólv. Dansifelagið í Aalborg Magnus Heinason legði fyri við vísu við sama navni. Frederik Barfod (1811-96), danskur søgumaður, yrkti hesa vísu um Magnus Heinason, og Símun av Skarði týddi hana. Vísan stóð í Ungu Føroyum desember 1910. Lagið var Stærke Tidrik.
Eftir hetta átti Klaksvikar Dansifelag tørn. Teir kvóðu Kong Sverke. Sandoyingarnir kvóðu síðani Brúsajøkil. Eftir hetta var orðið frítt og dansurin gekk so lystiliga. Ein góð samanrenning av vísum og kvæðum. Okkurt kent men eisini var okkurt meiri forkunnugt á gólvi og ringurin slitnaði ikki fyrr enn kl. 02:30. Fólk vóru á einum máli um, at veitslan var framúr.
Sunnudagin var aftur útferð og framførsla á skránni. Kl. 13:00 settu vit kósina móti Lindholm Høje, sum er ein elligomul búseting við tilhoyrandi museum. Vit fingu góða frágreiðing frá ferðaleiðara og, sum avrátt var, tóku vit saman, so gestirnir, sum vitjaðu Lindhom Høje hendan dagin, eisini fingu innlit í, hvussu tey, sum her lógu undir grønu torvu, høvdu hugnað sær í gomlum døgum.
Eitt Museum, sum avgjørt er eina vitjan verd.
Fólk fóru tíðliga til songar sunnukvøldið, men áðrenn tað høvdu vit eina hugnaløtu við sangi og spurnarkapping eftir sama leisti, sum vælumtókta spurnarkappingin í KVF hevur.
Mánamorgunin kl. 4:00 fóru vit úr Ålborg. Takksom fyri eina góða ferð. Vertir okkara skulu hava stórt rós uppiborið fyri blíðskap og fyriskipan. Ferðin heim gekk væl, og tíðliga
seinnapartin vóru vit heima aftur.
Ein sera væleydnaður túrur, sum styrkti vinaløg og samansjóðaði feløgini saman og hvør
sær.