Leygarkvøldið 16. september 2023 verður aftur kvæðatiltak í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Endamálið við hesum kvæðatiltøkunum er – á ein øðrvísi hátt – at stimbra áhugan fyri kvæðum, vísum og føroyskum dansi við at hava forkunnugar frásagnir, ið onkursvegna hava samband við okkara kvæða- og dansimentan. Á hendan hátt vóna vit, at fólk eisini geva søgunum og øðrum tættum, ið liggja handan kvæðaarvin, ans, so hetta verður føroyskum dansi at frama.
Skráin fyri dagin er hendan:
Kl. 17:00 Lív og lagna: Guðrun Ósvívsdóttir og Kjartan Ólavsson
Jógvan Joensen Højsted greiðir frá við støði í Laksdøla søgu. Frásøgnin verður í tveimum pørtum við einum lítlum steðgi, har vit bjóða ein drekkamunn.
Kl. 18:15 Steðgur
Møguleiki er at keypa sær ábit frá SYSTRUM, kafeini í Norðurlandahúsinum. Fyri at sleppa undan bíðitíð er tað ein fyrimunur at bíleggja møguligan mat áðrenn kl. 17.
Kl. 18:45 Farið verður upp á gólv
Kvøðið verður:
- Kjartan Ólavsson, Kjartan Atlason úr Dansifelagnum í Havn skipar
- Kong Hans, Virgar Dahl úr Dansifelagnum á Látrinum skipar
- Kópa kvæði, Heini Holm úr Norðstreymoyar dansifelagi skipar
- Orðið er frítt
Kl. 21:00 Liðugt
Tiltakið er ókeypis, og tað er Sláið Ring sum í samstarvi við Norðurlandahúsið skipar fyri tiltakinum.