Til øll limafeløgini og umboðsráðslimirnar
Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður Leygardagin 9. septembur 2017, kl. 12.00 á Óðinshædd 3, bygningurin hjá Effo.
Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.
Mál frá feløgum · Mál, ið feløg vilja hava til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. august 2017.
Fundarskrá til ársaðalfundin 1. Val av orðstýrara og fundarskrivara. 2. Ársfrágreiðing. 3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar. 4. Viðgerð av innkomnum málum. 5. Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið. 6. Val av nevnd og trimum tiltakslimum. 7. Val av grannskoðara. 8. Ymiskt.
Tórshavn, hin 14.08.20017 Rasmus Joensen, fm
|
|