Føroyskur
dansur og kvæðamentan á Tingi
Í hesum døgum eru tvey mál, ið hava stóran áhuga hjá fólki, sum eru áhugaði í
føroyskum dansi og kvæðum til viðgerðar á Føroya Løgtingi.
Annað er um at seta UNECSO sáttmálan um verju av
siðaarvi í gildi fyri Føroyar, og hitt er um broyting í Fólkaskúlalógini at
javnseta undirvísing í føroyskum dansi og kvæðum við undirvísing í øðrum
lærugreinum.
Løgtingsmál 115/2017 hevur til endamáls, at seta í
gildi UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi heimsins.
Um orsøkina til uppskotið verður sagt: Víst verður á,
at siðaarvurin viknar í nógvum pørtum av heiminum í dag, og at margfeldið, sum
fyrr varð vart, nú kámast undir trýsti av m.ø. alheimsgerð. Størsta hóttanin
ímóti siðaarvinum er tó vantandi skipanir fyri vernd og varðveiting.
Soleiðis verður sagt um siðaarv: Siðaarvur er til
dømis skaldskapur av mannamunni, framburður, siðir og siðbundið handverk. Dømi
um siðaarv føroyinga eru føroyski dansurin, kvæðini, føroyskt bátasmíð og siðir
í sambandi við tilfeingi í sjógvi og á landi.
Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama,
frøist yvir og sær stórar møgulleikar í uppskotinum um at taka undir við UNESCO
sáttmálanum.
Vit hava tó bitið merki í, at umrøddar verða
umsitingarligar avleiðingar, nevnd eru Fróðskaparsetur Føroya og
Mentamálaráðið, men livandi dansurin er ikki umrøddur í uppskotinum.
Hetta undrar okkum í Sláið Ring, tí tað er jú dansurin
– hin livandi parturin av kvæðamentanini – ið skal haldast og liva.
Vit rokna tó við, at hann verður tikin við í
viðgerðina og fær eitt gott pláss í arbeiðnum – at verja siðaarvin.
Løgtingsmál 107/2017 er um broyting av Fólkaskúlalógini.
Hetta uppskotið leggur upp til at strika stk. 3 í §8, sum sigur: Børn skulu, tá ið foreldrini krevja tað, sleppa undan
at luttaka í føroyskum dansi eftir stk. 1, nr. 1.
Sláið Ring sigur, at verður stk. 3.
strikað, verður undirvísing í føroyskum dansi og kvæðamentan javnsett við
undirvísingina í øðrum lærugreinum, og tað hevur hon uppiborið.
Samanumtikið staðfesta vit, at tvey sera áhugaverd mál um føroyskan dans og
kvæðamentan eru til viðgerðar á Føroya Løgtingi í løtuni.
Tað er okkara vón, at omanfyrinevndu mál fara at gera
sítt til, at føroyski dansurin og kvæðamentanin framhaldandi koma at vera ein
av gimsteinunum í føroysku mentanini – okkum til frama og at gagni.
Tórshavn, hin 6. apríl 2018
Sláið Ring
Rasmus Joensen, fm.