Upp á stovugólv í Funningi

Deil

 

“Upp á stovugólv” í Funningi 27. januar
2018.

18. februar
í fjør upplivdu vit fyrstu fer tiltakið “upp á stovugólv” í Dali. Tað riggaði
sera væl. Nýggjasta limafelagið í Sláið Ring Ung í  dansi skipaði eisini fyri hesaferð. Havi bíðað
spent eftir, hvar “upp á stovugólv”  fór
at vera í ár. Aftur hesa ferð valdu tey eina bygd, har føroyskur dansur hoyrdi
til í uppvøkstrinum hjá teimum fólkum, sum nú eru komin nakað upp í árini. Tað
sæst týðiliga, at tey hava dansin og stevið 
í kroppinum.

Ólavur
Syderbø, sum er formaður hjá Ung í dansi, var nakrar dagar frammanundan í
útvarpinum og greiddi frá tiltakinum. Hugskotið at fara inn í heimið hjá fólki
eigur Hallur Syderbø.

Elsa
Funding, Sámal P. Petersen og Jógvan Højsted – øll uppvaksin í Funningi –
bjóðaðu okkum inn, og søgdu frá einum kvæði í part. Tey nevndu øll Poul Eide,
sum var kvæðakempa. Hann var úr Havn, men kom til mostir sína Mariu Eide í
Funningi at vaksa upp, tí mamma hansara doyði. Hann livdi frá 1923-70. Á
baksíðuni á kvæðabókini “Stígum fast” stendur, at hann í bestu árum mátti lúta
fyri tí ómilda líggjamanninum. Martin Tórgarð, sum nú er gamal maður, er beiggi
hansara. Eg haldi, at eg havi onki vakrari hoyrt kvøðið á gólvi enn “Hafburd
konge og Sivard konge”, hjá Martini. Tað má vera tað nærmasta , man kemur
einglasongi.

Tiltakið
varð skipað upp á sama máta sum í Dali í fjør. Fólk meldaðu seg til
húsagongdina og so var almennur dansur aftaná. Tey uml. 50 fólkini, sum høvdu
meldað seg til húsagongdina, blivu býtt í tríggjar bólkar, sum so gingu millum
húsini. Tvey ára gamla Bjørg var yngst í okkara bólki. Uml. 30 fólk komu
afturat til almenna dansin í skúlanum, sum nýliga er gjørdur í stand.

Eg haldi, at
tey trý – Elsa, Sámal Petur og Jógvan – vóru sera glað fyri, at “upp á
stovugólv” var komið til Funnings. Tað var sum um “stórheitstíðin” hjá
dansinum, sum tey minnast, var komin aftur í bygdina. Tey vóru so hjartaliga
blíð.

Vit fóru
fyrst inn til Elsu, sum nú býr í barnaheiminum hjá pápa sínum. Hon flutti aftur
til heimbygdina í 2012, tá hon gavst sum prestur. Tá hevði ongin búð í húsunum
uml. 50 ár. Tað er nakað heilt serligt at koma inn í hesi gomlu húsini – tey
eru full av sál. Elsa hevði valt at fortelja um Ólav Riddararós. Smílandi segði
hon, at hon – tá hon var barn – helt, at álvar vóru eitt slag av fínum
huldufólki og at hon var í øðini inn á Ólav, tí hann ikki aktaði mammu sína.
Hann kundi bara havt gjørt, sum mamma hansara segði, so hevði tað ikki endað so
syndarliga.

So fóru vit
at lurta eftir Jógvani Højsted, sum segði frá um Aksels vísu ella “ de legte
guldtalv ved breden bord”, sum er 200 ørindir og longsta vísa í danske kæmpe og
folkeviser. Havi ofta hoyrt tikið til at “det er ikke sådan med fruer at
danse.” Tað kemur úr hesari vísuni , tað visti eg ikki áðrenn. Jógvan segði
ikki frá inni hjá sær sjálvum, men í Ølvustovu, sum er seinasta roykstovan í
Funningi. Hon var um at detta niður, men er við hjálp frá Runavíkar kommunu og
sjálvbodnari arbeiðsmegi gjørd aftur í stand. Har hava fleiri hús staðið á somu
grund – tað elsta kanska frá landnámi.

So komu vit
inn til Sámal í Hoygarðinum. Hann er góður frásøgumaður og hevði valt kvæðið
Jómsvíkingar at fortelja um. Tá útlendsk dansifeløg hava vitja okkum í
Eysturoyar dansifelag hava vit vitja í Funningi og við Gjógv. Tá hevur Sámal
staðið við lestrarfjølina í kirkjuni í Funningi og fortalt um kirkjusiðir, m.a.
tá fólk kom til gongu frá Gjógv til Funnings í kirkju. Hendan dagin segði hann,
at tá dansistovan í Funningi var í gerð, máttu tey spæla sjónleik fyri at fáa
pening til at gera hana lidna innan. Tey spældu “Jeppe á fjallinum” og tað
kostaði tvær krónur fyri vaksin at sleppa inn.


húsagongdin var liðug, fingu vit góða ræsta súpan í skúlanum. Smurt breyð og
ein køkubiti fekst eisini afturvið einum drekkamunni. Vit dansaðu uppi á
loftinum. Stuttligt at uppliva, at fleiri ung eru farin at skipa ordilig
kvæðir. Eg gleði meg til næsta ár.

Kathrina,
Eysturoyar dansifelag.

Onnur tíðindi