Barnadansistevnan 2013

Deil

Barnadansistevnan í ár, verður hildin hin 2. februar í Norðurlandahúsinum.

Byrjað verður kl. 10.00 og vit enda uml. kl. 15.00.

Vit fara at biðja feløgini um at senda inn til
okkara, hvat tit helst vilja kvøða ,og hvussu mong tit verða, bæði børn og vaksin.

Tað hevði verið gott, um tit kundu sent trý
uppskot, so skulu vit royna at gera eina skrá, so fjøllbroytta sum til ber.

Vit fara eisini at heita á feløgini um at hava
nakrar vísur við eyka. Tað er gott at hava nokk av tilfari og tað ger heldur einki,
um sama kemur fyri meir enn eina fer.

Boðast
skal frá luttøku í seinasta lagi  23.
januar 2013

Sláið Ring

Rasmus
Joensen

Tlf. 210
412

e-post:
sr@sr.fo

Onnur tíðindi