So langt vit kunnu skjalprógva hevur verið mett, at dansurin er komin á
fallandi fót, men tað var tórført at hóma gravarbakkan 18 apríl
Tann 18 apríl var barnadansistevna í Suðuroynni.
Tað vóru dansifeløgini í Suðuroynni í samstarvi við Sláið Ring, sum skipaðu
fyri.
Barnadansistevnan hevur verið eitt afturvendani
tiltak seinastu seks árini. Øll árini hevur stevnan verið væl eydnað, og hendan
stevnan var einki undantak. Úti við fimmhundrað børn og vaksin luttóku á
stevnuni.
At Barnadansistevnan klárar at savna so nógv fólk
er at frøast um. So langt vit kunnu skjalprógva hevur verið mett, at dansurin er
komin á fallandi fót, men tað var tórført at hóma gravarbakkan henda dagin. Hví
so er, kunnu vit gita um, men samstarvið millum dansifeløgini og skúlarnar,
saman við stuðulinum frá Mentamálaráðnum gera, at tiltakið ár eftir ár savnar
føroysk børn og ungdóm. At fjølmiðlarnir geva stevnuni ans hjálpir eisini
til.
Vónandi kann hetta samstarv halda á, tí hetta
er sera týðandi fyri mentunararv okkara. Tað er á slíkum stevnum at børnini fáa
tað menturnarligu felagskenslu, sum skal til fyri at bera arvin víðari. Tað er á
slíkum stevnum at eldsálirnar, sum eru gullverdar, fáa brenni til berandi logan.
Tað er á slíkum stevnum at vaksin, sum annars ikki eru limir í dansifeløgum,
koma í samband við dansin.
Tað er á slíkum stevnum at dansurin veruliga er
fólksins ogn.
Dansistevnan 2009 eydnaðist sera væl, og vilja vit
at enda takka feløgunum í Suðuroynni fyri tiltakið, sum var framúr væl úr hondum
greitt. Eisini vilja vit takka manningini umborð á Smyrli fyri beinasemi og góða
tænastu.