NÁM hevur lagt stóra kvæðasavnið Føroya kvæði – Corpus Carminum
Færoensium – stytt CCF út á heimasíðuna hjá Snar.
Á heimasíðuni sr.fo, – undir yvirskriftini kvæði – ber til at finna leinkjuna til Føroya kvæði.
NÁM hevur lagt stóra kvæðasavnið Føroya kvæði – Corpus Carminum
Færoensium – stytt CCF út á heimasíðuna hjá Snar.
Á heimasíðuni sr.fo, – undir yvirskriftini kvæði – ber til at finna leinkjuna til Føroya kvæði.
Eysturoyar
dansifelag á noregsferð 4-13. juli 2016………………….
Í februar 2013 hevði eg fyrstu ferð samband við leikaringen
Rakne gjøgnum teldupost frá Hilde Magnset, sum tá var í ferðanevndini hjá felagnum.
Tey ynsktu at uppliva ólavsøku og vildu eisini fegin hava samband við eitt
dansifelag, sum vildi taka sær av teimum nakrar dagar umframt ólavsøkuna.
Okkara nevnd avgørdi – tíbetur – at siga ja til at taka ímóti teimum. Tey
vitjaðu okkum frá 24 – 28 juli 2014. Tey plaga at bjóða til endurvitjan árið
eftir, at tey hava verið á ferð. Í fjør
kom teldudpostur við hjartaligari innbjóðing um at fáa okkum til teirra “ så de kunne gjøre
lidt til gjengæld”, sum tað stendur í brævinum. Nú vit eru afturkomin í øllum
góðum, mugu vit ásanna, at vit hava fingið aftur við “renter og renters renter”
, meðan vit vóru hjá teimum frá 4-10 juli. Vænti ikki nakrantíð aftur at
uppliva so hjartaligan blíðskap, sum hesar dagarnar.
Hetta er triðja uttanlandsferðin hjá Eysturoyar dansifelag seinnu
árini. Til Agdenes við Tróndheimsfjørðin
2008 og til Stockholm 2011 sigldu vit við Norrønu og høvdu buss við heimanífrá.
Hesaferð valdu vit at flúgva og komu aftur umvegis Bergen, har vit gistu
tríggjar nætur.
Tríggjar ferðir blivu vit øll boðin heim til fólk. Beinanvegin
mánadagin 4. juli, tá vit høvdu tjekkað inn á hotellinum , sum lá tætt við
Gardermoen flogvøll, blivu vit boðin heim til Tove og Helge, sum búðu “i
gåafstand” frá hotellinum. Har var dekkað upp við fínum porcelenið til okkara
og eini 20 frá Rakne, sum ynsktu okkum
vælkomin á vitjan. Bæði norska og føroyska flaggið vóru vundin á stong fyri
okkum, vit sungu “Millom bakkar og berg” við borðið, og so kvóðu vit Sinklar á
terassuni, áðrenn vit fóru heim í song.
Dagin eftir koyrdu vit runt í nærumhvørvinum við bussi og
blivu boðin til matna um middagsleiti á Lodding garði heima hjá Grethe og Knut
Ljøgodt, sum er formaður hjá felagnum. Grethe, sum er listakvinna, hevur eitt
savn í stabbúrinum á garðinum. Vit kvóðu
Gudbrandskvæðið á Raknehaugen, sum verður hildin at vera ein kongagrøv.
Mikudagin fóru vit til Eidsvoll, har sum norska grunlógin
bleiv undirskrivað tann 17. mai 1814 – aftaná eitt seks vikur langt orðaskifti. Hesin dagurin verður enn
hátíðarhildin á hvørjum ári sum tjóðardagur Noregs. Stór uppliving at síggja
borðið, har norska grundlógin bleiv undirskrivað á sinni og ikki minni
ríkissalin, har teir 112 eidsvollmenninir skiftu orð – har hevur helst brotið í
bæði borð, áðrenn tað bleiv til “ Enig og tro, til Dovre falder”. Um kvøldið
blivu vit fyri triðju ferð boðin heim til fólk – hesaferð til grillfest í eini
maskinhøll á garðinum hjá Guri og Karsten. Aftaná dansaðu vit føroyskan dans og
norskar dansir afturvið harmoniku. Louis Houmann setti punktum fyri kvøldið við
sanginum hjá J.H.O. Djurhuus , “Kúrir tú lítli songfuglur mín.”
Hósdagin fóru vit til Oslo við toki saman við eini 15 fólkum
frá “Rakne”. Á Bygdøy sóu vit Fram hjá Fridtjof Nansen, sum gjørdist fyrsti
sendimaður Noregs í London, tá landið var blivið sjálvstøðugt í 1905. Eisini
sóu vit Ra II og KonTiki, sum Thor Heyerdahl sigldi um Kyrrahavið við fyri at
prógva, at fólkini á kyrrahavsoyggjunum kunnu vera komin úr Suðuramerika. Hesir menninir hava havt eitt ótrúligt áræði.
Eisini vitjaðu vit Vikingeskibsmuseet. So náddu vit ikki meir enn túr niðan til
“Slottet”, sum stóð í gerð frá 1820-1849 og sum upprunaliga var ætlað til
summarbústað hjá svenska konginum, sum tá eisini var kongur í Noregi. Á veg
aftur til tokið gingu vit eftir Karl Johans gate og sóu stórtingsbygningin.
Fríggjadagin sóu vit ein gamlan stórgarð, sum varð gjørdur
til savn 1908, tí ongin arvingur var at taka við garðinum. Í erva var stórur
gildisskáli, sum heilt vist hevði riggað væl til eina rimmar dansinátt. Vit
høvdu latið okkum í føroysk klæðir heimanífrá og dansaðu dansispøl á einum
palli uttanfyri. Vit vitjaðu eisini Udnes kirkju, sum liggur har, sum áirnar Glomma
og Vorma koma saman. Hetta tí man tá í tíðini ferðaðist eftir áunum fyri at
koma í kirkju.
Leygardagin kl. 11.00 upptraðkaðu vit við føroyskum dansi og
Rakne við fólkadansi á torginum í Jessheim. Bert spell, at so fá vóru komin at
hyggja. Eina løtu aftaná, at vit vóru komin aftur á hotellið, var heglingur og
torusláttur. Um kvøldið var veitsla saman við Rakne .
Sunnumorgunin komu eini 10 av teimun norsku á hotellið at biðja farvæl, áðrenn vit fóru
við bussi til Gardermoen á veg til Bergen. Vit bjóðaðu teimum at koma aftur til
Føroya at vitja okkum – eg vóni, at
tey taka av.
Vit búðu væl á hotel Admiralen mitt í Bergen. Týsdagin 12. juli
fóru øll siglitúr á Sognefjørðinum fyri dagin og heimaftur við
Flåmsbananum. Restina av tíðini í Bergen
var ongin skrá – fólk tóku sær av løttum og gjørdu, sum tey vildu.
Mikukvøldið komu 20 fólk heimaftur við Atlantsflog, meðan
hini 5 vóru eftir – onkur fór til arbeiðis í Noregi og onkur til Danmarkar at
vitja familju.
Tað er gott fyri felagið at gera slíkar ferðir av og til.
Vit minnast tær allar við gleði restina av lívinum.
Kathrina, Eysturoyar dansifelag.
Leygardagin 21. maj skipaði Klaksvíkar dansifelag fyri
landsdansistevnu – nr. 12 í røðini. Hetta er aðru ferð, at stevnan er í
Klaksvík – fyrru ferð var í 1998.
Tað viðraði
av tí allarbesta. Millum kl. 16.00 og 16.30 seinnapartin steðgaðu fleiri stórir
bussar fullir av glaðum dansifólki í
føroyskum klæðum í miðbýnum í Klaksvík,
tí stevnan skuldi setast kl. 16.30 í
Vágstúni. Bjørn Kalsø, sum er fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum,
sett i stevnuna við sera góðari røðu.
Tá stevnan
var sett, fóru øll hesi uml. 400 fólkini í skrúðgongu til borðhald í
badmintonhøllini – Heini Mohr, formaður í Klaksvíkar dansifelag gekk fremstur
við Merkinum. Onga aðrastaðni í landinum eru umstøðurnar so góðar til slíkt,
sum í Klaksvík, tí allir stórir bygningar liggja tætt saman í miðbýnum, so tað
er skjótt at ganga ímillum hølini. Tí ivist eg ikki í, at norðurlendska
barnadansistevnan “Barnlek”, sum verður í Klaksvík í juli 2017, er løgd á rætta stað. Tá koma væntandi eini 700 fólk higar frá hinum
norðanlondunum. Vit ótu í
badmintonhøllini og dansaðu í Skálanum, sum Klaksvíkar dansifelag eigur.
Maturin frá
mastovuni “Viljin” á Húsum smakkaði sera væl. Høvuðsrætturin varð settur á
sjálvtøkuborð. Tað royndu vit fyrstu
ferð á landsdansistevnuni í Runavík í maj 2013. Tað styttir munandi um
borðhaldi, sum kanska bleiv nakað drúgt hesaferð – hesum eiga vit at læra av
til næstu landsdansistevnu.
Feðgarnir úr
Dali vóru óførir – Jóanes, sum bleiv 65 ár henda sama dag, man vera glaðasti harmonikuspælari í verðini
og so skipaði hann eisini Finnbogarímu fyri dansifeløgini Stígum Fast og Leikum
Fagurt. Deiligt kvæði og deiligt lag. Sonurin Jónleif stýrdi borðhaldinum við
hepnari hond, og hevur eisini yrkt frálíka sangin, sum vit fingu á leysum blað
undir borðhaldinum. Yvirskriftin á greinini er úr hesum sangi.
Eg og fleiri
við mær vóru ivasom, tá vit sóu kvæðaskránna og hildu tað vera møtimikið við
fleiri longum – eisini heilt ókendum – kvæðum. Men væl gekk. Og sum Heini Mohr eisini
segði , “ nær skulu vit annars kvøða tey?” Tað er ein heiður, at verða biðin at
skipa til eina landsdansistevnu. Vit í Eysturoyar dansifelag prógvaðu
saman við Tøkum Lætt, at tað ber væl
til, at tvey feløg taka eitt langt kvæði í felag – eisini við tveimum skiparum, sum brúka hvør sítt lag. Uppskotið hjá Hendrikki Egholm,
sum er formaður hjá Leikum Fagurt á Sandi, um at lata feløgini skiftast at
kvøða aðruhvørja stevnu, er eisini vert at hugsa um til næstu ferð. Velja vit
tað, verður planlagda kvøðingin minkað niður í helvt, og so kundi dansurin
hildið fram, sum vanligt – tað hevði verið stuttligt at roynt tað á eini landsdansistevnu. Væl vita vit, at
tey, sum læra seg forkunnug, long kvæðir, hava brúkt eitt ótal av tímum til at
terpa, frá tí at tey byrjaðu at læra seg og til tey hætta sær at skipa. Sjálvandi
mugu tey sleppa at kvøða hesi kvæðini onkuntíð – tað skylda vit teimum. Annars
endar tað við, at vit bara kvøða nøkur fá kvæðir uppí saman – tað verður turrisligt eftir mínum tykki. Eg
haldi eisini, at vit heilt tilvitað skulu hava nakrar danskar vísur til
landsdansistevnu. Hesaferð kvóðu vit bara Hafburd Konge.
Kann ikki
lata vera við at nevna Andreu Opielka,
sum hevur skrivað bók um føroysku dansispølini. Hon kemur so fegin á stevnu við
Fótatraðk. Ótrúligt, at ein útlendingur kann blíva so bitin av føroyskum dansi,
og hon kvøður eisini dúgliga við.
Til líknandi
tiltøk við so nógvum fólki eru altíð nakrir
duravørar/vaktir – tað hava vit ikki í føroyskum dansi og tað er heldur
ikki neyðugt. Tað kunnu vit gott loyva okkum at vera errin av.
Enn vita vit
ikki, hvar landsdansistevnan verður í 2019. Tað fara vit umrøða á komandi
aðalfundi.
Norðskáli,
juni 2016 – Kathrina
Í samband við norðoyastevnuna, skipar Klaksvíkar
Dansifelag fyri almennum føroyskum dansi,
fríggjakvøldið 03.juni kl.23 í
Skálanum.
Kostnaður 50 kr.
Møtið fjølment.
–
Nevndin
Myndin er tikin í Hørpuni í Reykavík í sambandi við at børn úr Klaksvíkar dansifelag vóru partur av framførsluni:
Veiða vind. Tey kvóðu brot úr Ólavur Riddararós.
Barnadansistevnan hjá Sláið Ring og
Jómsvíkingum 30. apríl 2016 – at
seta við….
Árliga
landsdansistevnan fyri børn – tann 13. í røðini – varð hesaferð hildin vesturi á
Eiðinum í Vági. VB-húsið og ítróttarhøllin vóru karmur um stevnuna, sum
Jómsvíkingar skipaðu fyri. Gott samstarv við strandferðsluna gjørdi, at Smyril
sigldi suður á Vág henda leygarmorgunin.
Fyrsta
landsbarnastevnan var á Háskúlanum í Havn 2004. Síðani hevur hon verið á
hvørjum ári – lokalu dansifeløgini hava
skifst um at skipa fyri saman við Sláið Ring, sum betalir alla stevnuna – bæði
mat, ferðing og gisting.
17 ára gamla
Kala Vilhelm setti stevnuna. Eg kendi meg sjálva aftur, tá hon fortaldi, at
hennara javnaldrar hildu hana vera eitt sindur undarliga, tí hon tímir at dansa
og læra seg kvæðir. Vónandi verður hesin hugurin verandi líka sterkur, so Kala
blívur við at dansa. Vónandi eru fleiri ung við henni, sum eisini velja
føroyskan dans sum sítt besta frítíðarítriv. Tað er fyritreytin fyri, at
dansurin kann vera livandi í Føroyum.
Tá stevnan
verður hildin norðanfjørðs, verður byrjað kl. 10.00 og givist uml. kl. 15.00.
Men í Suðri mugu vit vera, til Smyril siglir aftur, so tíðin har suðuri bleiv
væl longri enn hesar fimm tímarnar, men so bleiv bara so mikið meir dansað.
Dansiskráin fyri stevnuna var lítið barnavinarlig – har var mest av ordiligum
kvæðum, men av tí at tíðin bleiv so long har suðuri, fingu vit kvøðið alt tað
smáa kortini. Vit stóðu øll í einari rúgvu á gólvinum í VB-húsinum, tá dansurin
byrjaði, so eg hugsaði, at hetta fór at vera líka fløkjasligt, sum dansurin á
Vaglinum á Ólavsøku. Munurin er bara, at hesi fólkini duga at bera seg at í
føroyskum dansi og vilja hava góðan føroyskan dans, so tað var bara ein løta,
so dansaðu øll somul – 400-500 fólk – við sama stevi.
Maturin var
góður, køkur, kaffi, te, saft og frukt var at fáa allan dagin. Og milliónbúffur
og skrúur til øll um døgurðatíð.
Útferðir eru
fastur táttur á hvørjari barnadansistevnu. Hesaferð fór okkurt felag gongutúr í
Vági, onkur til Porkeris og vit frá Eysturoyar dansifelag vóru so heppin, at
vit sluppu á bygdasavnið Í Sumba. Har sóu vit stóra samling av fuglum – 122 í
tali, gamlar bindi- og seymimaskinur, eitt vaflijarn, sum ikki var til
elektrisitet, men skuldi leggjast á heita plátu o.m.a.
Vit valdu at
fara heilt vestur á Eiðið við nøkrum børnum, har tey fingu eitt sindur at vita
um jarðfrøði.
Tá vit komu
aftur í VB-húsið, var framvegis nakað at bíða eftir bussinum, sum skuldi koyra
okkum aftur til Smyril á Krambatanga, so vit fóru aftur at dansa í gongini.
“Kann verða,
eg sleppi næstu ferð, tí eg mennist í hvørjum.
Nei, ongastaðni so stuttligt er at liva, sum í Føroyum.”
Her er tað land, sum mær hóvar.
Var seinasta
ørindi, sum bleiv kvøðið á barnadansistevnuni í Vági.
Sanniliga ein góður dagur fyri føroyskan dans.
Kathrina,
Eysturoyar dansifelag.
Barnalandsdansistevnan 2016
Skrá yvir hvussu kvøðast skal:
Feløg Fyrsta umfar Annað umfar
| 1. Jómsvíkingar | Ormurin Langi (20 ørindir | Flóvin Bænadiktson |
| 2 Vága Dansifelag | Einar Suðuroyingur | Leivs kvæði (23 ørindir) Eg var boðin í Brúðleyp |
| 3.Eysturoyar Dansifelag | Mallebro | Tølini |
| 4. Tvøroyrar Dansifelag | Sigmundskvæði (y) | |
| 5. Leikum Fagurt | Kall og Svein ungi | |
| 6. Sumbiar Dansifelag | Bjerget | Huldugentan |
| 7. Havnar Dansifelag | Brestis kvæði | |
| 8. Klaksvíkar Dansifeløg | Stolt Signhild | |
| 9. Tøkum Lætt | Kongadótturin í Nólsoy | |
| 10. Frítíðarskúlin á Velbastað | Hørpuríma (39 ørindir) | |
| 11. Suðuroyar N. Dansifelag | Ólavur Riddararós | |
| 12. Dansifelagið á Látrinum | ||
Tíðin her suðuri verður so long, at nógv annað kann kvøðast…
Barnalandsdansistevnan 2016
Skrá yvir hvussu kvøðast skal:
Feløg Fyrsta umfar Annað
umfar
|
1. |
Ormurin Langi |
Flóvin Bænadiktson |
|
2 |
Einar Suðuroyingur |
Leivs kvæði (23 ørindir) Eg var boðin í Brúðleyp |
|
3.Eysturoyar |
Mallebro |
Tølini |
|
4. Tvøroyrar Dansifelag |
Sigmundskvæði (y) |
|
|
5. Leikum |
Kall og Svein ungi |
|
|
6. Sumbiar |
Bjerget |
Huldugentan |
|
7. Havnar Dansifelag |
Brestis kvæði |
|
|
8. Klaksvíkar Dansifeløg |
Stolt Signhild |
|
|
9. Tøkum |
Kongadótturin í |
|
|
10. Frítíðarskúlin |
Hørpuríma |
|
|
11. Suðuroyar |
Ólavur Riddararós |
|
|
12. Dansifelagið á Látrinum |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Tíðin her
suðuri verður so long, at nógv annað
kann kvøðast…
Føroyskur dansur í
sjónvarpi
“Føroyskum
dansi at frama”, er endamálið og arbeiðssetningurin hjá Sláið Ring, sum er
meginfelag hjá 16 lokalfeløgum – 15 her í Føroyum og so Fótatraðk, sum er felag
hjá útisetum í Keypmannahavn.
Í nógv ár
hevur verið tosað um at fáa nýggjar upptøkur av føroyskum dansi til sjónvarpið.
Fyri einum ári síðani avgjørdi Kringvarpið saman við Sláið Ring at samla nøkur
feløg á Reinsarínum, sum býráðið í Tórshavn hevur ognað sær og gjørt í stand,
til at taka føroyskan dans upp til sjónvarp. Ta ferðina valdu Stígum Fast,
Tøkum Lætt og dansifelag Kaggans saman, Klaksvíkar dansifelag, Vága dansifelag
og dansifelagið á Látrinum at taka av hesum møguleika. Hetta eydnaðist so mikið
væl, at tað var sjálvsagt at gera hetta
aftur. Flestu feløg í landinum koma saman at dansa eina ferð um vikuna ella
14.hvønn dag frá hálvum oktobur til fastalávint. Tí kemur tað av sær sjálvum at
hava ein slíka upptøku, tá tað líður dansivetrinum nakað nógv, so feløgini
kunnu planleggja og læra seg í dansitíðini.
Hesaferð
tóku Leikum Fagurt, Tøkum Lætt og dansifelag Kaggans saman, dansifelagið á
Látrinum, Eysturoyar dansifelag og nýstovnaða felagið “Ung í dansi” av
møguleikanum at taka dans upp til sjónvarp.
Tórshavnar
býráð legði hús til – bæði í fjør og aftur hesaferð bleiv tikið upp á
Reinsarínum. Hølið er sera væl egnað til føroyskan dans. Dansifeløgini bíðaðu
eftir tørni at taka upp í posthúskjallaranum, sum Kringvarpið hevði leigað.
Sláið Ring bjóðaði øllum, sum vóru við, til eina máltíð á Reinsarínum, tá upptøkurnar
vóru lidnar. Aftaná var lýst til almennan dans, og Kringvarpið nýtti høvið til at taka upp til útvarpið í sama viðfangi
og læt mikrofonirnar hanga eftir. Nakað
av fólki kom í almennan dans, eisini nakrir útlendingar.
Øll, sum eg
havi tosað við, rósa tiltakinum. Bara væl nøgd fólk, sum hava hug at gera hetta
sama aftur næsta ár. Onkur nevndi kvæðir, sum tey kundu hugsað sær at fingið
við næstu ferð. Sera hugaligt hjá okkum, sum eru góð við dansin. So væl kemur
burturúr, tá vit lyfta í felag. Stóra
takk skulu tit øll hava – býráið fyri at hýsa okkum, feløgini fyri at skaffa
fólk og venja og Sláið Ring fyri at samskipa og bjóða okkum at eta. Kringvarpið
við Tórði Mikkelsen og Johan Mortensen á odda kláraði uppgávuna til ug. Eisini
upptøkutoymið, sum arbeiddi ótroyttiliga í fleiri tímar, hevur uppiborið eina
hjartans tøkk. Øll somul arbeiddu føroyskum
dansi at frama.
Ábyrgdin hjá
okkum, sum fáast við føroyskan dans er stór – hugsaði at skriva “øgilig”, men
tað ljóðar so negativt. Vit dansa, tí tað er stuttligt, og so er tað bæði
heilsu- og sálarbót og góð motión fyri allan kroppin samstundis, sum heilin
verður brúktur. Bara vit dansa henda
sermerkta dans, sum varð brúktur um alt Europa í miðøldini, men sum bara vit
hava megnað at varðveita. Ongin kemur at gera tað fyri okkum. Onkur hevur nevnt, at vit hildu fram at dansa
føroyskan dans, tí vit høvdu ikki ráð til at keypa ljóðføri. Eg freistist til
at siga, at so var tað gott, at vit vóru so fátøk. Eftir mínum tykki er føroyskur
dansur ein sonn perla – ein verðinsarvur,
sum hoyrir heima á Unesco-listanum. Fyri
mær er onki ímóti glaðum fólkum í góðum føroyskum dansi.
Hesar
seinastu ferðirnar tað hevur verið almennur dansur, hevur verið nógv av ungum
fólki í dansi og tað gleðir okkum almikið.
Tann 21. maj
hittast øll feløgini á landsdansistevnu í Klaksvík. Hetta er 12. ferð, at vit
hittast til landsdansistevnu, sum varð hildin á fyrsta sinni vesturi í Vágum í 1983.
Jú, tað grør
í føroyskum dansi.
Við
Norðskála tann 8.apríl 2016.
Kathrina,
Eysturoyar dansifelag.
Barnalandsdansistevnan í Vági leygardagin 30. apríl
Til øll dansifeløgini!!!
Freistin at boða frá luttøku er fríggjakvøldið 8. apríl.
Hvørt feløg kann velja 2 kvæði ella sangir.
Á ferðini verða útferðir, matur, drekkamunnur og køkur og sjálvandi dansur.
Tiltakið er ókeypis (matur, útferðir og sigling).
Smyril siglir av Havnini leygarmorgun kl. 7.00 og norður aftur kl.18.30.
Heilsan
v. Jómsvíkingar
Arnfinn Bjarkhamar tlf.252230
T-postur: sum@skulin.fo