|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Kyndulsmessudansur í Harladssundi
Eins og undan farin ár verður vælumtókti kyndulsmessudansurin í Haraldssundi á skránni í 2013. Hesaferð verður hann fríggjakvøldið 25. januar og byrjar dansurin klokkan 22.00 og endar klokkan 3.00. Kostnaðurin fyri kvøldið er 100 krónur, og tá er matur íroknaður prísin.
Fleiri dansifeløg hava víst kvøldinum áhuga, so væntandi verður dansurin væl vitjaður. Haraldssund er gomul kyndulsmessubygd, og eru fyrireikararnir glaðir fyri, at tað hevur eydnast at endurreisa hesa gomlu siðmentan í bygdini.
Vegna fyrireikararnar
Andrass Jacobsen
Barnadansistevnan í ár, verður hildin hin 2. februar í Norðurlandahúsinum.
Byrjað verður kl. 10.00 og vit enda uml. kl. 15.00.
Vit fara at biðja feløgini um at senda inn til
okkara, hvat tit helst vilja kvøða ,og hvussu mong tit verða, bæði børn og vaksin.
Tað hevði verið gott, um tit kundu sent trý
uppskot, so skulu vit royna at gera eina skrá, so fjøllbroytta sum til ber.
Vit fara eisini at heita á feløgini um at hava
nakrar vísur við eyka. Tað er gott at hava nokk av tilfari og tað ger heldur einki,
um sama kemur fyri meir enn eina fer.
Boðast
skal frá luttøku í seinasta lagi 23.
januar 2013
Sláið Ring
Rasmus
Joensen
Tlf. 210
412
e-post:
sr@sr.fo
Nýggjársdansur verður í Dali 1.1.2013. kl. 18.30
Kostnaður 100 kr. ( íroknað smurt breyð, kaffi og te )
Teistin fer av Gomlurætt kl. 17.15 og úr Skopun kl. 10.30
Bussur koyrir í samband við tiltakið.
Við dansikvøðu
Stígum Fast
Tiltakið ung í dansi verður hesaferð í Tjørnuvik 23. og 24. nov.
Nærri kunnging um skrá og tilmelding kemur seinni.
Skrá fyri dansivikuskiftið í Tjørnuvík:
Fríggjadagur:
17.30: Farið verður við bussi av Oyrabakka til Tjørnuvíkar
18.30: Nátturði
19.30: Samansjóðing og ymisk spøl.
– Vit fara eisini at læra okkum eina norska vísu
21.30: Almennur dansur, har limir úr Norðstreymoyðar Dansifelag luttaka
Leygardagur:
09.00: Morgunmatur
10.30: Gongutúrur í Tjørnuvík
13.00: Døgurði
14.00: Ferðafrásøgn frá ungdómstúri í Norra
14.30: Dansur o.a.
16.30: Ábit
17.30: Fráferð úr Tjørnuvík
Sum vanligt hevði Dansifelagið í Havn aðalfund fyrsta fríggjakvøld eftir heystferiuna. Nú eru skráin fyri veturin løgd og er hon at finna niðanfyri umframt undir “Limafeløg > Dansifelagið í Havn”. Vanligt hevur verið at taka ymisk lættari kvæði og vísur, sum ikki standa á skránni. Fyri at gera tað lættari hjá nýggjum fólki at koma uppí, hava vit í ár gjørt av, at gera eina roynd at hava minst eitt lættari/vanligt kvæði ella vísu á skránni hvørt kvøld.
Veturin 2012-13 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldini 12.10, 26.10, 2.11, 9.11, 16.11, 23.11, 30.11, 7.12, 4.1, 11.1, 18.1, 25.1 og 1.2, kl. 20:00. Skrá sæst undir hvønn dag í kalendaranum her á sr.fo. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!
Dansað verður vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22-24. Áðrenn farið verður upp á gólv er ein drekkamunnur. Skráin fyri veturin er niðanfyri. Tá avboð eru ella stundir annars eru, verða fyrifallandi lættari kvæði ofta tikin. Øll eru vælkomin at møta til dansin í Hornahúsunum.
| Frí. 26.10 | Aðalfundur |
| Frí. 2.11, kl. 22 | Eingin skrá |
| Frí. 9.11, kl. 22 |
Huldugentan, Jóhannis Ribbolt er en grevesøn, Niels Det er i Nat en Vagenat, Birgir Ormurin Langi, Janus Kamban |
| Frí. 16.11, kl. 21 | Hugnakvøld Okkurt verður at fáa av mati og drekka Geyti Áslaksson, Hákun Svend Vonved, Niels Brestiskvædi, Gunnar |
| Frí. 23.11, kl. 22 | Larvin Dvørgakongur, Bynne Stærke Tidrik, Janus úr Dímun Ebbe Skammelsøn, Janus Kamban Aligast ríma, Niels |
| Frí. 30.11, kl. 22 | Trøllini á Hornalondum, Wentzel Einars ríma, Jóhannis Vilmundskvædi, Birgir Harra Pætur og Elinborg |
| Frí. 07.12, kl. 22 | Kong Tidrik sidder udi Beren, Hákun Der bor en Jarl i Engeland, Niels Tístrams táttur, Janus úr Dímun Sigmunds kvædi yngra |
| Frí. 04.01, kl. 22 | Jøkilskvædi, Janus úr Dímun Kong Oluf og hans broder kær, Niels Magnus Kongur av Noregi, Jóhannis Flóvin Bænadiktson |
| Frí. 11.01, kl. 22 | Ragnarskvædi, Wentzel Fru Ingeborg, Niels Viljormur Kornus, Randi |
| Frí. 18.01, kl. 22 | Gunnleygs Kvæði, Hákun Gudbrandskvædi |
| Frí. 25.01, kl. 22 | Torkils døtur, Randi Gáturíman, Jóhannis Aalebrands vísa, Heini |
| Frí. 1.02, kl. 22 | Virgarskvædi, Jóhannis Grindavísan, Janus Kamban Hr. Sinklar |
| Ley. 09.02, kl. 20 | Ársveitsla Borðhald í Sjónleikarhúsinum Dansur í Hornahúsunum |
Ung í dansi.
23.-24. nov. 2012 verur tiltakið “Ung í dansi”. Hetta er eitt tiltak fyri ung, frá 14-18 ár, ið hava áhuga fyri tí føroyska dansinum. Í ár verður tiltakið í Bygdarhúsinum í Tjørnuvík.
Tiltakið er ókeypis og ferðaendurgjald verður latið. Eisini er tiltakið rúsfrítt!
Farið verður til Tjørnuvíkar fríggjadagin kl. 17.30. Bussur fer av Oyrabakka norður til Tjørnuvíkar. Vit fara úr Tjørnuvík aftur leygardagin kl. 17.30.
Leið 400 hjá Bygdaleiðum koyrir bæði úr Klaksvík og Tórshavn kl. 16.20 og er á Oyrabakka 17.05.
Um so er, at øll ikki náa bussin til Tjørnuvíkar, so kann sigast frá á tlf. 220659, hjá Hildur.
Á skránni er m.a., dansur, matur, spøl, ferðafrágreiðing um ungdómstúrin í Norra, gongutúrur runt í Tjørnuvík við frásøgufólki, almennur dansur har limir úr Norðstreymoyar Dansifelag luttaka.
Tann endaliga skráin kemur at liggja á heimasíðuni hjá Sláið Ring, www.sr.fo
Havið soviposa og undirlag við. Góðar skógvar, kvæðabók, skiftiklæðir og tannbust er eisini gott at hava við 🙂
Tilmeldingarfreistin er 19. novembur. Tilmeldingin fer fram hjá Hildur K. Sørensen, tlf. 220659 ella á telduposti hildurks@hotmail.com
Fyrireikarnir
Elin og Hildur
Uppskot um
nýggja brúðarvísu
Sláið
Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, fer undir enn eitt átak um nýggja
brúðarvísu. Tit, ið hava uppskot, eru vælkomin at senda inn.
Um
vísuna kann sigast, at
·
Hon
skal vera viðkomandi fyri brúðarparið
·
Hon
skal kunna kvøðast á gólvi
·
Longdin
skal vera soleiðis, at tað tekur uml. 8 min. at kvøða
·
Vísan
skal hava niðurlag
·
Um
lagið kunnu vit siga
o Yrkjast kann til
kent lag
o Yrkjast kann til
nýtt lag
o Hevur vísan
einki lag, kann Sláið Ring biðja fólk gera lag
·
Møguleiki
er eisini at senda fløgu við
·
Vísan skal
vera skriva undir merki (dulnevnd), tó skal afturlatin brævbjálvi við veruliga
navninum liggja við uppskotinum
·
Freistin
fyri at lata inn uppskot er 9. desember 2012
Hvussu
síðani verður farið fram
Um arbeiðið
hjá nevndini o.a.
Sláið
Ring hevur heitt á hesi um at manna nevdina, og hava tey játtað: Jákup Reinert
Hansen, Bergljót av Skarði og Rasmus Joensen.
Sláið
Ring
Rasmus
A. Joensen, fm.
sr@sr.fo
Tlf.
210 412
Á
Teigi 7
FO-100
Tórshavn
Aftur í ár skipar Dansifelagið fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld í dansitíðini. Fyrsta kvøldið dansað verður, er fríggjakvøldið 12. okt., kl. 20:00. Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.
Eingi nøvn eru sett fyri, hvør skipar, men ætlanin er, at bæði børn og vaksin skipa tað, tey hava hug til. Hevur onkur hug at skipa, er bert at siga frá, eisini um tað er okkurt, sum ikki stendur í skránni ella í heftinum.
Frí. 12.10, kl. 20.00:
Eingin skrá
Frí. 19.10:
Heystfrí.
Frí. 26.10, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 02.11, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 09.11, kl. 20.00:
Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 16.11, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Leivs kvæði, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 23.11, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 30.11, kl. 20.00:
Torkils døtur, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 07.12, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Vit dansa jólatræ eftir steðgin
Jólafrí
Frí. 04.01, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 11.01, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Sankta Mortan, Sigmunds kvæði yngra, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 18.01, kl. 20.00:
Hr. Sinklar, Brestis kvæði, Flóvin Bænadiktsson, Sankta Simeon, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 25.01, kl. 20.00:
Ormurin Langi, Harra Pætur og Elinborg, Sankta Mortan, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Frí. 01.02, kl. 20.00:
Sigmunds kvæði yngra, Gudbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Sankta Simeon, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði, Veturin kom
Seinasta dansikvøld.