Føroyskur dansur í Ålborg

 

Danir hava hátíðarhildið altjóða dansidagin yvir fleiri dagar, og í
góðveðrinum í dag varð aftur dansað í Aalborg – harímillum var eisini føroyskur
dansur

Føroyingar í Aalborg høvdu í dag ein virknan leiklut í hátíðarhaldinum av
altjóða dansidegi, sum hevur verið hildið yvir fleiri dagar frá 29. apríl til og
við í dag.

Nógvir føroyingar búgva í Aalborg og nærhendis har. Hetta vita danir eisini,
og høvdu tey sett seg í samband við Føroyignafelagið í Aalborg, at fáa hesi at
vísa føroyskan dans fram saman við øðrum dansum.

Hesi so gjørdu, og í dag varð ringur sligin á Luises Plads og á C.W. Obels
Plads í Aalborg, og kvøddu tey eisini. Skipari var Fritjof
Tórgarð.

Kelda: Portal

Kvóðu og gjørdu seyðabond

 

Í ár var kvæðadagurin útsettur av serligum orsøkum, men hann eydnaðist
kortini sera væl. Dagurin byrjaði við at børnini í 1. til 6. flokk gjørdu
seyðbond frá kl. 8.00 til 9. 00.

Síðani varð farið niðan í Skálan at dansa føroyskan dans. Í ár vóru allir
árgangirnar upp til 6. flokk saman í ringi. Árgangirnir høvdu ábyrgd av hvør
sínum kvæði, sum tey høvdu lært.

Seinni dansaðu 7. fl og framhaldsdeildin saman.
Sum nakað nýtt var
bandadansur eisini á skránni.

Sí video frá degnum her

Kelda:
Norðlýsið

Eftirmetingar- og ætlanarfundu

 

Sláið Ring hevur skrivað til øll
dansifeløgini og bjóða teimum til Skálavíkar til eftirmetingar- og ætlanarfund.
M.a. verður sagt:

 

Sunnudagin 10.
mei 2009 verður eftirmetingar – og kunningarfundur hildin á Keldu í Skálavík.
Fundurin byrjar kl. 13.00.

Teistin siglir
av Gomlurætt kl. 11.15 og úr Skopun 18.30.

 

Skráin fyri
eftirmetingar – og ætlanarfundin:

  • Barnlek
    2008
  • Barnadansistevnan
    2009
  • Barnadansistevnan
    2010
  • Landsdansistevnan
    2010.
  • Ymiskt

 

 

Heitt verður á
feløgini um at senda umboð á fundin, eitt ella tvey. Tá stórur partur av
fundinum verður um barnadans, vóna vit, at umboð fyri barnadansin eisini verða
við. Vinaliga sigið frá, hvussu mong koma frá hvørjum felagi, so vertirnir kunnu
leggja til rættis. Tit skulu ringa til Atla Dalsgaard tlf. 217779 ella Helgu
Poulsen tlf. 217901.

 

 

 

Tórshavn, hin 24. apríl
2009

 

 

Vegna nevndina,                  

Rasmus A.
Joensen
,
fm.

Myndir frá barnadansinum

 Tá barnadansistevnan var í Suðri seinasta leygardag, tóku vit fleiri myndir,
sum nú eru lagdar út á heimasíðuna

Upp á gólv við suðuroyingum

Landsbarnadansistevna var leygardagin, og suðuroyingar vóru gestablíðir vertir fyri umleið 400 dansiglaðum børnum og vaksnum

Gestirnir komu snimma á morgni við Smyrli á Krambatanga, har gingið var í
skrúðgongu til høllina í Trongisvági. Har setti Rasmus Joensen, formaður í Sláið
Ring barnadansistevnuna, áðrenn farið var upp á gólv.
Dansað
varð fram til døgurða og kvøtt varð Sigmundskvæði yngra, Gullbrandskvæðið.
Flóvin Bænadiktsson, Torkils døtur, Ormurin Langi, Bjerget, Nykurs vísa, Stolt
Signhild, Mallebro og Ólavur Riddararós. Næmingar úr Skt. Frants skúla høvdu
eina serliga framførslu, har tey vístu fram dansispøl.
Eftir
døgurðasteðg varð stóri dansihópurin býttur í tveir bólkar, sum fóru hvør í sína
leið við bussum og staðkendum ferðaleiðarum.
Fyrri bólkurin
fór suður til Vágs at dansa, og síðani gekk leiðin longur suður til Sumbiar, har
dansistovan legði gólv til enn fleiri kvæði.
Seinni bólkurin
fór norður til Fámjins, til Sandvíkar og síðani til Hvalbiar at trína dans.
Stóri hópurin hittist aftur á Krambatanga um kvøldið, har Smyril og ferðafólk
bíðaðu. Har kvóðu smáu og stóru dansararnir tríggjar vísur, áðrenn punktum varð
sett fyri barnadansistevnuni 2009 við at øll sungu ”Boðar tú til allar
tjóðir”.
Barnadansistevnan verður væntandi í Eysturoynni
næsta ár.

Kelda : Dimma.fo

Nógv børn úr Sandoynni

 Av Sandi fór bussur fullur av dansiglaðum børnum, sum skuldu til
Suðuroynna leygarmorgunin. Komin til Havnar fríggjakvøld varð dansað uppá lívið
á Føroya Fólkaháskúla. Síðani varð farið umborð á Smyril at gista.
Leygarmorgunin var so siglt av Havnini til Suðuroyar.

Tað kann ikki sigast annað enn, at hendan barnadansistevnan er væl umtókt.
Eini 500 luttakarar førdi Smyril suður til Tvøroyri.
 
Børnini úr Sandoynni fóru upp á gólvið kl. 12:00 leygardagin á Tvøroyri og
síðani varð farið til Vágs. VB-høllin var dýrandi full – hóast fótbóltur bleiv
leiktur uttanfyri. Í Sumba bleiv eisini dansað.

Fyrireikararnir lata sera væl at tiltakinum.

So skal leggjast afturat, at dansifeløgini í Sandoynni eru sera virkin at
læra tann føroyska dansin fyri børninum.

Kelda :
sandportal.fo

Burt frá gravarbakka

So langt vit kunnu skjalprógva hevur verið mett, at dansurin er komin á
fallandi fót, men tað var tórført at hóma gravarbakkan 18 apríl



Tann 18 apríl var barnadansistevna í Suðuroynni.
Tað vóru dansifeløgini í Suðuroynni í samstarvi við Sláið Ring, sum skipaðu
fyri.

Barnadansistevnan hevur verið eitt afturvendani
tiltak seinastu seks árini. Øll árini hevur stevnan verið væl eydnað, og hendan
stevnan var einki undantak. Úti við fimmhundrað børn og vaksin luttóku á
stevnuni.

At Barnadansistevnan klárar at savna so nógv fólk
er at frøast um. So langt vit kunnu skjalprógva hevur verið mett, at dansurin er
komin á fallandi fót, men tað var tórført at hóma gravarbakkan henda dagin. Hví
so er, kunnu vit gita um, men samstarvið millum dansifeløgini og skúlarnar,
saman við stuðulinum frá Mentamálaráðnum gera, at tiltakið ár eftir ár savnar
føroysk børn og ungdóm. At fjølmiðlarnir geva stevnuni ans hjálpir eisini
til. 


Vónandi kann hetta samstarv halda á, tí hetta
er sera týðandi fyri mentunararv okkara. Tað er á slíkum stevnum at børnini fáa
tað menturnarligu felagskenslu, sum skal til fyri at bera arvin víðari. Tað er á
slíkum stevnum at eldsálirnar, sum eru gullverdar, fáa brenni til berandi logan.
Tað er á slíkum stevnum at vaksin, sum annars ikki eru limir í dansifeløgum,
koma í samband við dansin.

Tað er á slíkum stevnum at dansurin veruliga er
fólksins ogn.

 

Dansistevnan 2009 eydnaðist sera væl, og vilja vit
at enda takka feløgunum í Suðuroynni fyri tiltakið, sum var framúr væl úr hondum
greitt. Eisini vilja vit takka manningini umborð á Smyrli fyri beinasemi og góða
tænastu.

Barnadansistevnan verður stór

 Leygardagin 18. apríl fara 420 ungir dansarir at dansa allan
dagin, Suðuroynna á tamb.

Dansararnir koma allastaðni frá, og byrjar tiltakið á Krambatanga við
einari dansigongu til ítróttarhøllina í Trongisvági, har stevnan verður sett av
Rasmussi Joensen, formanni í landsfelagnum føroyskum dansi at frama, Sláið
Ring. Eftir at Nita Næs hevur kunnað luttakararnar um dagin, verður
dansað fram til miðdag.
 
Eftir, at øll hava fingið døgurða, verða luttakararnir koyrdir í tveir
bólkar, har annar fer suðureftir og steðga tey í Sumba og í Vági, har tey dansa
ávíkavist í dansistovuni í Sumba og í Jómsborg. Hin bólkurin ferðast í
norðaru helvt, og steðgar í Fámjin, Hvalba og í Sandvík, har tey dansa í
Vesturhøll og í Roynhøllini.
 
Dansitiltakið endar, har tað byrjaði – á Krambatanga, har tey sláa ring.
Hetta verður áðrenn fráferðina hjá Smyrli.
 
Landsdansistevnan fyri børn og ung er eitt afturvendandi tiltak. Í fjør var
hon í Sandoynni, og vóru tá 350 luttakandi.
 
Luttakandi dansifeløgini í ár eru: Sumbiar dansifelag, Tøkum Lætt,
Jómsvíkingar, Vága Dansifelag, Leikum Fagurt, Stígum Fast,
 Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt, Klaksvíkar Dansifelag, Eysturoyar
Dansifelag, Dansifelagið í Havn og næmingar úr St. Frants skúla í
Havn.

Kelda : Suðurrás 11 apríl

Brúðardansur í stilluviku

 Onkur ikki sørt skemtilig undantøk at finna í sambandi við páskir í gomlum døgum í Føroyum.


Brúðardansur í heilagastu
vikuni

– Tú hevði loyvi at dansa
brúðardans, um onkur giftist. Altso brúðarvísuna og so eitt sindur afturat, men
ikki meira enn tað. Tað hevur tú altíð havt loyvi til, tað er ikki synd. Tí
søgdu teir, at teir kvóðu ikki brúðarvísuna, teir sungu hana, smílist hann.

Men beint áðrenn páskirnar er ein tíð, tá tú hevur føstuna, tá tú ikki mátti
dansa, og tú mátti heldur ikki eta kjøt. Tað hava føroyingar praktiserað meira
ella minni. Tey søgdu tað í hvussu er. So kemur dymbildagavikan, og tað var
næstan tann heilagasta vikan, sum var í øllum kirkjuárinum, har fólk ikki skuldu
gera nakað sum helst. Man skuldi vera øgiliga friðarligur, lesa lestur og ganga
heima. Men tá so páskadagurin kom, lætnaði í, og annar páskadagur var eisini
dansidagur fyrr, og fólk fóru at rulla egg, sigur hann.

 

(Hetta brotið er tikið úr greinini ” Stillavika er blivin óstill”, sum stóð í
Dimmu 8.apríl 2009. Greinin byggir á samrøðu við
Jóan Paula Joensen,
professara í fólkalívsfrøði og siðsøgu)

Kallsoyingar til Suðuroyar

Barnadansurin
á Kallsoynni hevur luttikið á fleiri barna- og ungdóms dansistevnum,
og lata tey væl at. “Hetta er nakað vit síggja fram til gjøgnum
veturin”, ljóðar tað av Kallsoynni.




“Vit lata ikki ein góðan dans fara aftur við
borðinum” Hetta svar fekk eg, tá ið eg ringdi til Húsar at vita um nakar var,
sum ætlaði sær á Barnadansistevnu 18. apríl 2009.

 

Barnadansurin á Kallsoynni hevur verið livandi í
fleiri ár. Um framt at børnini dansa í Sigursglæmuni, bygdahúsinum á Húsum, hava
tey eitt tætt samstarv við barnadansin í Klaksvík og Barnadansin á Viðareiðið.
Vanliga møtast hesi børn eini tríggjar ferðir um verturin at dansa saman. Hetta
er nakað, sum børnini gleða seg til.

 

Eitt aftur vendanditiltak er
føstulávintshaldi.  Á hvørjum ári
møtast børnini at sláa tunnu og at dansa saman. Hetta tiltak skiftir millum
bygdirnar. Í ár var føstulávintshaldið á Húsum.

 

Barnadansurin á Kallsoynni hevur luttikið á fleiri
barna-  og ungdóms dansistevnum og
lata tey væl at. “Hetta er nakað vit síggja fram til gjøgnum veturin”, ljóðar
tað av Kallsoynni.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×