Landsdansistevnan 2010

 

Landsdansistevnan
2010 verður leygardagin 8. mai. Stevnan verður á Sandoynni og eru tað
feløgini Stígum Fast og Leikum Fagurt, sum skipa fyri.

 

 




Á Landsdansistevnuni 2007, sum var í Suðuroynni,
bjóðaðu feløgini úr Sandoynni seg fram til at skipa fyri Landsdansustevnuni
2010.

 

Sandoyggin hevur ávur skipað fyri hesum tiltaki,
og er tann stevnan enn eitt minniligt dømi um góðan verskap.

 

Feløgini bæði, Stígum Fast og Leikum Fagurt, hava
verið saman og prátað um komandi stevnuna. Enn eru nógvir endar leysir, men
dagurin er longu lagdur. Landsdansistevnan 2010 verður leygardagin 8. mai.  

 

Hvar í Sandoynni hon verður, er enn ógreitt, men
arbeitt verður fram ímóti, at dansurin skal fáa bestu karmar. Eisini er ætlanini
at sleppa undan fólkakvotu. “Vit vilja fegin bjóða øllum áhugaðum á stevnuna,
men enn vita vit ikki við vissu, um oyggin klárar at taka ímóti”, ljóðar tað av
Sandoynni.

 

Vit í Sláið Ring gleða okkum til
Landsdansustevnuna 2010, og nú er lagamanni at luttaka. Dagurin, tann 8. mai er
longu lagdur, so kæru dansifólk: “ x í álminakkan tann 8.
mai”.

Ung í dansi 09

 Fríggjakvøldið
fjórða og leygardagin fimta september, kunnu ung úr øllum landinum vera
við til at menna mentan okkara. Hesar dagar skipar Sláið Ring fyri “Ung
í dansi 09”

”Ung í dansi” er eitt tiltak, sum
er fyri allar næmingar frá sjeynda til tíggjunda flokk. Hetta er triðja árið á
rað at tiltakið sær dagsins ljós. Fyrsta stevnan var við Gjógv, og í fjørð var
stevnan í Øravík. Gott hálvthundra luttakarar hava verið til hvørja stevnuna.
Stevnan hevur til endamáls at kunna ungdómin við føroyskan dans og kvæðir
okkara.

 

 Í ár verður stevnan í skúlanum á
Giljanesi. Hesu ferð verður varpað ljós á vanligu føroysku dansispølini. Umframt
dansispølini læra luttakararnir seg kvæði og søgnina um Seyðamannin á Sondum.
Eisini sleppa tey ungu at luttaka í góðum føroyskum dansi. Hetta verður saman
við Vága Dansifelag í Beitinum.

 

Sláið Ring heldur at slík stevna
er av størsta týdningi. Tað er torført at halda teimum ungu til kvæðini, men tá
tey ungu møtast til slíkar stevnur, binda tey vinarbond. Mangan verða hesi
vinarbond bundin við dansinum sum felagsnevnara og styrkja tey tí dansin
munandi.

 

Føroyskur dansur er so háttaður,
at eingin nýtist at setast aftur. Her er pláss fyri øllum. Hann er ein
fólkadansur í orðsins rætta týdningi. Her eru ongar undarliga rassarørslur,
eingi hábrøgd um tónin skurrar eitt vet. Her finnast eingir ráðgevar uttaneftir.
Her eru vit serfrøðingar, hvør einasti ein av okkum.

 

Undanfarnu ár vóru tað mest
dansifeløg sum meldaðu ungdómar til tiltakið, men tað er einki í vegin fyri at
ein skúlaflokkur verður meldaður til. Fyrireikararnir seta tó tað treyt, at ein
vaksin er um hvørjar átta ungdómar.

 

Ung í dansi 09 er ókeypis tiltak
og verður ferðakostnaðurin endurgoldin. Hetta verður gjørt fyri at øll skulu
kunna hava møguleikan at vera við.

 

Sláið Ring gleðir seg til
tiltakið og vónar at eisini skúlaflokkar vísa Ung í dansi 09 áhuga. 

Dansinátt

 Afturvendandi tiltakið, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri
undir heitinum Dansináttin í Norðurlandahúsinum verður leygarkvøldið 11. juli
frá kl. 21.30 til 01.30. Er dansurin góður kann haldast á nakað
longur.
Tiltakið er alment og vóna vit at fleiri leggja leiðina framvið.

Føroyskur dansur í Ålborg

 

Danir hava hátíðarhildið altjóða dansidagin yvir fleiri dagar, og í
góðveðrinum í dag varð aftur dansað í Aalborg – harímillum var eisini føroyskur
dansur

Føroyingar í Aalborg høvdu í dag ein virknan leiklut í hátíðarhaldinum av
altjóða dansidegi, sum hevur verið hildið yvir fleiri dagar frá 29. apríl til og
við í dag.

Nógvir føroyingar búgva í Aalborg og nærhendis har. Hetta vita danir eisini,
og høvdu tey sett seg í samband við Føroyignafelagið í Aalborg, at fáa hesi at
vísa føroyskan dans fram saman við øðrum dansum.

Hesi so gjørdu, og í dag varð ringur sligin á Luises Plads og á C.W. Obels
Plads í Aalborg, og kvøddu tey eisini. Skipari var Fritjof
Tórgarð.

Kelda: Portal

Kvóðu og gjørdu seyðabond

 

Í ár var kvæðadagurin útsettur av serligum orsøkum, men hann eydnaðist
kortini sera væl. Dagurin byrjaði við at børnini í 1. til 6. flokk gjørdu
seyðbond frá kl. 8.00 til 9. 00.

Síðani varð farið niðan í Skálan at dansa føroyskan dans. Í ár vóru allir
árgangirnar upp til 6. flokk saman í ringi. Árgangirnir høvdu ábyrgd av hvør
sínum kvæði, sum tey høvdu lært.

Seinni dansaðu 7. fl og framhaldsdeildin saman.
Sum nakað nýtt var
bandadansur eisini á skránni.

Sí video frá degnum her

Kelda:
Norðlýsið

Eftirmetingar- og ætlanarfundu

 

Sláið Ring hevur skrivað til øll
dansifeløgini og bjóða teimum til Skálavíkar til eftirmetingar- og ætlanarfund.
M.a. verður sagt:

 

Sunnudagin 10.
mei 2009 verður eftirmetingar – og kunningarfundur hildin á Keldu í Skálavík.
Fundurin byrjar kl. 13.00.

Teistin siglir
av Gomlurætt kl. 11.15 og úr Skopun 18.30.

 

Skráin fyri
eftirmetingar – og ætlanarfundin:

  • Barnlek
    2008
  • Barnadansistevnan
    2009
  • Barnadansistevnan
    2010
  • Landsdansistevnan
    2010.
  • Ymiskt

 

 

Heitt verður á
feløgini um at senda umboð á fundin, eitt ella tvey. Tá stórur partur av
fundinum verður um barnadans, vóna vit, at umboð fyri barnadansin eisini verða
við. Vinaliga sigið frá, hvussu mong koma frá hvørjum felagi, so vertirnir kunnu
leggja til rættis. Tit skulu ringa til Atla Dalsgaard tlf. 217779 ella Helgu
Poulsen tlf. 217901.

 

 

 

Tórshavn, hin 24. apríl
2009

 

 

Vegna nevndina,                  

Rasmus A.
Joensen
,
fm.

Myndir frá barnadansinum

 Tá barnadansistevnan var í Suðri seinasta leygardag, tóku vit fleiri myndir,
sum nú eru lagdar út á heimasíðuna

Upp á gólv við suðuroyingum

Landsbarnadansistevna var leygardagin, og suðuroyingar vóru gestablíðir vertir fyri umleið 400 dansiglaðum børnum og vaksnum

Gestirnir komu snimma á morgni við Smyrli á Krambatanga, har gingið var í
skrúðgongu til høllina í Trongisvági. Har setti Rasmus Joensen, formaður í Sláið
Ring barnadansistevnuna, áðrenn farið var upp á gólv.
Dansað
varð fram til døgurða og kvøtt varð Sigmundskvæði yngra, Gullbrandskvæðið.
Flóvin Bænadiktsson, Torkils døtur, Ormurin Langi, Bjerget, Nykurs vísa, Stolt
Signhild, Mallebro og Ólavur Riddararós. Næmingar úr Skt. Frants skúla høvdu
eina serliga framførslu, har tey vístu fram dansispøl.
Eftir
døgurðasteðg varð stóri dansihópurin býttur í tveir bólkar, sum fóru hvør í sína
leið við bussum og staðkendum ferðaleiðarum.
Fyrri bólkurin
fór suður til Vágs at dansa, og síðani gekk leiðin longur suður til Sumbiar, har
dansistovan legði gólv til enn fleiri kvæði.
Seinni bólkurin
fór norður til Fámjins, til Sandvíkar og síðani til Hvalbiar at trína dans.
Stóri hópurin hittist aftur á Krambatanga um kvøldið, har Smyril og ferðafólk
bíðaðu. Har kvóðu smáu og stóru dansararnir tríggjar vísur, áðrenn punktum varð
sett fyri barnadansistevnuni 2009 við at øll sungu ”Boðar tú til allar
tjóðir”.
Barnadansistevnan verður væntandi í Eysturoynni
næsta ár.

Kelda : Dimma.fo

Nógv børn úr Sandoynni

 Av Sandi fór bussur fullur av dansiglaðum børnum, sum skuldu til
Suðuroynna leygarmorgunin. Komin til Havnar fríggjakvøld varð dansað uppá lívið
á Føroya Fólkaháskúla. Síðani varð farið umborð á Smyril at gista.
Leygarmorgunin var so siglt av Havnini til Suðuroyar.

Tað kann ikki sigast annað enn, at hendan barnadansistevnan er væl umtókt.
Eini 500 luttakarar førdi Smyril suður til Tvøroyri.
 
Børnini úr Sandoynni fóru upp á gólvið kl. 12:00 leygardagin á Tvøroyri og
síðani varð farið til Vágs. VB-høllin var dýrandi full – hóast fótbóltur bleiv
leiktur uttanfyri. Í Sumba bleiv eisini dansað.

Fyrireikararnir lata sera væl at tiltakinum.

So skal leggjast afturat, at dansifeløgini í Sandoynni eru sera virkin at
læra tann føroyska dansin fyri børninum.

Kelda :
sandportal.fo

Burt frá gravarbakka

So langt vit kunnu skjalprógva hevur verið mett, at dansurin er komin á
fallandi fót, men tað var tórført at hóma gravarbakkan 18 apríl



Tann 18 apríl var barnadansistevna í Suðuroynni.
Tað vóru dansifeløgini í Suðuroynni í samstarvi við Sláið Ring, sum skipaðu
fyri.

Barnadansistevnan hevur verið eitt afturvendani
tiltak seinastu seks árini. Øll árini hevur stevnan verið væl eydnað, og hendan
stevnan var einki undantak. Úti við fimmhundrað børn og vaksin luttóku á
stevnuni.

At Barnadansistevnan klárar at savna so nógv fólk
er at frøast um. So langt vit kunnu skjalprógva hevur verið mett, at dansurin er
komin á fallandi fót, men tað var tórført at hóma gravarbakkan henda dagin. Hví
so er, kunnu vit gita um, men samstarvið millum dansifeløgini og skúlarnar,
saman við stuðulinum frá Mentamálaráðnum gera, at tiltakið ár eftir ár savnar
føroysk børn og ungdóm. At fjølmiðlarnir geva stevnuni ans hjálpir eisini
til. 


Vónandi kann hetta samstarv halda á, tí hetta
er sera týðandi fyri mentunararv okkara. Tað er á slíkum stevnum at børnini fáa
tað menturnarligu felagskenslu, sum skal til fyri at bera arvin víðari. Tað er á
slíkum stevnum at eldsálirnar, sum eru gullverdar, fáa brenni til berandi logan.
Tað er á slíkum stevnum at vaksin, sum annars ikki eru limir í dansifeløgum,
koma í samband við dansin.

Tað er á slíkum stevnum at dansurin veruliga er
fólksins ogn.

 

Dansistevnan 2009 eydnaðist sera væl, og vilja vit
at enda takka feløgunum í Suðuroynni fyri tiltakið, sum var framúr væl úr hondum
greitt. Eisini vilja vit takka manningini umborð á Smyrli fyri beinasemi og góða
tænastu.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×