Upp á gólv við suðuroyingum

Landsbarnadansistevna var leygardagin, og suðuroyingar vóru gestablíðir vertir fyri umleið 400 dansiglaðum børnum og vaksnum

Gestirnir komu snimma á morgni við Smyrli á Krambatanga, har gingið var í
skrúðgongu til høllina í Trongisvági. Har setti Rasmus Joensen, formaður í Sláið
Ring barnadansistevnuna, áðrenn farið var upp á gólv.
Dansað
varð fram til døgurða og kvøtt varð Sigmundskvæði yngra, Gullbrandskvæðið.
Flóvin Bænadiktsson, Torkils døtur, Ormurin Langi, Bjerget, Nykurs vísa, Stolt
Signhild, Mallebro og Ólavur Riddararós. Næmingar úr Skt. Frants skúla høvdu
eina serliga framførslu, har tey vístu fram dansispøl.
Eftir
døgurðasteðg varð stóri dansihópurin býttur í tveir bólkar, sum fóru hvør í sína
leið við bussum og staðkendum ferðaleiðarum.
Fyrri bólkurin
fór suður til Vágs at dansa, og síðani gekk leiðin longur suður til Sumbiar, har
dansistovan legði gólv til enn fleiri kvæði.
Seinni bólkurin
fór norður til Fámjins, til Sandvíkar og síðani til Hvalbiar at trína dans.
Stóri hópurin hittist aftur á Krambatanga um kvøldið, har Smyril og ferðafólk
bíðaðu. Har kvóðu smáu og stóru dansararnir tríggjar vísur, áðrenn punktum varð
sett fyri barnadansistevnuni 2009 við at øll sungu ”Boðar tú til allar
tjóðir”.
Barnadansistevnan verður væntandi í Eysturoynni
næsta ár.

Kelda : Dimma.fo

Nógv børn úr Sandoynni

 Av Sandi fór bussur fullur av dansiglaðum børnum, sum skuldu til
Suðuroynna leygarmorgunin. Komin til Havnar fríggjakvøld varð dansað uppá lívið
á Føroya Fólkaháskúla. Síðani varð farið umborð á Smyril at gista.
Leygarmorgunin var so siglt av Havnini til Suðuroyar.

Tað kann ikki sigast annað enn, at hendan barnadansistevnan er væl umtókt.
Eini 500 luttakarar førdi Smyril suður til Tvøroyri.
 
Børnini úr Sandoynni fóru upp á gólvið kl. 12:00 leygardagin á Tvøroyri og
síðani varð farið til Vágs. VB-høllin var dýrandi full – hóast fótbóltur bleiv
leiktur uttanfyri. Í Sumba bleiv eisini dansað.

Fyrireikararnir lata sera væl at tiltakinum.

So skal leggjast afturat, at dansifeløgini í Sandoynni eru sera virkin at
læra tann føroyska dansin fyri børninum.

Kelda :
sandportal.fo

Burt frá gravarbakka

So langt vit kunnu skjalprógva hevur verið mett, at dansurin er komin á
fallandi fót, men tað var tórført at hóma gravarbakkan 18 apríl



Tann 18 apríl var barnadansistevna í Suðuroynni.
Tað vóru dansifeløgini í Suðuroynni í samstarvi við Sláið Ring, sum skipaðu
fyri.

Barnadansistevnan hevur verið eitt afturvendani
tiltak seinastu seks árini. Øll árini hevur stevnan verið væl eydnað, og hendan
stevnan var einki undantak. Úti við fimmhundrað børn og vaksin luttóku á
stevnuni.

At Barnadansistevnan klárar at savna so nógv fólk
er at frøast um. So langt vit kunnu skjalprógva hevur verið mett, at dansurin er
komin á fallandi fót, men tað var tórført at hóma gravarbakkan henda dagin. Hví
so er, kunnu vit gita um, men samstarvið millum dansifeløgini og skúlarnar,
saman við stuðulinum frá Mentamálaráðnum gera, at tiltakið ár eftir ár savnar
føroysk børn og ungdóm. At fjølmiðlarnir geva stevnuni ans hjálpir eisini
til. 


Vónandi kann hetta samstarv halda á, tí hetta
er sera týðandi fyri mentunararv okkara. Tað er á slíkum stevnum at børnini fáa
tað menturnarligu felagskenslu, sum skal til fyri at bera arvin víðari. Tað er á
slíkum stevnum at eldsálirnar, sum eru gullverdar, fáa brenni til berandi logan.
Tað er á slíkum stevnum at vaksin, sum annars ikki eru limir í dansifeløgum,
koma í samband við dansin.

Tað er á slíkum stevnum at dansurin veruliga er
fólksins ogn.

 

Dansistevnan 2009 eydnaðist sera væl, og vilja vit
at enda takka feløgunum í Suðuroynni fyri tiltakið, sum var framúr væl úr hondum
greitt. Eisini vilja vit takka manningini umborð á Smyrli fyri beinasemi og góða
tænastu.

Barnadansistevnan verður stór

 Leygardagin 18. apríl fara 420 ungir dansarir at dansa allan
dagin, Suðuroynna á tamb.

Dansararnir koma allastaðni frá, og byrjar tiltakið á Krambatanga við
einari dansigongu til ítróttarhøllina í Trongisvági, har stevnan verður sett av
Rasmussi Joensen, formanni í landsfelagnum føroyskum dansi at frama, Sláið
Ring. Eftir at Nita Næs hevur kunnað luttakararnar um dagin, verður
dansað fram til miðdag.
 
Eftir, at øll hava fingið døgurða, verða luttakararnir koyrdir í tveir
bólkar, har annar fer suðureftir og steðga tey í Sumba og í Vági, har tey dansa
ávíkavist í dansistovuni í Sumba og í Jómsborg. Hin bólkurin ferðast í
norðaru helvt, og steðgar í Fámjin, Hvalba og í Sandvík, har tey dansa í
Vesturhøll og í Roynhøllini.
 
Dansitiltakið endar, har tað byrjaði – á Krambatanga, har tey sláa ring.
Hetta verður áðrenn fráferðina hjá Smyrli.
 
Landsdansistevnan fyri børn og ung er eitt afturvendandi tiltak. Í fjør var
hon í Sandoynni, og vóru tá 350 luttakandi.
 
Luttakandi dansifeløgini í ár eru: Sumbiar dansifelag, Tøkum Lætt,
Jómsvíkingar, Vága Dansifelag, Leikum Fagurt, Stígum Fast,
 Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt, Klaksvíkar Dansifelag, Eysturoyar
Dansifelag, Dansifelagið í Havn og næmingar úr St. Frants skúla í
Havn.

Kelda : Suðurrás 11 apríl

Brúðardansur í stilluviku

 Onkur ikki sørt skemtilig undantøk at finna í sambandi við páskir í gomlum døgum í Føroyum.


Brúðardansur í heilagastu
vikuni

– Tú hevði loyvi at dansa
brúðardans, um onkur giftist. Altso brúðarvísuna og so eitt sindur afturat, men
ikki meira enn tað. Tað hevur tú altíð havt loyvi til, tað er ikki synd. Tí
søgdu teir, at teir kvóðu ikki brúðarvísuna, teir sungu hana, smílist hann.

Men beint áðrenn páskirnar er ein tíð, tá tú hevur føstuna, tá tú ikki mátti
dansa, og tú mátti heldur ikki eta kjøt. Tað hava føroyingar praktiserað meira
ella minni. Tey søgdu tað í hvussu er. So kemur dymbildagavikan, og tað var
næstan tann heilagasta vikan, sum var í øllum kirkjuárinum, har fólk ikki skuldu
gera nakað sum helst. Man skuldi vera øgiliga friðarligur, lesa lestur og ganga
heima. Men tá so páskadagurin kom, lætnaði í, og annar páskadagur var eisini
dansidagur fyrr, og fólk fóru at rulla egg, sigur hann.

 

(Hetta brotið er tikið úr greinini ” Stillavika er blivin óstill”, sum stóð í
Dimmu 8.apríl 2009. Greinin byggir á samrøðu við
Jóan Paula Joensen,
professara í fólkalívsfrøði og siðsøgu)

Kallsoyingar til Suðuroyar

Barnadansurin
á Kallsoynni hevur luttikið á fleiri barna- og ungdóms dansistevnum,
og lata tey væl at. “Hetta er nakað vit síggja fram til gjøgnum
veturin”, ljóðar tað av Kallsoynni.




“Vit lata ikki ein góðan dans fara aftur við
borðinum” Hetta svar fekk eg, tá ið eg ringdi til Húsar at vita um nakar var,
sum ætlaði sær á Barnadansistevnu 18. apríl 2009.

 

Barnadansurin á Kallsoynni hevur verið livandi í
fleiri ár. Um framt at børnini dansa í Sigursglæmuni, bygdahúsinum á Húsum, hava
tey eitt tætt samstarv við barnadansin í Klaksvík og Barnadansin á Viðareiðið.
Vanliga møtast hesi børn eini tríggjar ferðir um verturin at dansa saman. Hetta
er nakað, sum børnini gleða seg til.

 

Eitt aftur vendanditiltak er
føstulávintshaldi.  Á hvørjum ári
møtast børnini at sláa tunnu og at dansa saman. Hetta tiltak skiftir millum
bygdirnar. Í ár var føstulávintshaldið á Húsum.

 

Barnadansurin á Kallsoynni hevur luttikið á fleiri
barna-  og ungdóms dansistevnum og
lata tey væl at. “Hetta er nakað vit síggja fram til gjøgnum veturin”, ljóðar
tað av Kallsoynni.

Barnadansistevnan 2009

 

Skráin fyri barnadansistevnuna
2009

 

Kl.
9.00
Vit møtast á Krambatanga
og gera eina dansigongu til skúlan/ítróttarhøllina í
Trongisvági.

 

Kl
9.40
Í ítróttarhøllini setir
formaðurin í Sláið Ring, Rasmus Joensen, stevnuna. Aftaná kunnar Nita Næs um
dagin, og  møguleiki er fyri einum
drekkamunni.

 

Kl.10
Farið verður upp á gólv, og dansað verður fram til døgurða. Kvøðið verður m.a.
Sigmundskvæði yngra, Gullbrandskvæði, Flóvin Bænadiktsson, Torkils døtur,
Ormurin Langi, Bjerget, Nykurs vísu, Stolt Signhild, Mallebro, Ólavur
Riddararós. Næmingar úr St. Frants skúla vísa fram dansispøl.

 

Kl.12.30 Bólkur 1 etur døgurða

 

Kl.13.00 Bólkur 2 etur døgurða

 

Kl.13.30 Bólkur 1 fer bussferð suður eftir oynni, tað verður
steðgað í Vági og í Sumba

             
Bólkur 2 fer bussferð í norðaru helvt. Tað verður steðgað í Fámjin, í
Hvalba og í Sandvík.

             
Staðkend frásøgufólk eru í bussunum.

 

Bólkur 1: Sumbiar dansifelag, Tøkum Lætt, Jómsvíkingar, Vága
Dansifelag

            
   Leikum Fagurt,
Stígum Fast

 

Bólkur 2: Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt, Klaksvíkar
Dansifelag, Eysturoyar Dansifelag

               
Dansifelagið í Havn

 

Bólkur 1: Vitja og dansa í 
Jómsborg.

Bólkur 2: Vitja og dansa í 
Vesturhøll.

 

Bólkur 1: Vitja og dansa í Dansistovuni í
Sumba.

Bólkur 2: Vitja og dansa í Roynhøllini í
Hvalba.

 

Kl.
17.00
Fráferð úr Sumba og
Hvalba

 

Øll savnast á kaiøkinum, har vit sláa ring, áðrenn farið
verður umborð.

 

Heitt verður á børnini at vera ílatin eftir veðrinum og at
hava matpakka við.

Kvæðir í námsfrøðiligum búna

 Við at brúka leitiorðið “kvæði” í
leitiskipanini, fann eg fram til fýra ljóðfílar. Teir vóru Sigmunds kvæði yngra,
Leivskvæði, Grindavísan og Brestis kvæði. Føroya Skúlabókagrunni ætlar at
útbyggja hendan partin munandi. Umframt at leggja kvæðir út sum ljóðfílar,
filmklipp og tekstir, ætlar Føroya Skúlabókagrunnur at gera og savna
undirvísingar tilfar til kvæðini, soleiðis at lærarin kann fara inn á alnótina
og taka góðar kvæðauppgávur niður og printa tær út. Til hvørja kvæðauppgávu
verður ein námsfrøðilig metan gjørd. Metanin fevnir um aldursbólk, tíðarbil,
arbeiðshátt, endamál, o.a.

 

Føroya Skúlabókagrunnur vil fegin frætta frá
lærarum, sum liggja inni við uppgávum til ymisk kvæði. Lærarar nýtast ikki at
bera ótta fyri at stavivillur o.a. kemur út á Snar, tí Føroya Skúlabókagrunnur
viðgerð, snøggar og rættlesur uppgávurnar, áðrenn tær verða lagdar út. Føroya
Skúlabókagrunnur vónar at fáa tilfar frá fleiri lærararum, soleiðis at Snar
verður ein sterkur og fjølbroyttur stuðul 
hjá teimum, sum fáast við kvæðaundirvísingin. Sláið Ring stuðlar átakinum
av fullum huga.

 

Er tað so at onkur tykkara liggur inni við góðum
tilfari, sum tit halda kann brúkast, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband
við Jónleif Johannesen næstformann í Sláið Ring.

Heiðursrøða

 Tann 25 januar fekk Martin Tórgarð Heiðurgávu landsins. Í tí sambandi var heiðursrøða borðin fram. Les heiðursrøðuna her

Heiðursrøða
Martini Tórgarð til Heiðurs

 

Fram gekk ein av dvørgunum,
frá man
frættast víða:
Ert tú komin at leika her,
ella ert tú komin at
stríða?”

 

Martin Torgarð og hansara ættarlið, ið nú reikar um
kempualdur hava vunnið eitt megnarstríð og tað eiga vit Føroyingar at vera
takksamir fyri.

 

Hesir menn og hesar kvinnur megnaðu at stríðast fyri at
dansinum var lív laga. Fyrst royndu teir við telgimuddi at krivja
harmonikubjólgarnar. Tað vísti seg ikki at vera mátin. Síðani tóku seg saman í
Dansifeløg. Nú gekst betur. Besta vápnið í hesum stríði var dansigleði.

 

Tað
var á hesum fronti at Martin Torgarð vísti seg at vera kempa mikil. Hvør liður,
hvørt eygnabrá, hvør tóni og hvørt orð hjá Martini er fylt av dansigleði.
Hann dansar
so lætta, kvøður so reinan og livir so inniliga, meðan hann
skipar.

 

Tað er ein søga um Martin og Abba
mín Jens Ludvík.
Martin skipaði
Runsivalstríðið. Dansurin gekk væl og frásøgnin var livandi. 

 


ið endurtøkurnar komu fyri gekk dansurin javnt, Tá Langalív fall og Dosmar Spaki
fór foldum frá, var dansurin trestur, malskur og rungandi, tá ið
Tolvjavningarnir fullu syrgjandi. Og væl livdu teir við.


ið ørindi, har Karlamagnus sær Rólant sita deyðan, kemur fyri møtast Martin og
Jens Ludvík í ringinum.

 

”Harra Guð Farðir av Himmiríki

meti keisarans neyð,

Hann sær hvar í Rólant situr

 undir
steini deyður”

 

Martin skal byrja, men einki orð kemur fram. Teir hyggja
inn í eyguni hvør á øðrum, men einki ljóð hoyrist. Hóast tøkn merkja øll í
ringinum, at her er ein syrgilig rørandi løta. Dansilagið, rørslunar,
anlitsbráðini vístu tað. Her var einki at ivaðist í: Keisarin kendi mikla neyð.

 

Martin tók síðani aftur niðurlagið og kvæð víðari. Tað
var ikki tikið afur í aftur ørindi. Ørindi var sagt uttan
orð.

 

Umframt ein livandi dans átti Martin og hansara ættarlið
eina rúgvu av kvæðum. Kvæðini eru í dag komin á skrift og tónarnir festir á bløð
og fløgur.

Martin Tórgarð eigur sín stóra lut í hesum arbeiði. Við
eini rødd, einum minni, einum nótafesti, sum fáum er beskori, hevur Martin
Torgarð kvøðið

Og
sungið fleiri 1000 ørindi inn á band.

 

 Í øðrum
londum er tað óhugsandi at duga slíka ørindamongd. Men her heim hjá okkum eru
enn fólk, sum duga kynstri. Enn finnast kvæðakempur í Føroyum, sum lyfta arvin
Martin Torgarð og onnur góðu føroyingum í varveistlu.

 

Takk fyri arvagullið. Spurningurin er um vit megna at
varða tað?

 

Flestu okkara, sum luttaka í føroyskum dansi síggja at
dansifeløgini vikna. Dansifeløgini orka ikki einsamøll at varða dansin sum
fólksins ogn. Her má meiri til. Eg havi ein dreym um at dansurin og kvæðamentan
okkara kemur at hvíla á fýra sterkum beinum.

 

Bein eitt eru dansifeløgini.

Dansifeløgini, sum áhaldani mugu vera hjartaslátturin í
tí livandi dansinum.

 

Bein tvey er Mentamálaráðið.

 Mentamálaráðið, sum metur kvæðakempu, sum ein kempu í føroyskum mentanarlívi.
Mugu teir liva upp til sína metan.

 

Bein trý er Kringvarpið.

Kringvarpið, sum má liva upp til sína skyldu, sum
varðveitari og ikki minst mennari í hesum høpi.

 

Tað
fjórða beini er fólkaskúlin.

Fólkaskúlin sum eigur at geva næmingum okkara ein
stoltleika og lærdóm í barmin, kvæðunum og dansinum
viðvíkjandi.

 

Framyvir mugu øll hesi bein
halda.

Svíkur eitt kemur dansurin at  rilla, svíkja tvey fellur
hann.

 

Hann hvílir á okkum øllum. Og hvat annað skal folksins
ogn gera. Sjálvsagt hvílir hon á fólksins herðum.

 

Undan farin ættarlig hava varðveitt ein fjølbroyttan
dans.

 

Frábrygdir bæði í dansi og uppskriftum liva enn í dag,
tó væl minni enn fyrr.

 

Tað
er tødna í fjølbroytta dansinum og í rúgvismikla ørindavalinum sum borið verður
framm á gólvi.

 

Hinvegin kann sigast, at fjølbroytni er størri enn
nakrantíð. Kór, sjónleikir, rockbólkar, songfuglar, spælimenn, ung sum gomul
bera kvæðini fram á ymsan hátt.

 

Er
hetta skapandi ella er hetta oyðandi?

 

Lat
okkum ímynda dansin sum eitt træð.

 

Tann vakri aldargamli bulurin er tann góði gamli
føroyski dansurin við øldum á baki. Hann er vakur, hugvekjandi nærmast
gandakendur. Av og á festur hann bløð. Tá er vakurleikin rámandi, ja,
ævintýrakendur.

 

Bløðini eru tey í náa dagsins menniskjum. Bløðini eru
tey, sum skulu vekja tað kenslu í føroyinginum, at hetta er okkara felags ogn.
Eitt ár sæst kórsangur á krúnuni, okkurt ári Eivør, okkurt ári Týr.

 

Dansurin og kvæðamenntanin, bulurin á træðnum má megna
at bera krúnuna.

Verður krúnan ov stór, so fellur træðið. Fellur træðið
er dansurin farin.

 

Lýta vit aftur um bak og ímynda okkum at dansurin ikki
var livandi, kunnu vit hóma skaðan. Harkaliðið tók útgangsstøðið í kvæðunum,
Enek í Harkaliðinum, Eivør í Enek, Týr í Eivør, Valravn í TÝR og áðrenn vit
vistu av, var arvurin farin av sporðinum. Tí betur hendi hetta ikki. Tí betur
hava øll sum spæla sær við kvæðini tikið útgangsstøðið í dansinum. Hetta má
áhaldandi verða so. Vit mugu leggja okkum í geyma. At størri krúnan er, sterkari
má bulurin verða.

 

Meiri vit tora at brúka dansin og kvæðini, betur mugu
vit fjálga um tann siðbundna dansin og gomlu
kvæðamentanina.

 

Megna vit hetta, verður dansurin sterkari enn
nakrantíð.

 

At
enda vil eg takka fyri tað álit mær var sýnt her í dag,  og vil eg ynskja Martini Tórgarð
hjartaliga tillukku við heirðinum.   

 

Takk
fyri

Góð veitsla í Nólsoy

 

Tann 14. februar í ár komu 50 fólk av Sandoynni til Nólsoyar. Tað
vóru dansarar úr báðum dansifeløgunum Stígum Fast úr Dali og Leikum Fagurt av
Sandi. Úr Nólsoy vóru gott 50 fólk møtt. Gist var hjá privatum. So her var
upplagt til eina góða veitslu.

Borðreitt var var við trimum rættum. Nógvar og góðar vóru
talurnar. Stuttligt var at uppliva góðan og stuttligan frásøguhátt. Sólvit er
ein meistari. Vit høvdu eina stutta skrá við trimum kvæðum so vit kundu
fyrireika okkum. Á skránni var Bømerlandsdronningen, Dvørgamoy 1. og
Grindavísan.  Síðani var eingin skrá. Eisini spældu tvær harmonikur og ein
guitari eina løtu. Eftir harmoniku dansin haldi eg,  at føroyski dansurin
gekk enn betur. Vit fingu morgumat um 3 tíðina. Síðani aftur upp á gólv
niðriundir í Royndarhúsinum. Dansað varð til tann ljósa morgun. Sunnudagin kl
1325 fóru sandoyggjafólk av oynni. Stóra takk skulu tit hava fyri vitjanina.

Royndarhúsið er gott til veitslur. Tó er dansigólvið í neðra hart
og høgt til loftið. So eg ynski eitt enn betri dansigólv til næstu ferð vit
hittast í Nólsoy. Lágt til loftið og eitt dandandi gólv-  Ooiiij-  tað
er gott.

Annars eru vit farnir á Facebook, har liggja nakrar
stuttligar upptøkur við Seyðamanninum, Sigmundi í Lon. Áhugaði er vælkomin at
 melda seg á okkara facebook vangamynd. Leita eftir:  “Nólsoyar
Dansifelag”  –  á 
www.facebook.com

Við dansikvøðu.
Erlendur E. Simonsen,  formaður Nólsoyar
Dansifelag.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×