Havleikur 2008 DVD

 

Tá dansistevnan Havleikur 2008 varð sett á Vaglinum, varð Árni Conradsson har
og tók film upp. Hetta er síðani lagt á eina fløgu og kunnu tey, ið áhuga hava,
keypa hana við at venda sær til Sláið Ring, formannin Rasmus A. Joensen, á
telduposti: slairing@slaid-ring.fo  ella við
at ringja tlf. 210 412. Kostnaðurin er kr. 100,-. Skal sendast við posti, kemur
hesin kostnaðurin afturat, kr. 20,-.
Peningurin skal flytast á kontu í Eik
Banka 9181 – 134.219.5. Tá ið peningurin er fluttur, verður fløgan send.

Dansk:

Ved åbningen af dansestævnet Havleikur 2008
blev der optaget film, der siden er overført til DVD. Denne kan købes ved at
kontakte Sláið Ring, formanden Rasmus A. Joensen. E-mail: slairing@slaid-ring.fo eller telefon 00
298 210 412.
Venligst oplys navn og adresse. Da pengene er overførte, bliver
CD-en sendt.
CD-en koster DKK. 100,- + DKK. 20,- i forsendelse, ialt DKK.
120,00.

Pengene skal overføres til konto i Eik Bank 9181 – 134.219.5.
IBAN: 
FO91 9181 0001 3421 95
SWIFT/BIC-KOTA: EIKBFOTF

Havleikur 2008, stuttur tíðindastubbi

Um eina viku byrjar stóra tiltakið hjá Sláið Ring, Havleikur 2008.
Mikukvøldið í komandi viku, hin 9. juli, verður Havleikur 2008, sett á
Vaglinum í Havn. Tað verður Jóannes Eidesgaard løgmaður, ið setur stevnuna.
Skráin sæst annars á síðuni fyri tiltakið Havleikur
2008.

Til øll dansifeløgini og umboðsráðslimirnar

Við hesum verður boðað til
umboðsráðsfundar

á Landsbókasavninum í Tórshavn leygardagin hin 31.
mai 2008 kl.10.00.

Endamálið við fundinum er fyrst og fremst at viðgera Havleik 2008.

Av tí at lutfalsliga fáir luttakarar frá limafeløgunum í Sláið Ring hava
teknað seg, og fleiri hava tekna seg sum einstaklingar, eru vit í nevndunum fyri
Havleik 2008 og í Sláið Ring í iva um hvar feløgini standa.

Higartil hava uml. 150 teknað seg úr Føroyum. Hetta halda vit vera ov lítið
og m.a. er tað hetta, vit hava hug at taka upp á fundinum.

Í hesum sambandi skulu vit eisini siga frá, at freistin fyri luttakarum úr
Føroyum at tekna seg til stevnuna er longd til leygardagin 7. juni.

Úr útlondum koma knapt 400 gestir.

Eisini er ætlanin at kunna meira um stevnuna og tey ymisku tiltøkini.
Formenninir fyri tær ymsu undirnevndirnar koma at greiða frá.

Umframt Havleik ætla vit eisini at taka fram
” Hvat halda
dansifeløgini um støðuna hjá dansinum, lokalt og alment
” Í heyst verður
skipað fyri tiltaki fyri børnum í framhaldsdeildini
” Ymiskt

 

Tórshavn, hin 16. mai 2008

 

Vegna nevndina,
Rasmus A. Joensen, fm.

Tíðindaskriv

 

Við hesum skal Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, siga
frá, at nevndin, ið sett varð at meta um og taka støðu til innkomnu uppskotini
um nýggja brúðarvísu, hevur tikið avgerð og latið málið frá sær.

Í brævi til Sláið Ring, sigur nevndin m.a:

 Ein brúðarvísa, ið fólk skula kunna kennast við, eigur at hava hóskandi
virðiligan og hátíðarligan dám so hon kann eyðkenna sítt serstaka høvi.

Innkomnu uppskotini vóru áhugaverd. Summi vóru yrkt eftir kendum leiðum,
meðan onkur yrkjari vísti hug til eisini at endurspegla skiftandi uppfatanir í
nútíðini um samlív og hjúnarlag. Nógv góð hugskot og væleydnaðar orðingar vóru
at finna. Tó er nevndin komin til ta niðurstøðu, at einki einstakt uppskot í
síni heild kann lúka tey skaldsligu, málsligu og innihaldsligu krøv, ið mugu
setast til eina brúðarvísu. Tí mælir nevndin til, ikki at lata nakra
virðisløn.
 Niðurstøðan er grundað á kappingarreglurnar, har sagt
verður, at nevndin hevur rætt til einki uppskot at taka.
 Niðurstøðan er
einmælt.

Nevndin í Sláið Ring hevur tikið hesa avgerð til eftirtektar og kappingin
um nýggja brúðarvísu er sostatt lokin á hesum sinni.

Sláið Ring hevur innkomnu uppskotini í varveitslu, men skjýtur upp, tí
vit vita ikki hvørjir innsendararnir eru, at tað tilfarið, sum Sláið Ring hevur,
verður fyribeint innan 15. mai 2008.

Er tað so, at onkur vil hava sítt uppskot aftur, skal viðkomandi kunna prógva
fyri Sláið Ring, at viðkomandi eigur uppskotið.

Sláið Ring takkar øllum tykkum, ið sendu uppskot inn, eins og vit eisini
takka dómsnevndini fyri tað arbeiðið, hon hevur gjørt.

Barnadansistevna 2008

 

Dansifelag tykkara, verður við hesum boðið at luttaka á barnadansistevnuni, sum í ár verður hildin í Sandoynni, tann 5.apríl 2008.
 
Byrjað verður í Samljóð í Skopun kl.09.30 við felags dansi.
Síðani verður farið til Skálavíkar, har døgurði verður á Keldu.
Vit enda dagin í Eiriksgarði í Dali, við felags dansi, kaffi/saft og onkrum góðum afturvið.
 
Vit halda tað vera umráðandi at geva børnunum høvi at knýta vinabond, og fara tí at vera saman allan dagin. Umstøðurnar eru frálíkar til barnaspæl rundanum bygdarhúsini, so tey, ið ikki orka at dansa alla tíðina, kunnu spæla á Fifa-vøllunum, í mølini o.s.f.
 
Hava tit eitthvørt, ið tit ætla at kvøða ella framføra, kunnu tit siga okkum frá, so pláss verður gjørt fyri tí í skránni.
 
Ætlanin er so vítt gjørligt, at lata luttakararnar ferðast
ókeypis. Tí verða feløgini biðin um at samskipa túrin til Gomlu Rætt við
t.d. grannafeløg.
 
Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi  9.mars 2008
 
Eru spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit hjartaliga vælkomin at venda tykkum til:
 
Atla Dalsgaard                                                Helgu Poulsen
Leikum Fagurt                                                Stígum Fast
Tlf. 217779                                                     Tlf. 217901
T-post: simda@post.olivant.fo                       T-post: helga67@post.olivant.fo
 
Til Suðuroyarfeløgini! Vit kanna í løtuni møguleikan
at gista umborð á Smyrli í s.v. ferðina í Sandoynna – t.v.s. av Drelnesi
fríggjakvøld, gisting umborð, av Gomlu Rætt leygarmorgun 08.45. Gevið
okkum sum skjótast tykkara luttakaratal, so hetta kann fáast í lag.
 
 
 
Við dansikvøðu
 
 
 
Ida Lón, skrivari

Nýggj brúðarvísa

 

Á trettanda var markið fyri at lata inn uppskot til nýggja brúðarvísu. Inn komu átta uppskot.
 

Nevndin, ið vald varð at taka sær av málinum, hevur sín fyrsta
fund leygardagin 26. januar, har posturin verður opnaður og tíðarætlan
løgd, nær arbeiði skal verða liðugt.

Barnlek 2008

 

Dansistevna fyri børn og ung í aldrinum 8 – 16 ár verður komandi summar í døgunum 2. – 6. juli í Porsgrunn í Noreg.
 
Fleiri upplýsingar um tilmelding o.a. verða lagdir út seinni.
 

Sí heimasíðuna: www.barnlek2008.no

Nýtt kvæði

 

Nýtt kvæði
 
Jónleif Johannesen úr Dali hevur yrkt kvæði, ið hann nevnir: Deyðastund Sigmundar.
Kvæði
var fyrstuferð prentað í blaðnum Vencil og í sambandi við tiltak, ið
blaðið skipaði fyri fríggjakvøldið 5. oktober var tað eisini fyrstuferð
alment á gólvi.
 
Deyðastund Sigmundar
 
1.
Bylgjan brýtur høg og brøtt
brestir upp á landið,
troyttur maður leggur seg
í taran á Sandvíks sandi.
 
Niðurlag:
Treðum lættliga dansin!
Dagurin skínur so fagurliga,
komið er hægst á summarið.
 
2.
Troyttur maður leggur seg
niður í tarabrúgv,
Sigmund er hann at navni nevndur,
Føroyum gav kristna trúgv.
 
3.
Í nátt hann rýmdi borgum frá,
lívið stóð í váða.
Síðsta sjón í eygað brann,
var Turið í hildarloga.
 
4.
Turið stóð í hildarloga,
børnini royndi verja.
Tað var eingin av Gøtuskeggjum
á hana tordi herja.
 
5.
„Turið, væna fljóði mítt,
eg beri tungan harm.
Aldri aftur á ævini
eg sovi við tín barm.“
 
6.
„Í nátt eg havi liðið nógv,
Tóra havi eg mist.
Einari sterka slepti eg av,
tá hann hevði deyðan kyst.“
 
7.
Tregi og ivi í hesi stund
í hjarta hava búgv:
„Var tað rætt, tá ið eg sleit
við gomlu fedratrúgv.“
 
8.
„Hvat man deyðin bjóða mær,
eg fari foldum frá,
endi eg í Helheimi
til mikla sorg og trá?“
 
9.
„Ella man eg í Himni hátt
hoyra klokkur ringja,
ganga inn um gyltar dyr,
har einglar fagurt syngja.“
 
10.
Tá tók sól at lýsa í,
hon geislar sínar sendi,
Sigmund kendi styrk á sær,
og aftur trúgvin vendi.
 
11.
Ein dúgva kom av Himni hátt,
seg niður á sandin skeyt,
Sigmund lyftir høvur sítt,
ei longur trúgvin treyt.
 
12.
„Hoyr meg, sæla sendiboð,
limur í himnaskara;
hvussu er vorðið í Himmiríki,
av góðsku tú mær svara.“
 
13.
„Væl livst inni í Himmiríki;
bæði við gleði og gavni.
Mangar eru kempurnar,
ið prísa tímum navni.“
 
14.
„Í morgun komu garpar tveir,
føddir á Føroyalandi,
vátir og illa tuskaðir,
Einar og Tórir frændi.“
 
15.
„Har situr Ólav Trygvason,
hann lesur í Halgubók.
Hann kom hagar tann lagnudag,
tá Eirikur Ormin tók.“
 
16
„Har eru aðrar miklar kempur,
Rólant og Ríkin reystur,
umframt mæta keisar Karl,
blant kappar er hann bestur.“
 
17.
„Um tey, ið eftir á Skúvoy sita,
ongan ótta kenn.
Dóttir tín verður háborin,
og dreingir mætir menn.“
 
18.
Sigmund kendi mátt á sær,
hendur saman legði:
„Takk havi Guð fyri tíðina,
sum eg á foldum hevði.“
 
19.
Tað klárnar fyri Sigmunds eygum,
tríggjar mans hann sær.
Tann eini nevndist Torgrímur,
ber stóra øks við lær.
 
20.
Tala teir við vondum tungum
um ringar, skreyt og skrúð:
„Líkið grava vit í sand,
men ringin bera til búð.“
 
21.
Lyfta høvur úr tara upp,
øks ger banasár.
Kroppur fellur til jarðar niður,
í hondum høvd og hár.
 
22.
Hamin gróvu í døkka mold,
ringin tóku teir heim.
Sigmundssál mót himni fór
til gleði og miklan gleim.
Jónleif Johannesen

Frá Eysturoyar Dansifelag

EYSTUROYAR DANSIFELAG

Hin 1.juni 2007.

 
Skráin 2007-2008 
 
Vanliga dansa vit í Hæddini, Saltangará, fríggjakvøld við hesi skrá:
 
 19.10.2007   Vit práta um dansin í vetur, og so leggur
Kathrina, formaðurin, fyri við  Norsku løvu, sum fyri skjótt 300 árum
síðani, um ársskiftið 1707/08, legði beinini á Lambavík.
Jeg ser så mangt et orlogsskib, Danske kæmpev. Hans Poulsen
   
 Vertir: Nevndin

 26.10.2007   Vitja á Ellisheiminum í Runavík kl 19.00, halda so fram í Hæddini.
Regin smiður, til 29.ør. Stígum fast. Joen Carl Danielsen.
Her nógv er at gera, Sangbók Føroya Fólks. Margretha Knudsen & Kára Rasmussen.
   
 Vertir: Pálin & Beinta.

 02.11.2007   Gudbrandskvæði, Nýggja kvæðabókin 1. Louis Houmann.
Jeg ser så mangt et orlogsskib, (endurtøka).
   
Vertir: Julianna & Anna T.

 09.11.2007    Barnadansur – byrja kl. 20.00.
 Det er i nat en vågenat, til 18. ørindi, Danske kæmpeviser. Joen Carl.
 Kom venner, lader os betragte, kopi. Dia Ellindsson.
   
 Vertir: Sunneva & Elsa.

 16.11.2007    Dansifelagið í Havn vitjar. Byrjað verður vanliga tíð, steðgað verður á kl.23.30 at fáa ein bita, og so halda vit fram eina stund. 
 Seyðamaðurin á Sondum, Nýggja kvæðabókin 2. Andras Hansen.
   
 Vertir: Nevndin.

 23.11.2007    Karin Brattaberg úr Vági kemur at kvøða samanvið okkum. Hon fer eisini at práta  um at kvøða vísur.
Jeg ser så mangt et orlogsskib (endurtøka), og Vågenat, restin. 
   
  Vertir: Poula M. & Karolina.

 30.11.2007   Gáturíma, kopi. Hjalmar Juul. Vit taka ymiskar tættir: Strandatátt, Dagur dettur av degi, Barjamutáttin, O, kan du ikke mindes, og fleiri.
   
 Vertir: Anna Maria & Helena.

 07.12.2007    Brestiskvæði, Nýggja kvæðabókin 1. Høgni Debes.
 Regin smiður 30. – 60. ørindi (framhald).
   
 Vertir: Simona & Marita P.

 12.01.2008    Leygarkvøld í Funningi. Norðstreymoyingar bodnir við. Byrjað verður kl. 20.
     
 18.01.2008    Vit fara til Haraldssunds við bussi úr Hæddini kl. 21.00.
     
 25.01.2008    Hugnakvøld við døgurða, kl. 20. Kostnaður 100 kr. Tekning. Harpuríma, Grør so fagurt. Anna Sørensen & Sanna Hansen.Der går dans på Ribergade, Danske kæmpev. L. Sørensen.
     
 01.02.2008    Aðalfundur kl. 21.00, skrá eftir lógini. Eftir fundin kvøða vit.
     

Ung í dansi

 

Tíðindaskriv
 
Ung í dansi
 
Seinasta vikuskiftið í septembur, frá 28.09 til 30.09, skipar
Sláið Ring fyri tiltakinum ”Ung í  dansi”. Tiltakið verður á
Gjáargarði. Øll ung, sum ganga í framhaldsdeild ella hava aldur til
tess, hava møguleika at tekna seg. Pláss er fyri 60 luttakarum.
 
Sláið Ring hevur í ár valt at bjóða ungfólki á eina dansistevnu á
Gjáargarði við Gjógv. Ikki nýtist teimum ungu at hugsa um pengapungin
fyri at vera við. Tiltakið er ókeypis, bæði uppihald og flutningur.
 
Á Gjáargarði er pláss fyri 70 gistandi, og hava vit gjørt av, at
býta tað upp soleiðis, at luttakaratalið verður 60 ungdómar og 10
vaksin, ið koma at hjápla til.
 
Tiltakið byrjar fríggjakvøldið 28. sep. klokkan 18.00 við
nátturða, dansisøgu og undirhaldi. Seinni fara vit upp á gólv saman við
Eysturoyar Dansifelag. Leygardagin verða tvey skeið á skránni. Tað fyrra
kallast ”Hvussu kunnu vit læra okkum kvæðini”, og tað seinna ber heitið
” Dansisiðir og leiklutur skiparans”. Tað verða Petur Olivar í Hoyvík
og Jónleif Johannesen, sum greiða frá. Eisini fara ungfólkini ein túr í
bygdini. Um kvøldið verður skipað fyri undirhaldi og dansispølum.
Klokkan 21.00 fara vit aftur upp á gólv. Hesuferð saman við
Dansifelagnum á Látrinum.
Sunnumorgunin verður tikið samanum, áðrenn vit fara heim.
 

Tey ungu, sum hava áhuga at luttaka, kunnu melda seg til á telduposti:
slairing@slaid-ring.fo ella hjá Jónleif Johannesen á tlf : 227534.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×