Lív í heimasíðuna

 Nevndin í Sláið Ring hevur tikið stig til at blása meiri lív í
heimasíðuna. Í hesum sambandi eru øll vælkomin at senda okkum tilfar.

Eftir áheitan frá aðalfundinum 2008 hevur nevndin í Sláið Ring tikið stig til
at blása meiri lív í heimasíðu okkara. Á nevndarfundi tann 18. mars, har
teldukønir vóru til staðar, varð evnið viðgjørt. Niðurstøðan var hendan:

Sniðbroytingar

Sniðroytingar skuldu gerast, soleiðis at
heimasíðan kemur at vera meiri innbjóðandi. Eitt nú skal onkur markørur flytast,
myndir skuldu koma inn saman við yvirskriftini o.s.fr.

 

Heimasíðurøkt her og nú

Sláið Ring vil fegi hava eina livandi heimasíðu. Í
tí sambandi verður ein skipan gjørd, sum tryggjar at nevndarlimirnir leggja
tilfar á síðuna. Arbeiðið verður skipað á tann hátt, at tað hvørja viku kemur
okkurt nýtt á síðuna. Henda skipan var sett í verk við tað
sama.

 

Heimasíðurøkt framyvir

Arbeitt verður við at gera heimasíðuna
soleiðis, at øll limafeløgnini kunnu fáa ein blogg í part. Á aðalfundinum í
septembur 2009 er ætlanin at samskipa heimasíðutilfar fyri dansiveturin 09/10.
Málið er, at øll limafeløgini
skulu koma við onkrum tilfari.

Annars eru øll vælkomin at senda
nevndarlimunum í Sláið Ring viðkomandi tilfar longu nú.

Væl eydna stevna

 Enn eru vit ikki
volaðir

 

Hurðin klamsaði í tí nógva
vindinum. Hvør øðrum á baki komu lærarar úr øllum landinum inn í gongina. Flestu
huffaðu smílandi um hetta veðrið, sum var. Vindurin lá um 25 m/s henda morgunin.
Kortini var bert ein luttakari, sum setist aftur.

 

Tá luttakararnir høvdu etið
morgunmat leggi Rasums Joensen, form. Í Sláið Ring fyri. Hann bjóðaði vælkomin
og hugleiddi um føroyska dansin og kvæðamentan okkara. Millum annað segði hann
soleiðis:

 

Tá eg tosi við fólk, so siga tey,
at tey halda nógv av dansinum og tí, sum hann hevur við sær. Tey eru hugtikin av
dansinum, skiparanum, dansifólkinum og innihaldinum, men tey duga einki og tí
eru tey ikki við.

 

Tað er hetta seinasta, eg havi
hug at steðga við og vísa á, at skal dansinum vera lív laga, so má undirvísast í
dansinum og øllum tí hann hevur við sær, so fólk fáa tann kunnleika, sum skal
til, fyri at kenna dansimentanina.

 

Enn eru fleiri, sum hava dansin
natúrligan og kunnu skipa eitt kvæði ella eina vísu, so enn eru kreftir, har
dansurin er natúrligur, er fólkaligur, er
fólkadansur.

 

Skulu vit halda dansinum og menna
hann, so hava vit enn nógv fólk, ið kunnu læra okkum at bera førningin
víðari.

 

Tað er mín vón, at dansurin,
kvæðini, vísurnar, dramatiseringin, málið v.m. verður lív laga, og at skúlin
verður ein av hesum mentanarberum.

 

 

Eftir hetta tók Brynolf Lamhauge
( Bynne ), lærari á Sankta Frans skúla, orðið.

Bynne hevur arbeitt við
kvæðamentan í skúlahøpi í nógv ár, og var tað sera áhugavert at lurta eftir
hansara royndum. Bynne segði millum annað, at tað er sera umráðandi at fanga
næmingin. Vekja áhugan í næminginum. Besti mátin var eftir hansara tikki at siga
søgur. Kvæðini eru á tremur av góðum søgum. Brúkið tær vóru m.a. boðini frá
Bynna.

Umframt eina góðan fyrilestur
vísti Bynne okkum ein film, har næmingar í Sankta Frans skúla dansaðu dansispøl
og kvóðu Trølli í Áradali. Filmurin er til keyps og fer peningurin til
uttanlandaferð hjá flokkinum.

 

Síðani fekk Erlendur Simonsen
orðið. Hann greiddi frá hvussu hann, saman við Símuni Hansen og Jón Durhuus, er
vanur at undirvísa í dansi og kvæðum. Erlendur hevur gjørt sær eina uppskrift,
sum hann so við og við útbyggir.

 

Uppskriftin hjá
Erlendi

1.     
at tað skal  vera      stuttligt.

2.     
Og so at fáa allan kroppin
við.

3.     
Greiða frá muninum á at syngja og at
kvøða:
liggur ein kavafonn tindi ááá

4.     
Taka allar smálutir við so
spakuliga: 

a.      
hendur ,  høgra upp og klask niður á vinstru hjá
síðimanni

b.     
fjarða í
knøum,

c.      
hyggja uppá hvønn annan,

d.     
smílast

e.      
skiparin byrjar hvørt
ørindi

f.      
rópa  x   kvøða
siðiliga

g.     
munur á dansi frá bygd til
bygd

h.     
gera alt ov nógv av  og alt ov lítið av

i.       
biðja um ”sangir” frá børnunum ,
Tillukku til tín, Buss Óli, Góðan morgun ketta mín,

5.     
Rósa børnunum fyri so nógv sum
møguligt.

6.     
Siga frá onkrari spennandi
søgu,  Brynhildar Tátt,

7.     
Fyrr einki sjónvarp, søgdu frá søgum í
kvæðum.

8.     
Stuðla børnunum í at
skipa

 

Tá ið Erlendur var liðugur at at
greiða frá, fóru øll uppá gólv. Erlendur undirvísti okkum í føroyskum dansi og
kvæðamentan, sum um vit vóru um átta ára aldur. Hetta var stak stuttligt og
gevandi.

 

Tá vit sessaðust aftur, segði
Regin Debess eina søgu frá sínum barnaárum. Søgan var um hvussu stóra ávirkan
dansurin og kvæðini høvdu havt á hann frá barnsbeini av.

Eftir søguna fóru vit at fáa
okkum ein bita. Jákup Ziskason rokaðist í køkinum, og smakkaði maturin óføra
væl.

 

Meðan maturin sodnaði og flestu
fingu sær ein kaffimunn, sluppu luttakararnir fram at. Ein, sum nýtt hetta
høvið, var Jens Dalsgaard. Jens Dalsgaard hevur í uml. fjøriti ár dansað við
næmingum. Hann oysti av síni vitan og gav hansara ískoyti nógvan
íblástur.

 

Mett og væl sett fóru vit nú
aftur upp á gólv. Hesuferð at dansa dansispøl. Regin Debess leggi okkum lag á.
Tað gekk stak væl. Vit dansaðu bandadans, gomlu ketu og
sandoyardans.

 

Smílandi, tivandi við roða í
anlitinum sessaðust vit at lurta eftir hvat Føroya Skúlabókagrunnur hevði at
bera fram. Niels Petersen greiddi frá ætlanunum viðvíkjandi kvæðatilfari. Í
næstum kemur Snar út á alnótina. Snar verður ein portalur við
undirvísningartilfari. Føroya Skúlabókagrunnur arbeiðir millum annað við at fáa
lagt undirvísingartilfar um kvæðir og dans á henda portalin.

Niels takkaði annars fyri
tiltakið, sum hann helvt vera stak gott.

 

Nú slapp Jónleif Johannesen fram
at. Hann greiddi stutt frá sínum tankum viðvíkjandi undirvísing og dansi. Hann
kom inná, at vit eiga at leggja næmingunum ein stoltleika í barmin. Ein
stoltleika sum hevur týdning fyri samleikan hjá næmingunum eins og t.d. fótbólts
landsliði hevur tað.

Jónleif undirstrikaði at søgan
hevði stóran týdning í arbeiðinum. Lagið er eisini týðandi, tí kenna næmingarnir
ikki lagið, verður ringt at læra seg kvæði við røttu rútmuni. Hevur næmingurin
ognað sær søguna og kennir hann lagið, fellur dansurin lættari. Dansurin er
einkul, men nakrar fáar reglur eru, sum næmingarnir eiga at kennast
við.

 

Reglur fyri
dansin:

·       
Tvey til vinstru og eitt til
høgru,

·       
vinstra hond undir og høgra oman
á,

·       
ikki krossa beinini,

·       
Loyvið skipararinum at byrja
hvørt ørindi,

·       
tig ella kvøð,

·       
ikki fara uppí hjá skiparinum
uttan so, at hann bjóðar tær uppí.

 

 

Jónleif vísti eisini á nakrar
uppgávur, sum hann hevur havt hepnið við at brúka. Hesar uppgávur koma at liggja
á Snar.

 

At enda fekk Símin Hansen úr
Svínoy orðið. Hann er íðin dansari og greiddi livandi frá tí, hann hevur
upplivað í dansihøpi.

 

Tiltakið endaði við at
luttakararnir fóru uppá gólv saman við limum úr Klaksvíkar Dansifelag. Dansurin
gekk væl. Vit kvóðu Sigmunds Kvæði yngra. Meðan vit dansaðu, hugdi eg út yvir
ringin. Eg sá nógvar ungar lærarar, sum livdu við í dansinum, og sum við vakrari
rødd kvóðu av lív og sál. Eg hugsaði við mær sjálvum : “Nei, enn eru vit ikki
volaðir”.

Tíðindaskriv frá Sláið Ring

 

Í
sambandi við at føroyskur dansur er komin á etikettina á nýggjum
rúsdrekka, loyvir Sláið Ring sær at koma við nøkrum viðmerkingum.




Tíðindaskriv frá Sláið Ring –
landsfelag føroyskum dansi at frama.

 

Í sambandi við at føroyskur
dansur er komin á etikettina á nýggjum rúsdrekka, loyvir Sláið Ring sær at koma
við nøkrum viðmerkingum.

 

Sláið Ring dámar sera væl, tá ið
føroyskur dansur verður brúktur í sambandi við tað, ið føroyskt er. Kemur ein
orðabók, skúlabók, sangbók, fløga, ferðavinnubók og líknandi út við dansinum á,
frøðast vit almikið. Tað er so upplagt, at føroyski dansurin og kvæðamentanin
verða brúkt at vísa eitt sereyðkenni úr landi okkara.

 

Hinvegin síggja vit als ikki
sambandið millum rúsdrekka og føroyskan dans, annað enn at í vertskapi eru bæði
umboðað.

 

Limafeløgini í Sláið Ring eru 16
í tali. Flestu teirra dansa hvørja viku frá heystinum og til føstulávint.
Ongastaðni er rúsdrekka partur av dansinum.

 

Hava feløg veitslur, tað verið
seg fótbólts-, hondbólts-, kappróðrar- og dansifeløg, er øðrvísi. Tá kann rúsdrekka vera við sum partur av veitsluni. Hetta er
galdandi fyri flestu feløg og tí ikki serstakt fyri
dansifeløg.

 

Í meir enn hálva øld hava
dansifeløgini hildið rúsdrekka burtur frá dansinum í feløgunum. Sláið Ring vil
taka frástøðu frá, at fólk við peningaligum áhugamálum royna at tvinna dansin og
rúsdrekka saman.

 

Føroyskur dansur er nógv bestur
við edrúum fólki. Tað skuldi verið hvørs manns vitan. At hetta verður misskilt
av fólki, vísir betur enn nógv annað, hvussu ósjónligur dansurin er millum
manna, og hvussu lítla vitan nógv hava um føroyska dansin.

 

Sláið Ring vil við hesum heita á
okkum øll, ikki minst Kringvarpið og aðrar miðlar, dansifeløg og Mentamálaráðið:
Latið okkum varpa ljós á sermentan okkara. Tað er ósømiligt, at kvæðamentanin í
hesum upplýsingartíðum skal verða so mistulkað.

 

Sláið Ring – landsfelag føroyskum
dansi at frama.

Mentanartiltak á Sandi

 

Til øll dansifeløg, sum eru limir í Sláið Ring.

Henda innbjóðing er komin frá B71.




Mentanartiltak niðri á sandinum á Sandi
V/Sandoyar
Ítróttarfelag B71

    Sandur, tann 31. juli 2008

Til øll dansifeløg, sum eru limir í Sláið Ring.
Henda innbjóðing
er komin frá B71.

Innbjóðing:

Leygardagin, tann 23. aug. 2008, fer Sandoyar Ítróttarfelag B71, at skipa
fyri einum “í Sandoyar høpi”  stórum mentanartiltaki. Við á tiltakinum er
føroyskur dansur. Vilja tit hjálpa B71 at fara uppá gólv, fáa tit atgongumerkið
ókeypis. Vónandi verða fleiri, sum taka av. Tilmelding og upplýsningar fáast við
at venda sær til ein av fyrireikarunum.

Skráin verður hendan:

Kl. 14:00 Gestirnir sleppa inn á innhegnaða øki.
” Klovnar ganga
runt
” Harmonikuspælarar sita við inngongina og spæla

Kl. 15:00  Barnatiltak byrjar. (Útisjónleikur har børnini luttaka í
leikinum)

Kl. 16:00 Fallskjólashopparin leypur (Hetta er í samb. við eina
lutaseðlasølu hjá B71. Tann ið hevur seðilin við tí nummarinum á tí teiginum,
har hopparin lendur , hevur vunnið ein bil)
 
 Á
Pallinum:

Kl. 17:00 Ungdómskór úr Skopun  (gospel og country)

Kl. 17:45 Fríðbjørg Jensen

Kl. 18:30    Tey á Kamarinum

Kl. 19:15 Bólkur við lokalum dreingum (Gerhard, Sigurd og Beinur)

Kl. 20:00 Sámal Ravnsfjall  

Kl. 21:00 Týr    (Bálið verður tendra)

Kl. 22:00 Stórur føroyskur dansiringur

Kl. 23:30    Dansur í teltinum (Dansiorkestrið ,  –
nógvir av manningini í Driv – )

Smávegis broytingar kunnu framvegis blíva í skránni.

 
Á innhegnaða økinum verður umframt omanfyri nevnda undirhald, nógv
annað gott.
Vit fara at hava hoppiborgir o.a. til børnini, eisini verður
sølubúð, har matur og drekka
verður til keyps. (t.d. verður pylduvognur,
breyðsøla, ølsøla, kaffi, kakir, kiosk og annað
gott.

Í samb. við framførsluna hjá Týr, er ætlanin at teir enda við Orminum Langa,
og síðani
tekur ein “vónandi stórur” føroyskur dansiringur við.  

Um so er, at áhugi er fyri hesum , men fólk ynskja at sleppa norður aftur
sama kvøld, so er einki í vegin fyri at broyta skránna soleiðis at tað gert
møguligt.  Síðsti túrur er kl. 22:30.  Vit koma at syrgja fyri at
bussur koyrur til Skopunar.

Viðv. kostnaði, kemur tað at verða soleiðis:

Børn  3-14   kr. 100,- (allir aktivitetir eru tá íroknaðir
prísin)
Vaksin   kr. 200,- (alt uttan dansurin í
teltinum)
Dansurin í Teltinum  kr. 150,-
Alt
tiltakið   kr. 300,- (t.v.s. um ein keypur sær atgongd til
dagtiltøkini og     

                                                    
dansin í teltinum samstundis)

Vit vóna at hetta hevur áhuga.

Vinarliga

Vegna fyrireikarirnar av tiltakinum hjá B71
Olga Fossdalsá, Sandur, tlf.
243344, teldupostadr. katohara@olivant.fo
Marin Johannesen,
Sandur, tlf. 253525
Vivian í Soylu, Sandur, 263668

Havleikur 2008 DVD

 

Tá dansistevnan Havleikur 2008 varð sett á Vaglinum, varð Árni Conradsson har
og tók film upp. Hetta er síðani lagt á eina fløgu og kunnu tey, ið áhuga hava,
keypa hana við at venda sær til Sláið Ring, formannin Rasmus A. Joensen, á
telduposti: slairing@slaid-ring.fo  ella við
at ringja tlf. 210 412. Kostnaðurin er kr. 100,-. Skal sendast við posti, kemur
hesin kostnaðurin afturat, kr. 20,-.
Peningurin skal flytast á kontu í Eik
Banka 9181 – 134.219.5. Tá ið peningurin er fluttur, verður fløgan send.

Dansk:

Ved åbningen af dansestævnet Havleikur 2008
blev der optaget film, der siden er overført til DVD. Denne kan købes ved at
kontakte Sláið Ring, formanden Rasmus A. Joensen. E-mail: slairing@slaid-ring.fo eller telefon 00
298 210 412.
Venligst oplys navn og adresse. Da pengene er overførte, bliver
CD-en sendt.
CD-en koster DKK. 100,- + DKK. 20,- i forsendelse, ialt DKK.
120,00.

Pengene skal overføres til konto i Eik Bank 9181 – 134.219.5.
IBAN: 
FO91 9181 0001 3421 95
SWIFT/BIC-KOTA: EIKBFOTF

Havleikur 2008, stuttur tíðindastubbi

Um eina viku byrjar stóra tiltakið hjá Sláið Ring, Havleikur 2008.
Mikukvøldið í komandi viku, hin 9. juli, verður Havleikur 2008, sett á
Vaglinum í Havn. Tað verður Jóannes Eidesgaard løgmaður, ið setur stevnuna.
Skráin sæst annars á síðuni fyri tiltakið Havleikur
2008.

Til øll dansifeløgini og umboðsráðslimirnar

Við hesum verður boðað til
umboðsráðsfundar

á Landsbókasavninum í Tórshavn leygardagin hin 31.
mai 2008 kl.10.00.

Endamálið við fundinum er fyrst og fremst at viðgera Havleik 2008.

Av tí at lutfalsliga fáir luttakarar frá limafeløgunum í Sláið Ring hava
teknað seg, og fleiri hava tekna seg sum einstaklingar, eru vit í nevndunum fyri
Havleik 2008 og í Sláið Ring í iva um hvar feløgini standa.

Higartil hava uml. 150 teknað seg úr Føroyum. Hetta halda vit vera ov lítið
og m.a. er tað hetta, vit hava hug at taka upp á fundinum.

Í hesum sambandi skulu vit eisini siga frá, at freistin fyri luttakarum úr
Føroyum at tekna seg til stevnuna er longd til leygardagin 7. juni.

Úr útlondum koma knapt 400 gestir.

Eisini er ætlanin at kunna meira um stevnuna og tey ymisku tiltøkini.
Formenninir fyri tær ymsu undirnevndirnar koma at greiða frá.

Umframt Havleik ætla vit eisini at taka fram
” Hvat halda
dansifeløgini um støðuna hjá dansinum, lokalt og alment
” Í heyst verður
skipað fyri tiltaki fyri børnum í framhaldsdeildini
” Ymiskt

 

Tórshavn, hin 16. mai 2008

 

Vegna nevndina,
Rasmus A. Joensen, fm.

Tíðindaskriv

 

Við hesum skal Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, siga
frá, at nevndin, ið sett varð at meta um og taka støðu til innkomnu uppskotini
um nýggja brúðarvísu, hevur tikið avgerð og latið málið frá sær.

Í brævi til Sláið Ring, sigur nevndin m.a:

 Ein brúðarvísa, ið fólk skula kunna kennast við, eigur at hava hóskandi
virðiligan og hátíðarligan dám so hon kann eyðkenna sítt serstaka høvi.

Innkomnu uppskotini vóru áhugaverd. Summi vóru yrkt eftir kendum leiðum,
meðan onkur yrkjari vísti hug til eisini at endurspegla skiftandi uppfatanir í
nútíðini um samlív og hjúnarlag. Nógv góð hugskot og væleydnaðar orðingar vóru
at finna. Tó er nevndin komin til ta niðurstøðu, at einki einstakt uppskot í
síni heild kann lúka tey skaldsligu, málsligu og innihaldsligu krøv, ið mugu
setast til eina brúðarvísu. Tí mælir nevndin til, ikki at lata nakra
virðisløn.
 Niðurstøðan er grundað á kappingarreglurnar, har sagt
verður, at nevndin hevur rætt til einki uppskot at taka.
 Niðurstøðan er
einmælt.

Nevndin í Sláið Ring hevur tikið hesa avgerð til eftirtektar og kappingin
um nýggja brúðarvísu er sostatt lokin á hesum sinni.

Sláið Ring hevur innkomnu uppskotini í varveitslu, men skjýtur upp, tí
vit vita ikki hvørjir innsendararnir eru, at tað tilfarið, sum Sláið Ring hevur,
verður fyribeint innan 15. mai 2008.

Er tað so, at onkur vil hava sítt uppskot aftur, skal viðkomandi kunna prógva
fyri Sláið Ring, at viðkomandi eigur uppskotið.

Sláið Ring takkar øllum tykkum, ið sendu uppskot inn, eins og vit eisini
takka dómsnevndini fyri tað arbeiðið, hon hevur gjørt.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×