Í sambandi við Nordlek 2009, leggja vit leinkju út á heimasíðuna
hjá Sláið Ring.
http://www.nordlek.fi/
Havleikur 2008 DVD
Tá dansistevnan Havleikur 2008 varð sett á Vaglinum, varð Árni Conradsson har
og tók film upp. Hetta er síðani lagt á eina fløgu og kunnu tey, ið áhuga hava,
keypa hana við at venda sær til Sláið Ring, formannin Rasmus A. Joensen, á
telduposti: slairing@slaid-ring.fo ella við
at ringja tlf. 210 412. Kostnaðurin er kr. 100,-. Skal sendast við posti, kemur
hesin kostnaðurin afturat, kr. 20,-.
Peningurin skal flytast á kontu í Eik
Banka 9181 – 134.219.5. Tá ið peningurin er fluttur, verður fløgan send.
Dansk:
Ved åbningen af dansestævnet Havleikur 2008
blev der optaget film, der siden er overført til DVD. Denne kan købes ved at
kontakte Sláið Ring, formanden Rasmus A. Joensen. E-mail: slairing@slaid-ring.fo eller telefon 00
298 210 412.
Venligst oplys navn og adresse. Da pengene er overførte, bliver
CD-en sendt.
CD-en koster DKK. 100,- + DKK. 20,- i forsendelse, ialt DKK.
120,00.
Pengene skal overføres til konto i Eik Bank 9181 – 134.219.5.
IBAN:
FO91 9181 0001 3421 95
SWIFT/BIC-KOTA: EIKBFOTF
Havleikur 2008, stuttur tíðindastubbi
Um eina viku byrjar stóra tiltakið hjá Sláið Ring, Havleikur 2008.
Mikukvøldið í komandi viku, hin 9. juli, verður Havleikur 2008, sett á
Vaglinum í Havn. Tað verður Jóannes Eidesgaard løgmaður, ið setur stevnuna.
Skráin sæst annars á síðuni fyri tiltakið Havleikur
2008.
Til øll dansifeløgini og umboðsráðslimirnar
Við hesum verður boðað til
umboðsráðsfundar
á Landsbókasavninum í Tórshavn leygardagin hin 31.
mai 2008 kl.10.00.
Endamálið við fundinum er fyrst og fremst at viðgera Havleik 2008.
Av tí at lutfalsliga fáir luttakarar frá limafeløgunum í Sláið Ring hava
teknað seg, og fleiri hava tekna seg sum einstaklingar, eru vit í nevndunum fyri
Havleik 2008 og í Sláið Ring í iva um hvar feløgini standa.
Higartil hava uml. 150 teknað seg úr Føroyum. Hetta halda vit vera ov lítið
og m.a. er tað hetta, vit hava hug at taka upp á fundinum.
Í hesum sambandi skulu vit eisini siga frá, at freistin fyri luttakarum úr
Føroyum at tekna seg til stevnuna er longd til leygardagin 7. juni.
Úr útlondum koma knapt 400 gestir.
Eisini er ætlanin at kunna meira um stevnuna og tey ymisku tiltøkini.
Formenninir fyri tær ymsu undirnevndirnar koma at greiða frá.
Umframt Havleik ætla vit eisini at taka fram
” Hvat halda
dansifeløgini um støðuna hjá dansinum, lokalt og alment
” Í heyst verður
skipað fyri tiltaki fyri børnum í framhaldsdeildini
” Ymiskt
Tórshavn, hin 16. mai 2008
Vegna nevndina,
Rasmus A. Joensen, fm.
Tíðindaskriv
Við hesum skal Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, siga
frá, at nevndin, ið sett varð at meta um og taka støðu til innkomnu uppskotini
um nýggja brúðarvísu, hevur tikið avgerð og latið málið frá sær.
Í brævi til Sláið Ring, sigur nevndin m.a:
Ein brúðarvísa, ið fólk skula kunna kennast við, eigur at hava hóskandi
virðiligan og hátíðarligan dám so hon kann eyðkenna sítt serstaka høvi.
Innkomnu uppskotini vóru áhugaverd. Summi vóru yrkt eftir kendum leiðum,
meðan onkur yrkjari vísti hug til eisini at endurspegla skiftandi uppfatanir í
nútíðini um samlív og hjúnarlag. Nógv góð hugskot og væleydnaðar orðingar vóru
at finna. Tó er nevndin komin til ta niðurstøðu, at einki einstakt uppskot í
síni heild kann lúka tey skaldsligu, málsligu og innihaldsligu krøv, ið mugu
setast til eina brúðarvísu. Tí mælir nevndin til, ikki at lata nakra
virðisløn.
Niðurstøðan er grundað á kappingarreglurnar, har sagt
verður, at nevndin hevur rætt til einki uppskot at taka.
Niðurstøðan er
einmælt.
Nevndin í Sláið Ring hevur tikið hesa avgerð til eftirtektar og kappingin
um nýggja brúðarvísu er sostatt lokin á hesum sinni.
Sláið Ring hevur innkomnu uppskotini í varveitslu, men skjýtur upp, tí
vit vita ikki hvørjir innsendararnir eru, at tað tilfarið, sum Sláið Ring hevur,
verður fyribeint innan 15. mai 2008.
Er tað so, at onkur vil hava sítt uppskot aftur, skal viðkomandi kunna prógva
fyri Sláið Ring, at viðkomandi eigur uppskotið.
Sláið Ring takkar øllum tykkum, ið sendu uppskot inn, eins og vit eisini
takka dómsnevndini fyri tað arbeiðið, hon hevur gjørt.
Barnadansistevna 2008
Síðani verður farið til Skálavíkar, har døgurði verður á Keldu.
Vit enda dagin í Eiriksgarði í Dali, við felags dansi, kaffi/saft og onkrum góðum afturvið.
ókeypis. Tí verða feløgini biðin um at samskipa túrin til Gomlu Rætt við
t.d. grannafeløg.
Leikum Fagurt Stígum Fast
Tlf. 217779 Tlf. 217901
T-post: simda@post.olivant.fo T-post: helga67@post.olivant.fo
at gista umborð á Smyrli í s.v. ferðina í Sandoynna – t.v.s. av Drelnesi
fríggjakvøld, gisting umborð, av Gomlu Rætt leygarmorgun 08.45. Gevið
okkum sum skjótast tykkara luttakaratal, so hetta kann fáast í lag.
Nýggj brúðarvísa
Nevndin, ið vald varð at taka sær av málinum, hevur sín fyrsta
fund leygardagin 26. januar, har posturin verður opnaður og tíðarætlan
løgd, nær arbeiði skal verða liðugt.
Barnlek 2008
Sí heimasíðuna: www.barnlek2008.no
Nýtt kvæði
Kvæði
var fyrstuferð prentað í blaðnum Vencil og í sambandi við tiltak, ið
blaðið skipaði fyri fríggjakvøldið 5. oktober var tað eisini fyrstuferð
alment á gólvi.
Bylgjan brýtur høg og brøtt
brestir upp á landið,
troyttur maður leggur seg
í taran á Sandvíks sandi.
Treðum lættliga dansin!
Dagurin skínur so fagurliga,
komið er hægst á summarið.
Troyttur maður leggur seg
niður í tarabrúgv,
Sigmund er hann at navni nevndur,
Føroyum gav kristna trúgv.
Í nátt hann rýmdi borgum frá,
lívið stóð í váða.
Síðsta sjón í eygað brann,
var Turið í hildarloga.
Turið stóð í hildarloga,
børnini royndi verja.
Tað var eingin av Gøtuskeggjum
á hana tordi herja.
„Turið, væna fljóði mítt,
eg beri tungan harm.
Aldri aftur á ævini
eg sovi við tín barm.“
„Í nátt eg havi liðið nógv,
Tóra havi eg mist.
Einari sterka slepti eg av,
tá hann hevði deyðan kyst.“
Tregi og ivi í hesi stund
í hjarta hava búgv:
„Var tað rætt, tá ið eg sleit
við gomlu fedratrúgv.“
„Hvat man deyðin bjóða mær,
eg fari foldum frá,
endi eg í Helheimi
til mikla sorg og trá?“
„Ella man eg í Himni hátt
hoyra klokkur ringja,
ganga inn um gyltar dyr,
har einglar fagurt syngja.“
Tá tók sól at lýsa í,
hon geislar sínar sendi,
Sigmund kendi styrk á sær,
og aftur trúgvin vendi.
Ein dúgva kom av Himni hátt,
seg niður á sandin skeyt,
Sigmund lyftir høvur sítt,
ei longur trúgvin treyt.
„Hoyr meg, sæla sendiboð,
limur í himnaskara;
hvussu er vorðið í Himmiríki,
av góðsku tú mær svara.“
„Væl livst inni í Himmiríki;
bæði við gleði og gavni.
Mangar eru kempurnar,
ið prísa tímum navni.“
„Í morgun komu garpar tveir,
føddir á Føroyalandi,
vátir og illa tuskaðir,
Einar og Tórir frændi.“
„Har situr Ólav Trygvason,
hann lesur í Halgubók.
Hann kom hagar tann lagnudag,
tá Eirikur Ormin tók.“
„Har eru aðrar miklar kempur,
Rólant og Ríkin reystur,
umframt mæta keisar Karl,
blant kappar er hann bestur.“
„Um tey, ið eftir á Skúvoy sita,
ongan ótta kenn.
Dóttir tín verður háborin,
og dreingir mætir menn.“
Sigmund kendi mátt á sær,
hendur saman legði:
„Takk havi Guð fyri tíðina,
sum eg á foldum hevði.“
Tað klárnar fyri Sigmunds eygum,
tríggjar mans hann sær.
Tann eini nevndist Torgrímur,
ber stóra øks við lær.
Tala teir við vondum tungum
um ringar, skreyt og skrúð:
„Líkið grava vit í sand,
men ringin bera til búð.“
Lyfta høvur úr tara upp,
øks ger banasár.
Kroppur fellur til jarðar niður,
í hondum høvd og hár.
Hamin gróvu í døkka mold,
ringin tóku teir heim.
Sigmundssál mót himni fór
til gleði og miklan gleim.
Frá Eysturoyar Dansifelag
EYSTUROYAR DANSIFELAGHin 1.juni 2007. |
|
| 19.10.2007 | Vit práta um dansin í vetur, og so leggur Kathrina, formaðurin, fyri við Norsku løvu, sum fyri skjótt 300 árum síðani, um ársskiftið 1707/08, legði beinini á Lambavík. Jeg ser så mangt et orlogsskib, Danske kæmpev. Hans Poulsen |
|
|
Vertir: Nevndin
|
||
| 26.10.2007 | Vitja á Ellisheiminum í Runavík kl 19.00, halda so fram í Hæddini. Regin smiður, til 29.ør. Stígum fast. Joen Carl Danielsen. Her nógv er at gera, Sangbók Føroya Fólks. Margretha Knudsen & Kára Rasmussen. |
|
|
Vertir: Pálin & Beinta.
|
||
| 02.11.2007 | Gudbrandskvæði, Nýggja kvæðabókin 1. Louis Houmann. Jeg ser så mangt et orlogsskib, (endurtøka). |
|
|
Vertir: Julianna & Anna T.
|
||
| 09.11.2007 | Barnadansur – byrja kl. 20.00. Det er i nat en vågenat, til 18. ørindi, Danske kæmpeviser. Joen Carl. Kom venner, lader os betragte, kopi. Dia Ellindsson. |
|
|
Vertir: Sunneva & Elsa.
|
||
| 16.11.2007 | Dansifelagið í Havn vitjar. Byrjað verður vanliga tíð, steðgað verður á kl.23.30 at fáa ein bita, og so halda vit fram eina stund. Seyðamaðurin á Sondum, Nýggja kvæðabókin 2. Andras Hansen. |
|
|
Vertir: Nevndin.
|
||
| 23.11.2007 | Karin Brattaberg úr Vági kemur at kvøða samanvið okkum. Hon fer eisini at práta um at kvøða vísur. Jeg ser så mangt et orlogsskib (endurtøka), og Vågenat, restin. |
|
|
Vertir: Poula M. & Karolina.
|
||
| 30.11.2007 | Gáturíma, kopi. Hjalmar Juul. Vit taka ymiskar tættir: Strandatátt, Dagur dettur av degi, Barjamutáttin, O, kan du ikke mindes, og fleiri. | |
|
Vertir: Anna Maria & Helena.
|
||
| 07.12.2007 | Brestiskvæði, Nýggja kvæðabókin 1. Høgni Debes. Regin smiður 30. – 60. ørindi (framhald). |
|
|
Vertir: Simona & Marita P.
|
||
| 12.01.2008 | Leygarkvøld í Funningi. Norðstreymoyingar bodnir við. Byrjað verður kl. 20. | |
| 18.01.2008 | Vit fara til Haraldssunds við bussi úr Hæddini kl. 21.00. | |
| 25.01.2008 | Hugnakvøld við døgurða, kl. 20. Kostnaður 100 kr. Tekning. Harpuríma, Grør so fagurt. Anna Sørensen & Sanna Hansen.Der går dans på Ribergade, Danske kæmpev. L. Sørensen. | |
| 01.02.2008 | Aðalfundur kl. 21.00, skrá eftir lógini. Eftir fundin kvøða vit. | |