Ung í Dansi í Mikladali

Vikuskiftið 10. til 12. septembur 2021 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Mikladali. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í fleiri ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Inga B. Davidsen á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til ingi.b.davidsen@gmail.com

Vit síggjast – um, nakrir spurningar eru, so spyrjið endiliga!

Seinasta freist at tekna seg er 6. september 2021. Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni á sr.fo. Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygarkvøldið 11. september 2021 í Mikladali.

Aðalfundur hjá Ung í Dansi

Aðalfundurin hjá Ung í Dansi verður í Avhaldshúsinum í Mikladali leygarkvøldið 11. september 2021 kl. 18:00 saman við tiltakinum “Ung í Dansi”, ið er í Mikladali vikuskiftið 10.-12. september 2021.

Skrá sambært lógum felagsins:

  1. Val av orðstýrara og fundarskrivara
  2. Ársfrágreiðing
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  4. Viðgerð av innkomnum málum.
  5. Nevndar- og varalimir verða valdir
  6. Val av grannskoðara
  7. Ymiskt

Aðalfundur 2021

Til øll limafeløgini og umboðsráðslimirnar

Við hesum verður boðað frá, at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður 

leygardagin 11. septembur 2021 kl. 12:00 í U407 á 4. hædd í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn.  

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

Mál frá feløgum
Mál, ið feløg vilja hava til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin 28. august 2021.

Fundarskrá til ársaðalfundin
1. Val av orðstýrara og fundarskrivara.
2. Ársfrágreiðing.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Viðgerð av innkomnum málum.
5. Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið.
6. Val av nevnd og tiltakslimum.
7. Val av grannskoðara.
8. Ymiskt.

Skrá fyri aðalfundin og nærri kunning verður send fyrst í september. 

Nólsoy, hin 14. august 2021
Gunnar Restorff, fm
Sláið Ring

Dansifelagið á Látrinum á útferð í Kalsoynni.

Nú vit í dansifelagnum á Látrinum hendan seinasta veturin ikki hava hitst á Látrinum so ofta, sum vit plaga, gjørdu vit av, at dansifelagið skuldi gera eina útferð – eina samansjóðandi útferð.

Hin 19. juni var kósin sett móti Klaksvíkini, har ið Sam bíðaði eftir at føra okkum yvir í Kalsoynna.

Vit fóru av Eiði við bussi hendan leygarmorgunin og steðgaðu so á vegnum eftir teimum, ið ikki búgva á Eiði.

Tá ið vit komu í Kalsoynna, fóru vit við rutuni til Mikladals, har ið vit høvdu bílagt okkum morgunmat á Eðge, ið er ein hugnalig café. Her fingu vit ein frálíkan morgunmat, og blíðskapurin var stórur. Eisini fingu vit høvið at royna tað nýggja gólvið í kjallaranum á Eðge. Tá ið man sum dansifelag er í Mikladali, so var tað so líka til, at tað var eitt brot úr Kópakvæðnum, ið var tikið á gólvinum har.

Aftaná dansin gekk leiðin oman at heilsa uppá Kópakonuna. Tað vóru tó ikki øll, ið hættaðu sær oman allar trappurnar, men øll tey, ið fóru oman, komu eisini heil niðan aftur. Eyðun Eliasen var komin til Mikladals at vera frásøgumaður, og hann fortaldi nógv áhugavert. M.a. fingu vit at vita hvar Sunnanágarðurin, ið nevndur er í Kópakvæðnum, var. Vit hoyrdu um Marjunar Hav, og vitjaðu eisini smiðjuna og kirkjuna. Sum so ofta tá ið gott fólk er komið saman, rann tíðin undan okkum, tí bussurin, ið skuldi koyra okkum til Trøllanesar, bíðaði. So hóast vit sikkurt kundu gingið í Mikladali ein tíma longur, fóru vit ein túr til Trøllanesar.

Á Trøllanesi nýttu fólk løtuna til at spáka og hyggja seg um. Onkur keypti sær eina kjøtpylsu o.a. Her er høgt bæði omanfyri og niðanfyri. Høgt upp í fjøllini og oman á lendingina. Hendan dagin var dýrdarveður, men mann kann ímynda sær, hvussu tað er um veturin, tá brimið stendur í grasið. Av Trøllanesi var farið við rutuni til Húsar, har vit skuldu njóta ein góðan bita frá Hannebeth og Magna Garðalíð.

Tá ið vit vóru mett og vælsett, var enn ein løta, til rutan koyrdi til Syðradals, so vit fóru oman í kirkjuna, har Elin Syderbø greiddi frá. M.a. sóu vit messuaklarnar, ið hoyra til kirkjuna. Kirkjan var høg og ljós, og Elin helt, at fyrimyndin mundi vera Nidarosdomen.
Summi úr ferðalagnum valdu at fáa sær ein góðan gongutúr, og fóru til gongu til Syðradals.

Óansæð um man gekk ella fór við rutuni, so komu vit øll umborð aftur á Sam, ið nú førdi okkum til Klaksvíkar, har bussurin bíðaði okkum.

Vit høvdu ein sera góðan og hugnaligan dag í Kalsoynni. Slíkir dagar styrkja um felagskensluna og eru góðir at taka fram aftur úr minninum.

Hildur K. Sørensen
Dansifelagið á Látrinum

Landsdansistevnan 2021 – dagført

Í sambandi við at Tøkum Lætt og Danisfelagið í Havn, vegna Sláið Ring, skipa fyri landsdansistevnu 21-08-2021 vilja vit fegin bjóða øllum dansifeløgunum og dansiáhugaðum til stevnuna.

Stevnan verður í Havn tann 21-08-2021 í Sjónleikarhúsinum og í Dansifrøi.

Luttøkugjaldið er kr. 300 fyri hvønn, men í eini roynd at seta ung fólk við er avgjørt, at fólk undir 30 ár rinda kr. 100 hvør.

Tilmeldingarfreistin er skjótast gjørligt og í seinasta lagi 08-08-2021. Tilmeldingarnar fara fram hjá dansifeløgunum hvør sær, og síðani melda dansifeløgini til við telduposti til birgirdjurhuus@gmail.com, og gjaldið fyri luttøku flyta dansifeløgini samlað inn á konto hjá fyriskiparunum.

Íroknað luttøkugjaldið er:
Døgurði og omaná, vín, øl ella sodavatn (1 stk. pr. høvd) og durasnapsur. Skonkt verður sjálvandi undir borðhaldinum. Barr verður í báðum støðum so møguligt verður at keypa drykkivørur fyri sámuligan prís. Náttmatur er eisini íroknaður og bussar innanhýsis í Havn til og frá Sjónleikarhúsinum.

Skráin fyri dagin er hendan:

  • Kl. 17:00 møtast vit í Dansifrøi, har stevnan verður sett.
  • Borðhaldið byrjar kl. 18:00 í Dansifrøi.
  • Eftir borðhaldið fara øll oman í Sjónleikarhúsið har dansurin byrjar kl. 21:30
  • Um miðnátt verður nátt-matur at fáa, og dansurin heldur áfram.

Kvæðini, ið eru sett á skrá, eru hesi: Brestis kvæði, Viljormur Kornus, Hoyberatátturin, Kópa kvæði, Jákup á Møn, Huldugentan, Ungdómsvísan.

Viðvíkandi koronasmittufyribyrging:

  • Fólk, sum hava sjúkueyðkenni ella eru sett í sóttarhald, mugu sjálvandi ikki møta.
  • Heitt verður á øll, ið ikki eru liðugt koppsett, um at hava eina negativa test frá hósdegnum 19. august ella fríggjadegnum 20. august 2021. Liðugt koppsettur merkir, at tað eru minst 8 dagar síðani seinna prikið.
  • Fyri fólk, ið hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar, er fylgjandi galdandi:
    • Liðugt koppsett (t.v.s minst 8 dagar síðani seinna prikið): negativt svar skal vera komið frá testini við komu.
    • Ikki liðugt koppsett: negativt svar skal vera komið frá testini 4. dag eftir komu.
    • Harumframt heita vit á øll, ið hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar, um at hava eina negativa test frá hósdegnum 19. august ella fríggjadegnum 20. august 2021

Vit vóna at síggja mong fólk til stevnuna, og heita á feløgini um at reka dúgliga so at vit fáa ein so góðan dag sum til ber.

Er okkurt at spyrja um, ella er okkurt tit ivast í eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Vegna Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn

Andreas Sigurstein, ajs@olivant.fo
Birgir Djurhuus, birgirdjurhuus@gmail.com

Dansiferð fyri ung til Brønderslev

Seint sunnukvøldið 4. juli 2021 løgdu vit frá bryggju í Tórshavn við kós móti Brønderslev í Norðurjyllandi, har vit skuldu á dansistevnu ætlað børnum og ungum.

Hóast vit øll vóru negativ 😊, vóru vit spent til túrin. Túrurin var settur á skrá seinasta heyst, men orsakað av corona virkaði hann til tíðir veruleikafjarur.

Vit vóru 56 børn, ung og vaksin sum fóru at vitja tvey donsk fólkadansarafeløg úr Brønderslev og úr Viborg. Túrurin var lagdur til rættis av Gunnari Restorff frá Sláið Ring og Kirsten B. Jensen úr Danmark. Vit møttust tríggjar ferðir áðrenn fráferð og vandu dansispøl og danskar fólkadansir, sum vertirnir høvdu sent okkum.

At ferðast niður við nýumbygdu snotiligu Norrønu gjørdi, at tey ungu koma at kenna hvønn annan, áðrenn tey komu á stevnuna, og gjørdi hetta samanhaldið sera gott.

Vit komu til Hirtshals týsmorgun, har Kirsten stóð fyri okkum við einum bussi, sum koyrdi okkum til skúlan í Brønderslev, har stevnan var. Vit funnu, hvar vit skuldu sova, fingu ein bita at eta, og so varð stevnan sett. Aftaná setanina byrjaðu workshops við dansiundirvísing beinanvegin, og aftaná nátturða, var eisini dansur. Workshoppirnar vóru deildar upp eftir aldri, og undirvíst varð í donskum fólkadansum og føroyskum dansi og dansispølum.

Mikudagurin var dagurin, sum fleiri høvdu glett seg mest til, tí tá fóru vit ein túr í Fårup Sommerland og vóru har allan dagin. Hesin dagurin var sera væleydnaður, tí donsku vertirnir høvdu skipað so fyri, at vit høvdu eitt stað, har onkur altíð var, so vit kundu leggja taskur og annað frá okkum, og har vit eisini fingu at eta. Veðrið var av tí besta og tey flestu brúktu nógva tíð í ymsu rutsjubanunum. Dagurin endaði við at vit grillaðu áðrenn vit koyrdu heim aftur við bussinum. Tað sást væl um kvøldið, at fólk vóru móð, so hetta var kvøldið har minst var dansað á túrinum.

Hósdagin var dansur á skránni allan dagin, tað vóru bæði workshops, og so var tíð eisini sett av til at vit kundu venja til framførsluna, sum skuldi verða fríggjadag seinnapart inni í býnum. Vit vandu hvør sær og eisini saman, tí tað vóru nakrir dansir, sum vit skuldu dansa saman. Um kvøldið var “legestue”, har tey, sum høvdu hug, dansaðu, tá var “orðið frítt” so nógvir ymiskir dansir vóru á gólvinum.

Onkur helt kanska, tá tey sóu skránna, at har var í so nógv av undirvísing, men har vóru steðgir í, og tá var grasplenan dúgliga brúkt til bóltspæl og onnur spøl. Ymsu aktivitetirnir í skránni vóru eisini so passaligir í longd, so at eingin troyttaðist.

Fríggjadagurin var dagurin, tá tað stóra slagið skuldi vera við skrúðgongu og framførslu í miðbýnum. Vit vandu fyrrapartin og aftaná døgurða fóru vit at lata okkum í føroysk klæði, tey yngstu vórðu koyrd við hestavogni oman til jarnbreytina, har skrúðgongan skuldi byrja, restin gekk oman hagar.

Beint sum vit komu á jarnbreytarstøðina fór at regna av grimd, so vit máttu innum at kroka. Inni á støðini fóru ungu fólkini at dansa, bæði føroyskan dans og fólkadans, so ferðafólkini fingu eitt upplivilsi, tá tey komu á støðina. Tað gavst ikki at regna, so framførslan varð flutt í høllina á skúlanum. Framførslan gekk sera væl, men tað vóru ikki so nógvir áskoðarar, nú tað var innandura.

Um kvøldið var galladøgurði í høllini, Gunnar helt eina góða røðu har hann takkaði fyri eina sera væl fyriskipaða stevnu og handaði fyrireikarunum gávur. Símun Erik treiv í harmonikuna, og fortaldi um føroyska siðin at syngja undir borðhaldinum, og so sungu vit “Í góðum veðri hann dyrgdi”.

Aftaná døgurðan var náttardansur, og tá gekk dansurin lystiliga. Øll hugnaðu sær bæði væl og leingi, so tað livdi upp til heitið náttardansur.

Leygardagur var heimferðardagur, so tá pakkaðu vit og ruddaðu skúlastovurnar, har vit høvdu sovið. Aftaná at vit høvdu etið á middegi, kom bussur eftir okkum, at koyra okkum til Hirtshals, har Norrøna lá.

Sunnudag fyrrapart høvdu børn og ung eina framførslu umborð á Norrønu, har tey bæði dansaðu føroyskan dans, dansispøl og fólkadans, sum tey høvdu lært á stevnuni. Tað var øgiliga stuttligt at síggja, hvussu væl tað lá fyri og hvussu tey hugnaðu sær, meðan tey framførdu.

Sunnukvøldið komu vit á Havnina, og vóru øll á einum máli um, at hetta hevði verið ein sera væleydnað dansiferð.

Á túrinum var stuttligt at eygleiða, hvussu væl børn og ung úr ymsum bygdum og ymsum aldrum vóru, og hvussu tey hugnaðu sær saman. Túrurin er heilt sikkurt við til at økja um hugin hjá teimum at dansa, nú tey kenna onnur ung aðrastaðni í landinum, sum eisini dansa.
Vit úr Sandoynni vilja takka fyri eina sera góða og væl fyriskipaða ferð.

Hendrik Egholm,
Leikum Fagurt

Nýggjar leiðreglur

Leiðreglur viðv. føroyskum dansi fram til 1. juli 2021

Heystið 2020 vóru leiðreglur gjørdar av nevndini í Sláið Ring í samstarvi við koronaráðgevingina og vórðu tær einmælt viðtiknar á aðalfundi hjá Sláið Ring 12. september 2020. Leiðreglurnar eru leypandi dagførdar. Í samráð við koronaráðgevingina hava vit nú dagført leiðreglurnar, soleiðis at tær eru nakað linari enn áður – eins og almennu tilmælini eisini er linkað.

  • Eingin almennur dansur
  • Tað savnast ikki fleiri enn 100 fólk í dansi
  • Frámælt verður at dansa, um aktiv leys smitta er í Føroyum
  • Hevur onkur sjúkutekin, so eigur viðkomandi ikki at dansa
  • Hvørja ferð dansað verður, verður dagbók førd við luttakarunum – dagbókin skal sjálvandi goymast
  • Hendur verða væl sprittaðar áðrenn og aftaná at dansað verður, nokk av sprittdispensarum eiga at standa frammi
  • So vítt møguligt skal man leiða tey somu fólkini – og tá tað er møguligt, so halda seg tætt at teimum, ið man annars er tætt at í tí dagliga (t.d. fólk úr sama húski)
  • Fær onkur, ið hevur dansað føroyskan dans, staðfest korona, so skulu fyriskipararnir fáa boð um hetta øll støð, har viðkomandi hevur dansað seinastu 14 dagarnar undan staðfestari smittu (hetta skal sjálvandi gerast eftir samráð við landslæknan)
  • Roynast skal at ikki kvøða upp í andlitið á hvør øðrum, og somuleiðis ikki bróta ring ov nógv
  • Dansast skal heldur í einum stórum rúmi enn lítlum rúmi, so nógvir rúmmetrar av luft eru, har dansað verður
  • Fólk, ið hava verið uttanlands, skulu antin
    • bíða 14 dagar við at dansa føroyskan dans – hóast negativa test við komu til Føroya og/ella 4. dag eftir komu, ella
    • hava eina negativa test 6. dagin eftir komu til Føroya (t.v.s. 7 dagar eftir komu)
  • Fólk, ið hava havt samband við fólk, ið eru í heimauppihaldi ella í sóttarhaldi (ella á annan hátt hava øktan vanda fyri at bera smittu), eiga ikki at dansa føroyskan dans so leingi sum heimauppihaldið ella sóttarhaldið hjá viðkomandi kontaktpersóni stendur við.
  • Um dansiframførslur eru fyri ferðafólki ella øðrum, so verður staðiliga frárátt at hesi taka lut í dansinum

Gevast skal gætur, at av tí at vit ikki kunnu halda almennu tilmælini um frástøðu er sumt strangari enn vanligu tilmælini. Tað er av størsta týdningi, at hesi herdu reglurnar verða gjørdar luttakarum greitt í samband við hvørt tiltak – herímillum kravið um 14 dagar karantenu ella 6. dagstest fyri fólk, ið hava verið uttanlands.

Nevndin í Sláið Ring

Leiðreglurnar sum pdf-skjal:

Barnadansistevnan – kostnaður og stuðul

Av tí at Barnlek 2020 í Svøríki varð avlýst, hava vit verið í samband við felag í Jyllandi, ið hevur boðið okkum til Jyllands til eina barnadansistevnu í juli 2021.

Málbólkurin er 8-16 ár, men ung upp til uml. 20 ár kunnu helst luttaka sum ungdómsleiðarar. Stevnan, sum sjálvandi er rúsfrí, verður í Brønderslev og byrjar týsdagin 6. juli og endar leygardagin 10. juli. Hetta er lagt til rættis, soleiðis at til ber at sigla aftur og fram við Norrönu við fráferð úr Føroyum sunnukvøldið 4. juli og komu til Føroya sunnukvøldið 11. juli. Sláið Ring skipar fyri busssambandi millum Norröna og stevnuna – til ber sjálvandi at leingja sær uppihaldið aðru- ella báðumegin stevnuna, at hava egnan bil við og/ella flúgva í staðin fyri at sigla. Luttakarar skipa sjálvi fyri ferðing og ferðaseðili millum Føroyar og Danmark.

Á stevnuni verður felagsdansur, spælistovur, verkstovur, útferð til Fårup sommerland og dansiframførslur runt í býnum. Har verða sjálvandi danskur fólkadansur, føroyskur dansur og føroysk dansispæl á skránni. Vit fara sjálvandi eisini at hittast áðrenn vit fara av landinum og venja eitt sindur saman.

Kostnaður og tilmelding

Í Brønderslev búgva børnini og foreldur/leiðarar í skúlastovum á Hedegårdsskolen.

Kostnaður fyri stevnuna við gisting í skúlastovum, mati og útgerð til Fårup sommerland er kr. 900,00. Luttakarar hava sjálvi liggiundirlag ella luftmadrassu og soviposa við.

Kostnaður fyri bussferð Hirtshals-Brønderslev t/r er kr 300,00 fyri hvønn.

Í samband við endaligu tilmeldingina 25. mai skal eitt tilmeldingargjald gjaldast á kr. 200,00. Tilmeldingargjaldið verður endurrindað luttakarunum á stevnuni, tá stevnan er farin í gongd.

Sláið Ring, Ung í Dansi og FUR gjalda alt stevnugjaldið, bussferðina Hirtshals-Brønderslev og letur harumframt kr. 200,00 í stuðuli til hvønn ferðandi til ferðina millum Føroyar og Danmark – ferðandi skipa sjálvi fyri og avgera sjálvi, hvussu tey koma til Danmarkar og heimaftur til Føroya. Er onkur, ið koyrir sjálvur til og frá stevnuøkinum og tí ikki skulu við bussinum, so fær viðkomandi eisini á stevnuni endurrindað kr. 200 í ferðastuðuli fyri hvønn luttakara.

Sostatt kann stutt sigast, at sjálv stevnan við mati, uppihaldi og útferð, og ferðin í Danmark altso er ókeypis fyri luttakararnar, og at teir fáa harumframt kr. 200,00 í stuðuli til ferðaseðilin millum Føroyar og Danmark. Tey, ið koyra sjálvi, fáa 200, 00 eyka í stuðuli.

Fyribils tilmelding er 25. mars 2021, og endalig tilmelding er 25. mai 2021 – og í fyrsta umfari er ásett, at í mesta lagi 100 fólk kunnu tekna seg. Tit melda til gjøgnum tykkara egna felag, ið síðani samlað meldar til gjøgnum Sláið Ring.

Tit kunnu seta tykkum í samband við Sunnvu Kjærbo (Sumba), Hendrik Egholm (Sandur), Signhild Johannesen (Havn/Tøkum lætt), Birgir Djurhuus (Havn/Dansifelagið í Havn), Lív Vilhelmsen (Vágar), Jónleif Johannesen (Klaksvík) – eisini kunnu tit sjálvandi venda tykkum til undirritaða.

Niðanfyri er formliga innbjóðingin úr Danmark.

Vinarliga,
Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring
tlf. 292563
teldupostur: sr@sr.fo

Klaksvíkar dansifelag á ferð

Einki hevur verið vanligt í føroyskum dansi seinasta árið – tí hevur Sláið Ring heitt á feløgini at taka serlig fyrivarni fyri koronasmittuni. Hetta hevur sjálvandi gjørt, at ikki ber til at hava almennan dans, fara dansiferðir uttanlands ella at feløg vitja hvørt annað. Fyri at halda lív í feløgunum, so hevur Sláið Ring givið feløgunum møguleika at søkja eina minni upphædd í serstakum styrki til innanlands tiltøk í hesum sambandi – hesum tók Klaksvíkar dansifelag av og fór útferð til Viðareiðis og gistu har, og gleðast vit í Sláið Ring um, at feløg finna øðrvísi mátar at halda lív í feløgunum. Her er stutt ferðafrásøgn og nakrar myndir frá túrinum.

Leygardagin 13 feb. fóru vit til Viðareiðis. Vit vóru 43 fólk í ferðalagnum. Á Viðareiði vóru vit væl móttikin á Hotell Norð. Eftir at hava gjørt okkum klár, fóru vit ein túr í bygdini. Joan Jacob Heinesen (Akke) var frásøgumaður. Hann greiddi frá um virksemi á Viðareiði í dag og samanbar við, hvussu bygdarlívið var broytt, síðani hann var barn. Eisini tók hann eldri søgur fram, ið lýstu virksemið í Føroya norðastu bygd gjøgnum tíðirnar. Vit steðgaðu á við eldru býlingarnar í bygdini og í gamla skúlanum. Túrurin endaði í Viðareiðis kirkju.

Eftir at hava vitjað í kirkjuni, fóru vit innar í Ónagerði, har fryntligu prestarhjúnini tóku ímóti okkum og greiddu okkum frá um prestagarðin. Síðani gekk leiðin aftur á hotellið, har vit slógu tunnu, áðrenn vit fóru til borðs. Maturin var framúr, og gott lag var á fólki. Tá borðhaldið var liðugt, fóru vit uppá gólv. Dansurin gekk lystiliga. Vit kvóðu kvæði og vísur av lættara endanum, og nógv vóru tey, sum hildu seg fram at við at skipa. Tá klokkan nærkaðist 2:00, endaðu vit við at telja jólini.

Morgunin eftir var góður morgunmatur á skránni. Síðani varð farið í kirkju. Eftir kirkjugongdina vendu vit aftur til Klaksvíkar – samd um, at vit høvdu havt ein sera góðan túr, sum setti eitt virðiligt punktum fyri dansiveturin 2020/21, sum annars hevði verið heldur spakur av koronaávum.

Jónleif Johannesen, form.
Klaksvíkar Dansifelag

Barnadansistevna í Jyllandi í juli ’21

Av tí at Barnlek 2020 í Svøríki varð avlýst, hava vit verið í samband við felag í Jyllandi, ið hevur boðið okkum til Jyllands til eina barnadansistevnu í juli 2021.

Málbólkurin er 8-16 ár, men ung upp til uml. 20 ár kunnu helst luttaka sum ungdómsleiðarar. Stevnan, sum sjálvandi er rúsfrí, verður í Brønderslev og byrjar týsdagin 6. juli og endar leygardagin 10. juli. Hetta er lagt til rættis, soleiðis at til ber at sigla aftur og fram við Norrönu við fráferð úr Føroyum sunnukvøldið 4. juli og komu til Føroya sunnukvøldið 11. juli. Sláið Ring skipar fyri busssambandi millum Norröna og stevnuna – til ber sjálvandi at leingja sær uppihaldið aðru- ella báðumegin stevnuna og/ella hava egnan bil við.

Á stevnuni verður felagsdansur, spælistovur, verkstovur, útferð til Fårup sommerland og dansiframførslur runt í býnum. Har verða sjálvandi danskur fólkadansur, føroyskur dansur og føroysk dansispæl á skránni.

Í Brønderslev búgva børnini og foreldur/leiðarar í skúlastovum á Hedegårdsskolen. Kostnaður fyri stevnuna er kr. 900 fyri hvønn umframt ferðing (buss og ferð við Norrönu). Sláið Ring, Ung í Dansi og FUR veita eisini munagóðan stuðul til tiltakið.

Fyribils tilmelding er 25. mars 2021, og endalig tilmelding er 25. mai 2021. Tit melda til gjøgnum tykkara egna felag, ið síðani samlað meldar til gjøgnum Sláið Ring.

Tit kunnu seta tykkum í samband við Sunnvu Kjærbo (Sumba), Hendrik Egholm (Sandur), Signhild Johannesen (Havn/Tøkum lætt), Birgir Djurhuus (Havn/Dansifelagið í Havn), Lív Vilhelmsen (Vágar), Jónleif Johannesen (Klaksvík) – eisini kunnu tit sjálvandi venda tykkum til undirritaða.

Niðanfyri er formliga innbjóðingin úr Danmark.

Vinarliga,
Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring
tlf. 292563
teldupostur: sr@sr.fo

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×