Dansiferð fyri ung til Brønderslev

Seint sunnukvøldið 4. juli 2021 løgdu vit frá bryggju í Tórshavn við kós móti Brønderslev í Norðurjyllandi, har vit skuldu á dansistevnu ætlað børnum og ungum.

Hóast vit øll vóru negativ 😊, vóru vit spent til túrin. Túrurin var settur á skrá seinasta heyst, men orsakað av corona virkaði hann til tíðir veruleikafjarur.

Vit vóru 56 børn, ung og vaksin sum fóru at vitja tvey donsk fólkadansarafeløg úr Brønderslev og úr Viborg. Túrurin var lagdur til rættis av Gunnari Restorff frá Sláið Ring og Kirsten B. Jensen úr Danmark. Vit møttust tríggjar ferðir áðrenn fráferð og vandu dansispøl og danskar fólkadansir, sum vertirnir høvdu sent okkum.

At ferðast niður við nýumbygdu snotiligu Norrønu gjørdi, at tey ungu koma at kenna hvønn annan, áðrenn tey komu á stevnuna, og gjørdi hetta samanhaldið sera gott.

Vit komu til Hirtshals týsmorgun, har Kirsten stóð fyri okkum við einum bussi, sum koyrdi okkum til skúlan í Brønderslev, har stevnan var. Vit funnu, hvar vit skuldu sova, fingu ein bita at eta, og so varð stevnan sett. Aftaná setanina byrjaðu workshops við dansiundirvísing beinanvegin, og aftaná nátturða, var eisini dansur. Workshoppirnar vóru deildar upp eftir aldri, og undirvíst varð í donskum fólkadansum og føroyskum dansi og dansispølum.

Mikudagurin var dagurin, sum fleiri høvdu glett seg mest til, tí tá fóru vit ein túr í Fårup Sommerland og vóru har allan dagin. Hesin dagurin var sera væleydnaður, tí donsku vertirnir høvdu skipað so fyri, at vit høvdu eitt stað, har onkur altíð var, so vit kundu leggja taskur og annað frá okkum, og har vit eisini fingu at eta. Veðrið var av tí besta og tey flestu brúktu nógva tíð í ymsu rutsjubanunum. Dagurin endaði við at vit grillaðu áðrenn vit koyrdu heim aftur við bussinum. Tað sást væl um kvøldið, at fólk vóru móð, so hetta var kvøldið har minst var dansað á túrinum.

Hósdagin var dansur á skránni allan dagin, tað vóru bæði workshops, og so var tíð eisini sett av til at vit kundu venja til framførsluna, sum skuldi verða fríggjadag seinnapart inni í býnum. Vit vandu hvør sær og eisini saman, tí tað vóru nakrir dansir, sum vit skuldu dansa saman. Um kvøldið var “legestue”, har tey, sum høvdu hug, dansaðu, tá var “orðið frítt” so nógvir ymiskir dansir vóru á gólvinum.

Onkur helt kanska, tá tey sóu skránna, at har var í so nógv av undirvísing, men har vóru steðgir í, og tá var grasplenan dúgliga brúkt til bóltspæl og onnur spøl. Ymsu aktivitetirnir í skránni vóru eisini so passaligir í longd, so at eingin troyttaðist.

Fríggjadagurin var dagurin, tá tað stóra slagið skuldi vera við skrúðgongu og framførslu í miðbýnum. Vit vandu fyrrapartin og aftaná døgurða fóru vit at lata okkum í føroysk klæði, tey yngstu vórðu koyrd við hestavogni oman til jarnbreytina, har skrúðgongan skuldi byrja, restin gekk oman hagar.

Beint sum vit komu á jarnbreytarstøðina fór at regna av grimd, so vit máttu innum at kroka. Inni á støðini fóru ungu fólkini at dansa, bæði føroyskan dans og fólkadans, so ferðafólkini fingu eitt upplivilsi, tá tey komu á støðina. Tað gavst ikki at regna, so framførslan varð flutt í høllina á skúlanum. Framførslan gekk sera væl, men tað vóru ikki so nógvir áskoðarar, nú tað var innandura.

Um kvøldið var galladøgurði í høllini, Gunnar helt eina góða røðu har hann takkaði fyri eina sera væl fyriskipaða stevnu og handaði fyrireikarunum gávur. Símun Erik treiv í harmonikuna, og fortaldi um føroyska siðin at syngja undir borðhaldinum, og so sungu vit “Í góðum veðri hann dyrgdi”.

Aftaná døgurðan var náttardansur, og tá gekk dansurin lystiliga. Øll hugnaðu sær bæði væl og leingi, so tað livdi upp til heitið náttardansur.

Leygardagur var heimferðardagur, so tá pakkaðu vit og ruddaðu skúlastovurnar, har vit høvdu sovið. Aftaná at vit høvdu etið á middegi, kom bussur eftir okkum, at koyra okkum til Hirtshals, har Norrøna lá.

Sunnudag fyrrapart høvdu børn og ung eina framførslu umborð á Norrønu, har tey bæði dansaðu føroyskan dans, dansispøl og fólkadans, sum tey høvdu lært á stevnuni. Tað var øgiliga stuttligt at síggja, hvussu væl tað lá fyri og hvussu tey hugnaðu sær, meðan tey framførdu.

Sunnukvøldið komu vit á Havnina, og vóru øll á einum máli um, at hetta hevði verið ein sera væleydnað dansiferð.

Á túrinum var stuttligt at eygleiða, hvussu væl børn og ung úr ymsum bygdum og ymsum aldrum vóru, og hvussu tey hugnaðu sær saman. Túrurin er heilt sikkurt við til at økja um hugin hjá teimum at dansa, nú tey kenna onnur ung aðrastaðni í landinum, sum eisini dansa.
Vit úr Sandoynni vilja takka fyri eina sera góða og væl fyriskipaða ferð.

Hendrik Egholm,
Leikum Fagurt

Nýggjar leiðreglur

Leiðreglur viðv. føroyskum dansi fram til 1. juli 2021

Heystið 2020 vóru leiðreglur gjørdar av nevndini í Sláið Ring í samstarvi við koronaráðgevingina og vórðu tær einmælt viðtiknar á aðalfundi hjá Sláið Ring 12. september 2020. Leiðreglurnar eru leypandi dagførdar. Í samráð við koronaráðgevingina hava vit nú dagført leiðreglurnar, soleiðis at tær eru nakað linari enn áður – eins og almennu tilmælini eisini er linkað.

  • Eingin almennur dansur
  • Tað savnast ikki fleiri enn 100 fólk í dansi
  • Frámælt verður at dansa, um aktiv leys smitta er í Føroyum
  • Hevur onkur sjúkutekin, so eigur viðkomandi ikki at dansa
  • Hvørja ferð dansað verður, verður dagbók førd við luttakarunum – dagbókin skal sjálvandi goymast
  • Hendur verða væl sprittaðar áðrenn og aftaná at dansað verður, nokk av sprittdispensarum eiga at standa frammi
  • So vítt møguligt skal man leiða tey somu fólkini – og tá tað er møguligt, so halda seg tætt at teimum, ið man annars er tætt at í tí dagliga (t.d. fólk úr sama húski)
  • Fær onkur, ið hevur dansað føroyskan dans, staðfest korona, so skulu fyriskipararnir fáa boð um hetta øll støð, har viðkomandi hevur dansað seinastu 14 dagarnar undan staðfestari smittu (hetta skal sjálvandi gerast eftir samráð við landslæknan)
  • Roynast skal at ikki kvøða upp í andlitið á hvør øðrum, og somuleiðis ikki bróta ring ov nógv
  • Dansast skal heldur í einum stórum rúmi enn lítlum rúmi, so nógvir rúmmetrar av luft eru, har dansað verður
  • Fólk, ið hava verið uttanlands, skulu antin
    • bíða 14 dagar við at dansa føroyskan dans – hóast negativa test við komu til Føroya og/ella 4. dag eftir komu, ella
    • hava eina negativa test 6. dagin eftir komu til Føroya (t.v.s. 7 dagar eftir komu)
  • Fólk, ið hava havt samband við fólk, ið eru í heimauppihaldi ella í sóttarhaldi (ella á annan hátt hava øktan vanda fyri at bera smittu), eiga ikki at dansa føroyskan dans so leingi sum heimauppihaldið ella sóttarhaldið hjá viðkomandi kontaktpersóni stendur við.
  • Um dansiframførslur eru fyri ferðafólki ella øðrum, so verður staðiliga frárátt at hesi taka lut í dansinum

Gevast skal gætur, at av tí at vit ikki kunnu halda almennu tilmælini um frástøðu er sumt strangari enn vanligu tilmælini. Tað er av størsta týdningi, at hesi herdu reglurnar verða gjørdar luttakarum greitt í samband við hvørt tiltak – herímillum kravið um 14 dagar karantenu ella 6. dagstest fyri fólk, ið hava verið uttanlands.

Nevndin í Sláið Ring

Leiðreglurnar sum pdf-skjal:

Barnadansistevnan – kostnaður og stuðul

Av tí at Barnlek 2020 í Svøríki varð avlýst, hava vit verið í samband við felag í Jyllandi, ið hevur boðið okkum til Jyllands til eina barnadansistevnu í juli 2021.

Málbólkurin er 8-16 ár, men ung upp til uml. 20 ár kunnu helst luttaka sum ungdómsleiðarar. Stevnan, sum sjálvandi er rúsfrí, verður í Brønderslev og byrjar týsdagin 6. juli og endar leygardagin 10. juli. Hetta er lagt til rættis, soleiðis at til ber at sigla aftur og fram við Norrönu við fráferð úr Føroyum sunnukvøldið 4. juli og komu til Føroya sunnukvøldið 11. juli. Sláið Ring skipar fyri busssambandi millum Norröna og stevnuna – til ber sjálvandi at leingja sær uppihaldið aðru- ella báðumegin stevnuna, at hava egnan bil við og/ella flúgva í staðin fyri at sigla. Luttakarar skipa sjálvi fyri ferðing og ferðaseðili millum Føroyar og Danmark.

Á stevnuni verður felagsdansur, spælistovur, verkstovur, útferð til Fårup sommerland og dansiframførslur runt í býnum. Har verða sjálvandi danskur fólkadansur, føroyskur dansur og føroysk dansispæl á skránni. Vit fara sjálvandi eisini at hittast áðrenn vit fara av landinum og venja eitt sindur saman.

Kostnaður og tilmelding

Í Brønderslev búgva børnini og foreldur/leiðarar í skúlastovum á Hedegårdsskolen.

Kostnaður fyri stevnuna við gisting í skúlastovum, mati og útgerð til Fårup sommerland er kr. 900,00. Luttakarar hava sjálvi liggiundirlag ella luftmadrassu og soviposa við.

Kostnaður fyri bussferð Hirtshals-Brønderslev t/r er kr 300,00 fyri hvønn.

Í samband við endaligu tilmeldingina 25. mai skal eitt tilmeldingargjald gjaldast á kr. 200,00. Tilmeldingargjaldið verður endurrindað luttakarunum á stevnuni, tá stevnan er farin í gongd.

Sláið Ring, Ung í Dansi og FUR gjalda alt stevnugjaldið, bussferðina Hirtshals-Brønderslev og letur harumframt kr. 200,00 í stuðuli til hvønn ferðandi til ferðina millum Føroyar og Danmark – ferðandi skipa sjálvi fyri og avgera sjálvi, hvussu tey koma til Danmarkar og heimaftur til Føroya. Er onkur, ið koyrir sjálvur til og frá stevnuøkinum og tí ikki skulu við bussinum, so fær viðkomandi eisini á stevnuni endurrindað kr. 200 í ferðastuðuli fyri hvønn luttakara.

Sostatt kann stutt sigast, at sjálv stevnan við mati, uppihaldi og útferð, og ferðin í Danmark altso er ókeypis fyri luttakararnar, og at teir fáa harumframt kr. 200,00 í stuðuli til ferðaseðilin millum Føroyar og Danmark. Tey, ið koyra sjálvi, fáa 200, 00 eyka í stuðuli.

Fyribils tilmelding er 25. mars 2021, og endalig tilmelding er 25. mai 2021 – og í fyrsta umfari er ásett, at í mesta lagi 100 fólk kunnu tekna seg. Tit melda til gjøgnum tykkara egna felag, ið síðani samlað meldar til gjøgnum Sláið Ring.

Tit kunnu seta tykkum í samband við Sunnvu Kjærbo (Sumba), Hendrik Egholm (Sandur), Signhild Johannesen (Havn/Tøkum lætt), Birgir Djurhuus (Havn/Dansifelagið í Havn), Lív Vilhelmsen (Vágar), Jónleif Johannesen (Klaksvík) – eisini kunnu tit sjálvandi venda tykkum til undirritaða.

Niðanfyri er formliga innbjóðingin úr Danmark.

Vinarliga,
Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring
tlf. 292563
teldupostur: sr@sr.fo

Klaksvíkar dansifelag á ferð

Einki hevur verið vanligt í føroyskum dansi seinasta árið – tí hevur Sláið Ring heitt á feløgini at taka serlig fyrivarni fyri koronasmittuni. Hetta hevur sjálvandi gjørt, at ikki ber til at hava almennan dans, fara dansiferðir uttanlands ella at feløg vitja hvørt annað. Fyri at halda lív í feløgunum, so hevur Sláið Ring givið feløgunum møguleika at søkja eina minni upphædd í serstakum styrki til innanlands tiltøk í hesum sambandi – hesum tók Klaksvíkar dansifelag av og fór útferð til Viðareiðis og gistu har, og gleðast vit í Sláið Ring um, at feløg finna øðrvísi mátar at halda lív í feløgunum. Her er stutt ferðafrásøgn og nakrar myndir frá túrinum.

Leygardagin 13 feb. fóru vit til Viðareiðis. Vit vóru 43 fólk í ferðalagnum. Á Viðareiði vóru vit væl móttikin á Hotell Norð. Eftir at hava gjørt okkum klár, fóru vit ein túr í bygdini. Joan Jacob Heinesen (Akke) var frásøgumaður. Hann greiddi frá um virksemi á Viðareiði í dag og samanbar við, hvussu bygdarlívið var broytt, síðani hann var barn. Eisini tók hann eldri søgur fram, ið lýstu virksemið í Føroya norðastu bygd gjøgnum tíðirnar. Vit steðgaðu á við eldru býlingarnar í bygdini og í gamla skúlanum. Túrurin endaði í Viðareiðis kirkju.

Eftir at hava vitjað í kirkjuni, fóru vit innar í Ónagerði, har fryntligu prestarhjúnini tóku ímóti okkum og greiddu okkum frá um prestagarðin. Síðani gekk leiðin aftur á hotellið, har vit slógu tunnu, áðrenn vit fóru til borðs. Maturin var framúr, og gott lag var á fólki. Tá borðhaldið var liðugt, fóru vit uppá gólv. Dansurin gekk lystiliga. Vit kvóðu kvæði og vísur av lættara endanum, og nógv vóru tey, sum hildu seg fram at við at skipa. Tá klokkan nærkaðist 2:00, endaðu vit við at telja jólini.

Morgunin eftir var góður morgunmatur á skránni. Síðani varð farið í kirkju. Eftir kirkjugongdina vendu vit aftur til Klaksvíkar – samd um, at vit høvdu havt ein sera góðan túr, sum setti eitt virðiligt punktum fyri dansiveturin 2020/21, sum annars hevði verið heldur spakur av koronaávum.

Jónleif Johannesen, form.
Klaksvíkar Dansifelag

Barnadansistevna í Jyllandi í juli ’21

Av tí at Barnlek 2020 í Svøríki varð avlýst, hava vit verið í samband við felag í Jyllandi, ið hevur boðið okkum til Jyllands til eina barnadansistevnu í juli 2021.

Málbólkurin er 8-16 ár, men ung upp til uml. 20 ár kunnu helst luttaka sum ungdómsleiðarar. Stevnan, sum sjálvandi er rúsfrí, verður í Brønderslev og byrjar týsdagin 6. juli og endar leygardagin 10. juli. Hetta er lagt til rættis, soleiðis at til ber at sigla aftur og fram við Norrönu við fráferð úr Føroyum sunnukvøldið 4. juli og komu til Føroya sunnukvøldið 11. juli. Sláið Ring skipar fyri busssambandi millum Norröna og stevnuna – til ber sjálvandi at leingja sær uppihaldið aðru- ella báðumegin stevnuna og/ella hava egnan bil við.

Á stevnuni verður felagsdansur, spælistovur, verkstovur, útferð til Fårup sommerland og dansiframførslur runt í býnum. Har verða sjálvandi danskur fólkadansur, føroyskur dansur og føroysk dansispæl á skránni.

Í Brønderslev búgva børnini og foreldur/leiðarar í skúlastovum á Hedegårdsskolen. Kostnaður fyri stevnuna er kr. 900 fyri hvønn umframt ferðing (buss og ferð við Norrönu). Sláið Ring, Ung í Dansi og FUR veita eisini munagóðan stuðul til tiltakið.

Fyribils tilmelding er 25. mars 2021, og endalig tilmelding er 25. mai 2021. Tit melda til gjøgnum tykkara egna felag, ið síðani samlað meldar til gjøgnum Sláið Ring.

Tit kunnu seta tykkum í samband við Sunnvu Kjærbo (Sumba), Hendrik Egholm (Sandur), Signhild Johannesen (Havn/Tøkum lætt), Birgir Djurhuus (Havn/Dansifelagið í Havn), Lív Vilhelmsen (Vágar), Jónleif Johannesen (Klaksvík) – eisini kunnu tit sjálvandi venda tykkum til undirritaða.

Niðanfyri er formliga innbjóðingin úr Danmark.

Vinarliga,
Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring
tlf. 292563
teldupostur: sr@sr.fo

Hugnakvøld hjá Ung í Dansi

Ung í Dansi bjóðar ungum í aldrinum 12-30 ár til eitt hugnakvøld komandi leygardag, 23. januar 2021, í Gøtu.

Skráin hesaferð er hendan:

🔸️ Vit møtast kl. 14:00 í Losjuni við Gøtugjógv.
🔸️ Um viðrar fara vit ein túr í bygdini, og ein maður kemur at fortelja okkurt um bygdina.
🔸️ Jens Dalsgaard fer at greiða frá um Gøtuskeggjar.
🔸️ Vit eta døgurða.
🔸️ Vit fara upp á gólv.

Tiltakið er ókeypis, og ikki er neyðugt beinleiðis við tilmelding til tiltakið, men um tit ætla við, so er gott um tit siga Bresti frá (skriva til brestir.restorff@gmail.com ella sms’a/ring til 596242), so vita vit, umleið hvussu nógv vera við.

Tað er umráðandi, at vit fylgja leiðreglunum hjá Sláið Ring viðvíkjandi Korona. Tí skriva vit upp, hvør er við til tiltakið, og fólk, sum hava verið uttanlands teir seinastu 14 dagarnar sleppa ikki við.

Føroyski dansurin – livandi siðaarvur føroyinga

Í oktober 2018 samtykti Føroya løgting UNESCO sáttmálan um varðveiting av livandi siðaarvi. Várið 2019 kom skráin Livandi mentan upp at standa hjá Mentamálaráðnum, og í oktober 2019 sendi Sláið Ring inn uppskot um Føroyska dansin til skránna Livandi mentan.

Loksins er hetta uppskot upptikið í skránna, og er uppskotið at síggja niðast á síðuni www.livandimentan.fo – og uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sent út tíðindaskriv, ið kann lesast á heimasíðuni www.ummr.fo.

Næsta møguliga stig í tilgongdini er, at Føroya landsstýri innstillar Føroyska dansin at verða tikin upp á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini. Hesum fer Sláið Ring sjálvandi at virka fyri.

Hugnakvøld hjá Ung í Dansi

Ung í Dansi bjóðar limum felagsins til ein hugnadag í Havn, tann 14. november 2020. Vegleiðandi skrá:

– Vit møtast kl 14:00 í Hornahúsinum

– Vit fara eina útferð

– Kl. 17:00 møtast vit aftur í Hornahúsinum og fáa eina frágreiðing/fyrilestur um eitt kvæði

– Kl. 17:30 fara vit til borðs og fáa lekran døgurða. Døgurðin er ókeypis, men eftirsum matur verður bílagdur útifrá, so krevur døgurðin tilmelding.

– Uml. kl. 19.00 fara vit so upp á gólv og kvøða restina av kvøldinum.

Luttakarar kunnu tilmelda seg við at skriva eini boð til Inga B. Davidsen.Ingi: tlf: 591797 ella á Teldupost addr. ingi.b.davidsen@gmail.com Seinasta freist at tilmelda seg er 11. november. 

Fyrivarni viðvíkjandi korona: Tiltakið er treytað av, at mett verður, at stýr er á smittuketunum í Føroyum. Møgulig avlýsing verður lýst her.Fólk, ið hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar undan tiltakinum, eiga ikki at luttaka – hóast negativar testir. Fólk við sjúkueyðkennum eiga ikki at luttaka í tiltakinum.

Nordlek búmerki

Fundur um Nordlek 2021 – avlýst

Dagføring: Kunningarfundurin um Nordlek 2021 í Tammerfors, ið skuldi vera á Háskúlanum í Havn leygardagin, er avlýstur. Orsøkin er, at Nordlek ikki verður í Tammerfors í juli 2021, sum annars ætlað – óvissa støðan viðv. koronasmittu ger at tað mest ábyrgdarfulla og realistiska er at avgera longu nú, at stevnan ikki verður í juli 2021, sum annars ætlað. Vit vita ikki enn, hvat hendir í staðin – um hon verður avlýst, ella møguliga flutt 1, 2 ella 3 ár. Nordlekstyrelsen hittist sunnudagin 15. nov. 2020 og aftaná tann fundin fáa vit helst meiri at vita. 

Leygardagin 14. november kl. 12:00 verður kunnandi fundur fyri áhugaðum um Nordlek og sommerlejren 2021 á Háskúlanum í Havn.

Nordlek 2021 verður í Tammerfors / Tampere í Finnlandi í døgunum 20.–25. juli 2021. Sum vanligt verður skipað fyri luttøku til stevnuna, í hesum sambandi bjóðar Sláið Ring áhugaðum til fundar á Háskúlanum leygardagin 14. november kl. 12.00. Endamálið er at finna útav, hvørji eru áhugað at koma við og at tosa um, hvussu vit leggja ferðina til rættis og hvussu vit skipa venjingar o.a. í hesum koronatíðum.

Vit royna at leggja ferð og venjingar til rættis, sum um at stevnan verður, men vegna korona verða endaligu tilmeldingarnar ikki gjørdar fyrr enn í mars 2021, tá vit vita meira um, hvussu støðan er við korona.

Á Nordlek-stevnuni verður eisini summarlega. Hendan stevnan verður í døgunum 17.–20. juli. Øll ung í aldrinum 15–25 ár eru vælkomin til hesa stevnuna, og bjóða vit eisini teimum við á Háskúlan hendan dagin.

Vegna fyriskipararnar
Ólavur Lydersen
Hildur Kruse Sørensen
Rasmus Joensen

Aðalfundur hjá Ung í Dansi

Aðalfundurin hjá Ung í Dansi verður í Eiriksgarði í Dali leygardagin 3. oktober 2020 kl. 19:00 saman við tiltakinum “Ung í Dansi”, ið er í Hesti vikuskiftið 2.-4. oktober 2020.

Skrá sambært lógum felagsins:

  1. Val av orðstýrara og fundarskrivara
  2. Ársfrágreiðing
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  4. Viðgerð av innkomnum málum.
  5. Nevndar- og varalimir verða valdir
  6. Val av grannskoðara
  7. Ymiskt
Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×