Landsdansistevnan 2021

Deil

Í sambandi við at Tøkum Lætt og Danisfelagið í Havn, vegna Sláið Ring, skipa fyri landsdansistevnu 21-08-2021 vilja vit fegin bjóða øllum dansifeløgunum og dansiáhugaðum til stevnuna.

Stevnan verður í Havn tann 21-08-2021 í Sjónleikarhúsinum og í Dansifrøi ella Høllini á Nabb.

Luttøkugjaldið er kr. 300 fyri hvønn, men í eini roynd at seta ung fólk við er avgjørt, at fólk undir 30 ár rinda kr. 100 hvør.

Tilmeldingarfreistin er 01-08-2021. Tilmeldingarnar fara fram hjá dansifeløgunum hvør sær, og síðani melda dansifeløgini til við telduposti til birgirdjurhuus@gmail.com, og gjaldið fyri luttøku flyta dansifeløgini samlað inn á konto hjá fyriskiparunum.

Íroknað luttøkugjaldið er:
Døgurði og omaná, vín, øl ella sodavatn (1 stk. pr. høvd) og durasnapsur. Skonkt verður sjálvandi undir borðhaldinum. Barr verður í báðum støðum so møguligt verður at keypa drykkivørur fyri sámuligan prís. Náttmatur er eisini íroknaður og bussar innanhýsis í Havn til og frá Sjónleikarhúsinum.

Skráin fyri dagin er hendan:

  • Frá kl. 12:00 er Sjónleikarhúsið opið, um fólk hava hug at hittast til eitt prát og okkurt gott til góman.
  • Kl. 16:00 hittast øll í Sjónleikarhúsinum. Síðani verður gingið í felag oman á Vaglið har stevnan verður sett kl. 16:30.
  • Eftir setanina verður farið niðan aftur í Sjónleikarhúsið, og haðani skipa vit fyri flutningi við bussum niðan í Dansifrøi ella Høllina á Nabb.
  • Borðhaldið byrjar kl. 18:00
  • Eftir borðhaldið fara øll oman í Sjónleikarhúsið har dansurin byrjar kl. 21:30
  • Um miðnátt verður nátt-matur at fáa.

Kvæðini eru hesi: Jákup á Møn, Jallgríms kvæði, Hoyberatátturin, Brestis kvæði, Viljormur Kornus. Raðfylgjan er ikki avgjørd enn.

Vit vóna at síggja mong fólk til stevnuna, og heita á feløgini um at reka dúgliga so at vit fáa ein so góðan dag sum til ber.

Er okkurt at spyrja um, ella er okkurt tit ivast í eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Vegna Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn

Andreas Sigurstein, ajs@olivant.fo
Birgir Djurhuus, birgirdjurhuus@gmail.com

Onnur tíðindi