Nú vit í dansifelagnum á Látrinum hendan seinasta veturin ikki hava hitst á Látrinum so ofta, sum vit plaga, gjørdu vit av, at dansifelagið skuldi gera eina útferð – eina samansjóðandi útferð.
Hin 19. juni var kósin sett móti Klaksvíkini, har ið Sam bíðaði eftir at føra okkum yvir í Kalsoynna.
Vit fóru av Eiði við bussi hendan leygarmorgunin og steðgaðu so á vegnum eftir teimum, ið ikki búgva á Eiði.
Tá ið vit komu í Kalsoynna, fóru vit við rutuni til Mikladals, har ið vit høvdu bílagt okkum morgunmat á Eðge, ið er ein hugnalig café. Her fingu vit ein frálíkan morgunmat, og blíðskapurin var stórur. Eisini fingu vit høvið at royna tað nýggja gólvið í kjallaranum á Eðge. Tá ið man sum dansifelag er í Mikladali, so var tað so líka til, at tað var eitt brot úr Kópakvæðnum, ið var tikið á gólvinum har.
Aftaná dansin gekk leiðin oman at heilsa uppá Kópakonuna. Tað vóru tó ikki øll, ið hættaðu sær oman allar trappurnar, men øll tey, ið fóru oman, komu eisini heil niðan aftur. Eyðun Eliasen var komin til Mikladals at vera frásøgumaður, og hann fortaldi nógv áhugavert. M.a. fingu vit at vita hvar Sunnanágarðurin, ið nevndur er í Kópakvæðnum, var. Vit hoyrdu um Marjunar Hav, og vitjaðu eisini smiðjuna og kirkjuna. Sum so ofta tá ið gott fólk er komið saman, rann tíðin undan okkum, tí bussurin, ið skuldi koyra okkum til Trøllanesar, bíðaði. So hóast vit sikkurt kundu gingið í Mikladali ein tíma longur, fóru vit ein túr til Trøllanesar.
Á Trøllanesi nýttu fólk løtuna til at spáka og hyggja seg um. Onkur keypti sær eina kjøtpylsu o.a. Her er høgt bæði omanfyri og niðanfyri. Høgt upp í fjøllini og oman á lendingina. Hendan dagin var dýrdarveður, men mann kann ímynda sær, hvussu tað er um veturin, tá brimið stendur í grasið. Av Trøllanesi var farið við rutuni til Húsar, har vit skuldu njóta ein góðan bita frá Hannebeth og Magna Garðalíð.
Tá ið vit vóru mett og vælsett, var enn ein løta, til rutan koyrdi til Syðradals, so vit fóru oman í kirkjuna, har Elin Syderbø greiddi frá. M.a. sóu vit messuaklarnar, ið hoyra til kirkjuna. Kirkjan var høg og ljós, og Elin helt, at fyrimyndin mundi vera Nidarosdomen.
Summi úr ferðalagnum valdu at fáa sær ein góðan gongutúr, og fóru til gongu til Syðradals.
Óansæð um man gekk ella fór við rutuni, so komu vit øll umborð aftur á Sam, ið nú førdi okkum til Klaksvíkar, har bussurin bíðaði okkum.
Vit høvdu ein sera góðan og hugnaligan dag í Kalsoynni. Slíkir dagar styrkja um felagskensluna og eru góðir at taka fram aftur úr minninum.
Hildur K. Sørensen
Dansifelagið á Látrinum