Dansiferð í Íslandi

Deil

 

Dansiferð
í Íslandi

Í døgunum 18. – 25. august  vóru vit nøkur dansifólk, sum umboðaðu Sláið
Ring á dansistevnum í Íslandi.

Fyrra stevnan við heitinum: Tradiditon for Tomorrow,
varð hildin á Akureyri og seinna stevnan var setanin av Menningarnáttini í
Rekjavík.

Vit fóru við flogfarið mánadagin 18. og sama kvøldið
høvdu vit fund við dansifelagið hjá føroyingunum á Reykjavíkarleiðini, hesin
fundurin varð á føroysku sendistovuni. Har møttu uml. 12 – 15 fólk umframt
okkum.

Vit heilsaðu uppá hvønn annan og kunnaðu okkum, tað
er gott at hava møtt teimum, sum vit skulu samstarva við. Vit tosaðu um hvat
vit skuldu kvøða til setanina av menningarnáttini og um ymiskt annað hesum viðvíkjandi.

Týsdagin 19. koyrdu vit norður til Akureyrar, men á
vegnum steðagaðu vit á Borg á Mýrum og hugdu eftir høggmyndini: Sonartorrek.
Eisini fóru vit inn á kirkjugarðin til gravsteinin yvir Kjartan Ólavsson.

Skallagrímur varð landnámsmaður, ið bygdi á Borg. Egil
Skallagrímsson varð sonur hansara og abbi Kjartan Ólavsson.

Av Borg koyrdu vit norður á Bjarg, føðistaðin hjá
Gretti Ásmundarsyni. Her steðgaðu vit við minnismerkið og gingu síðani inn í
túnið á garðinum, til steinin har høvur Grettis liggur undir. Vit kvóðu nøkur
ørindi úr Grettiskvæðinum.

Komin til Akureyrar funnu við húsið, har vit skuldu
búgva og fóru síðani á fund við fólk frá dansifelagnum Vefarin á Akureyri. Vit
skuldu dansa saman við teimum til setanina av stevnuni kvøldið eftir.

Eisini her fingu vit eitt gott prát og funnu fram
til hvør leiklutur okkara skuldi vera. Vefarin skuldi dansa nakrar íslandskar
dansir, og vit skuldu so taka brot úr ymsum kvæðum.

Stevnan varð sett í nýggja stásiliga mentanarhúsinum
Hof, og varð tað íslendski Mentamálaráðharrin, ið setti hana.

Á stevnuni dansaðu vit og høvdu námsskeið. Á hesi
stevnuni vóru ikki so nógv fólk, sum t.d. á Nordlek, her vóru tónleikarar og sangarar,
ið arbeiddu við tilfari, sum bygdi á gamalar siðir.

Umframt okkum vóru spælimenninir úr Nólsoy og
Kristian Black, sum er við í leiðslubólkinum fyri hesar stevnurnar.

Fríggjadagin gekk leiðin aftur til Reykjavíkar, har
vit skuldu venja til setanina av menningvarnáttini, sum skuldi vera í Hørpuni.

Leygarmorgunin eftir morgunmat lótu vit okkum í
føroysku klæðini og so oman í Hørpuna til venjingar.

Hetta gekst væl, og tað var gott, at vit høvdu verið
saman við hinum dansarunum frammanundan.

Menningarnáttin av sett av borgarstjóranum í
Reykjavík og aftaná opnaði landsstýrismaðurin í mentamálum Bjørn Kalsø fugla-framsýningina
hjá Tróndi Paturssyni.

Vit vóru partur av einum nútímans tónlistaverki hjá
tónleikabólkinum ORKA. Hetta kundi tykjast ivasamt at føroyski dansurin skuldi
vera partur av slíkum tónleikaverki, men vit mettu, at hetta varð føroyskum
dansi at frama, og vildu vera við.

Eg haldið, at tað eydnaðist væl, tónleikararnir,
fyrireikararnir og nógvu gestirnir hildu nógv um tað.

Eftir setanina kvóðu vit nøkur ørindi av Orminum
langa, tá kom nógv fólk uppí, og vit høvdu sera góðan dans.

Seinni fóru vit niðan á føroysku sendistovuna, har
Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavn, setti stevnu við myndaframsýning,
tónleiki og dansi. Vit tóku aftur saman; dansurin var góður og luttakararnir,
fleiri eldri fólk, mintust aftur á góðan dans heima í Føroyum, eisini aðrir
gestir fegnaðust og dámdu dansin sera væl.

 

Mánadagin 25. flugu vit aftur til Føroyar, ein góð
dansiferð var at enda komin.

 

Rasmus
Joensen

Onnur tíðindi