Frálík dansinátt í Norðurlandahúsinum:
Eg fegnist
um dansináttina, sum var í norðurlandahúsinum leygarkvøldið 3.august – av allarbestu almennu dansikvøldum.
Hvørt ár
koma nakrir útlendingar fyri at uppliva føroyskan dans. Teir koma altíð
stundisliga, tá hurðarnar verða latnar upp. Rasmus, sum er formaður í
landsfelagnum “Sláið Ring”, byrjaði við at siga eitt sindur um dansin og kvæðini, og so kvóðu vit okkurt lætt beint
aftaná.
Eg havi talt
leysliga eftir, hvussu nógv bleiv kvøðið og havi fingið tað til at vera út ímóti 700 ørindum, so tað er ikki
smávegis. Vit kvóðu fyri tað mesta
føroysk kvæðir, men onkur donsk vísa var eisini.
Bæði yngri
og eldri skiparar hildu seg framat. Grindavísan gongur altíð væl hjá Jón í Bø,
og tað gjørdi hon eisini leygarkvøldið. Hann fylti 80 fyrr í ár, og tá er megin
mikil sambært halgubók. Snæbjørg, sum man vera um 20 ára gomul, dansar við
Klaksvíkar dansifelag. Hon skipaði Ólav Riddararós – tað dugir hon væl.
Eisini
útisetar úr dansifelagnum Fótatraðk góvu sítt íkast. Forkunnugt at hoyra
Vilmundskvæði. Sera skilagott av Ólavi Eysturdal at gevast, tá fyrsti
táttur var kvøðin. Eg ætli mær at læra
meg hann nakað skjótt.
Tað var ein
sonn frøði at eygleiða gentuna, sum kvað dúgliga við pápa sínum Gunnari, tá hann skipaði Brestis kvæði.
Eg haldi at
dansináttin er vorðin betri, nú tað ber til at sita í sama rúmi, sum dansurin
er.
Stór
dansitiltøk sum Grønlek og landsdansistevna hava verið fyrr í ár. Sum vera man
bleiv prátað um tað eisini, tá dansifólk koma saman.
Kathrina
Hansen, Eysturoyar dansifelag.