Føroyski dansurin í skúlanum samansjóðar næmingarnar

Deil

Lat meg fyrst siga, at eg ikki eri vaksin upp við kvøðing og dansi. Tað var einki gjørt við at kvøða í skúlanum íLeirvík, tá eg var skúlabarn her. Onkrir dreingir dansaðu í Eysturoyar dansifelagi, og teir høvdu viðhvørt fyri at taka saman, tá ikki var farandi út. Tað minnist eg aftur á sum nakað stuttligt og gott, men sum heild fóru árini í fólkaskúlanum framvið, uttan at nakað varð gjørt við at kvøða. Tá eg fór á HF, var har tann kendi og kvæðakøni lærarin, Herluf Berthelsen, og hann fór upp á gólv við okkum. Í læraraskúlanum høvdu vit Árna Dahl, og hann tók kvøðing og dans inn sum part av undirvísingini í føroyskum. Í Norðskála- Oyrar skúla, har ið eg kom at starvast, tá eg var liðug í læraraskúlanum, varð nógv gjørt við føroyskan dansídansitíðini, og tað sama kann sigast um kvøðingina íLeirvíkar skúla, her eg nú starvist, greiðir Ingun Joensen frá.

Ingun heldur, at taðer umráðandi at dansa við børnunum í teimum yngru flokkunum:

– Vit hava teir yngstu næmingarnar í fólkaskúlanum her hjá okkum, og tí hava vit lagt okkum eftir at kvøða ymiskt lætt, ið hóskar til henda aldursbólkin. Eg og starvsfelagi mín, Dánjal, hava lagt eina ætlan, hvat iðvit læra at dansa í tí triðja flokkinum, sum vit varða av. Skúlin hevur sum heild eina miðvísa ætlan við dansinum, men tá hugsað verður um aldurin á næmingunum, krevja vit kanska meira av triðja flokki enn av hinum, sigur Ingun Joensen.

– Nú er so ymiskt, hvussu tað liggur fyri at læra uttanat hjá næmingunum. Sum lærari mást tú ansa eftir, at tað ikki gerst eina byrða hjá tí, ið hevur ilt við tí, men í løtuni hava vit nakrar dreingir í flokkinum, sum tað liggur so raðið fyri hjá bæði at duga kvæði og at kvøða. Ikki minst eru teir so serstakliga áhugaðir fyri dansinum. Teir hava við sínum áhuga eins og fingið onnur við sær. Tað, at skúlin, sum heild, arbeiðir við dansi og kvøðing, elvir bæði næmingum og lærarum at arbeiða við kvæðum. Ídansitíðini dansar skúlin eina ferð um vikuna, umframt at kvøðing er partur av tónleikatímunum, sigur Ingun Joensen.

Stundum verður sagt, at føroyski dansurin hevur eina so sera góða savningarmegi. Hvørjar royndir hevur Ingun av tí?

– Tað, at kvøða og at syngja, mennir børn sera nógv. Ikki minst málsliga. Eg plagdi bara at fara ígongd við at kvøða og so aftaná taka onkur torfør orð ígjøgnum og greiða frá, hvat tey merkja. Távit tosa um tað savnandi í dansinum, má eg siga, at dansurin er framúrskarandi. Øll kunnu vera við og kenna seg sum ein part av heildini. Tað sosiala og tað samasjóðandi í einum dansiringi er sera nógv vert. Endurtøkurnar gera, at børnini minnast orðini og kunnu taka undir. Stevið er eisini í sjálvum sær rørslumennandi, heldur Ingun.

Fyri kortum var dansistevna hildin íLeirvík. Hvussu var at dansa við næmingunum á hesu stevnu?

– Tað var eitt fínt tiltak. Okkara næmingar vóru við, og eg helt meg duga at síggja, hvussu nógv teir løgdu seg eftir at dansa so væl sum gjørligt. Hóast har vóru mong børn, sum okkara næmingar ikki kendu, so smæddust teir ikki burtur. Taðer sera læruríkt at dansa saman við øðrum og fáa taðupplivilsið. Tá eg aftaná havi tosað við næmingarnar um dansistevnuna, siga teir, at teir vóru glaðir fyri hana, sigur Ingun.

Onnur tíðindi