Ísleikur

Deil

 

Dansistevnan verður
hildin í Reykjavík 9. – 16. jul

Frá
6. til 9. juli er møguleiki at fara útferðir.

 

Ísleikur er stevna undir NORDLEK-avtaluni. Stóru NORDLEK
stevnurnar verða hildnar triðja hvørt ár í teimum stóru Norðurlondunum. Ímillum
hesar stevnurnar eru smærru stevnurnar Havleikur í Føroyum og Ísleikur í
Íslandi.

Seinasta NORDLEK stevnan var í Lathis í Finnlandi 2009,
og næsta stóra NORDLEK stevnan verður í Steinkjær í Noreg 2012

Luttakararnir fáa møguleika at dansa og uppliva dans úr
hinum Norðurlondunum og harumframt eisini at uppliva stórslignu íslendsku
náttúruna og íslendsku mentanina.

Undan stevnuni er møguleiki at gera longri útferðir. Serliga útferðin á Vestfirðir
tykist spennandi og forkunnug. Farið verður avstað úr Reykjavík 6. juli og komið
verður aftur 9. juli. Sjálvar stevnudagarnar er møguligt at gara stytri ferðir,
m.a. útferð til Gullfoss, Geysir og Tingvøllir,. útferð í Vestmanoyggjar,
jøklatúr á hundasledu og túr í Bláa Lónið.

Skráin fyri stevnuna er nøkurlunda tann sama sum til
aðrar slíkar stevnur. Stevnan verður sett leygardagin 9. juli, felags dansur
verður á skránni, framsýningar, skrúðgonga gjøgnum býin, sangkvøld o. a. Stevnan
endar 16. juli  við hátíðarhaldi.

Fyrireikararnir bjóða gisting á skúla við kosti.

Prísin fyri stevnuna og útferðirnar vita vit ikki enn.

Tilmeldingin til stevnuna skal gerast hjá Nordlek
umboðunum hjá Sláið Ring Trygva Samuelsen og Mariu Kristiansdóttir tlf.
281468/228624 ella á telduposti: trygvi.samuelsen@skulin.fo

Roknast kann við endaligari tilmelding tíðliga í
vár.

Feløg eru vælkomin sjálvi at skipa fyri ferðini til
Ísleik, annars verður skipað fyri felags túri alt eftir, hvussu nógvir
luttakarar verða.

 

Fleiri upplýsingar er at finna á heimasíðuni
www,isdans.is

Onnur tíðindi