Mánadagin 26. Mai byrjaði kvæðakrúsið, tá Norrøna fór av Havnini til Íslands við fleiri hundrað dansarum. Lagið var gott, og øll kendust meir ella minni.
Tað var av allarfagrasta veðri, og fólk samlaðust uppi á sóldekkinum. Har var harmonikaspæl og sangur.
Um kvøldið samlaðust fólk í Saga, har Sámal í Hoygarðinum úr Funningi og Anna Elisa Jacobsen úr Miðvági, hugleiddu um góðar løtur í dansi. Inn ímillum undirhelt RobertMcBirni við sangi og søgum, og tað var ógvuliga stuttligt. Aftaná gekk dansurin lystuliga.
Klokkan 9:00 um morgunin íslendska tíð komu vit til Seydisfjørðin. Veðrið var sera gott, men kalt.
Henda dagin fóru vit útferð við bussi til Neskaupstað. Har vitjaðu vit eitt sjóvinnusavn og fingu ein fyrilestur um føroyingar í Íslandi fyri aldarkiftið 1900.
Aftaná gingu vit runt og hugdu eftir ymiskum. Har vóru nógv amboð, sum teir gomlu sjómennirnir kendu aftur. Á loftinum á savninum vóru fuglar og djór, sum livdu í Ísland.
Um kvøldið helt Turid Sigurdardóttir sera áhugaverdan fyriletur um Kjartan Ólavson. Aftaná skipaði Helga Hermansen Kjartan Ólavson, og tað gekk eisini sera væl.
Mikudagin 28. mai gingu vit túr í Seydisfirði.
Seinnapartin mikudagin hevði Rasmus Joensen ein fyrilestur um Virgarðskvæði og aftaná skipaðu sumbingar Virgarðskvæði, ið gekk ógvuliga væl.
Hósdagin 29. mai komu vit aftur á Havnina í allarbesta veðri.
Til tykkum øll, sum vóru við, takk fyri ein avbera góðan túr.
Anna Elisa Jacobsen, skrivari í Sláið Ring