Kvæðafyrilestur

Deil

Hans Meinhard Djurhuus og Tíðriks søga

Leygardagin 12. september 2020 klokkan 16:00 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri kvæðastevnu í Norðurlandahúsinum – í ár verður vegna støðuna við korona tíverri bert fyrilestur á skránni og ikki dansur.

Rasmus Joensen fer at siga frá um Hans Meinhard Djurhuus, søgu- og kvæðaumhvørvi á Høggeil og um Tíðriks søga.

Hans Meinhard Djurhuus var føddur í Sumba 11. januar 1920, og eru tað sostatt hundrað ár í ár síðani hann var føddur.

Í fyrilestrinum verður sagt frá um Hans Meinhard Djurhuus og grannalagið saman við húsinum á Høggeil, har hann var sum húsfólk. Í hesum serliga umhvørvinum við søgum, sagnum, kvæðum og sangi hevur hann livað mitt í verðini.

Namur sum Hans Meinhard var, hevur hann tikið til sín av øllum hesum, og hevur tað givið honum íblástur til yrkingar og umsetingar.

Eisini verður greitt frá Tíðriks søgu – søguni um Tíðrik av Bern, og vísu og kvæði, sum taka útgangsstøði í brotinum um Stríðið á Bertungslandi.

Hans Meinhard Djurhuus umsetti Tíðriks søgu fyrst í 70-unum og las hana sjálvur upp í Útvarpinum. Ein upplestur og upplesari, sum fleiri munnu minnast.

Tiltakið er ókeypis, men vegna avmarkingar í sambandi við korona er neyðugt at melda seg til tiltakið, sí heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum ella melda til her. Tiltakið verður eisini stroymt, leinki kemur seinni.

Onnur tíðindi