Landsdansistevnan 2010. Hildin í Sandoynni, í Skopun 8.
mai.
Setanarrøðan hjá Vilhelminu Larsen
Gott kvøld góðu dansifólk!
Vælkomin skulu tit vera, bæði oyggjabúgvar
og avoyggjabúgvar.
Tankar mínir fara aftur til mín uppvøkstur
í Skálavík, har føroyski dansurin var í hásæti tá.
So manga dansinátt stóð eg sum smágenta á
senuni í dansistovuni og lýddi á, og sá stovuna vera fulla av dansihugaðum
fólki.
Børnini sluppu ikki uppí eftir klokkan
tíggju, tí tá áttu tey vaksnu dansin.
Hvør maður átti sítt kvæði ella
vísu.
Tá Símin á Brúnni kvæð “Grimmer går på
gulvet” ella Dánjal í Níggjubúðini “Bømmerlandsdronningen” so kvæð alt fólki við
teimum, tí teir áttu vísurnar.
Soleiðis eisini allir hinir v/
Runsivalstríðnum, Tosteins tættum og teimum nógvu kvæðunum, eg
minnist.
Kvinnur vóru ongar, sum skipaðu í
Skálavík. Men í Húsavík, tær systranar Jacobina á Breyt, Hermina á Bø og Anna
Elisabeth á Breyt.
Avbygdafólk kom til Skálavíkar at dansa.
Úr Dali, Húsavík og Skarvanesi komu tey til gongu.
Vestanfólki við bili. Hesi høvdu onnur
kvæði og vísur við sær.
Eg minnist at skopuningar altíð kvóðu
“Kongesøn af Engeland”.
Har á senukantinum sá eg, hvussu tey ymsu
bóru seg at í dansinum. Hvussu skiparin segði frá tí hann kvæð, og arðir vóru
við honum í stríðnum, tá illa stóð til og gleddust, tá væl var
vunnið.
Øll tóku undir í niðurlagnum, tí tað var
tað styðjandi í dansinum.
Farbróður mín Leivur á Trøð segði at
”Ørindi var forteljandi = niðurlagið styðjandi.”
Uppskrift er eingin upp á føroyska dansin,
men nakað er, sum eitur góður dansisigur.
Eitt tað fyrsta er at duga at lurta. Annað
at fylgja skiparanum í tí hann kvøður. Um hann gloymir, leggur burturúr ella
leggur aftrat, sum eg fleiri ferðir havi hoyrt í Dali, skal eigin leggja seg
útí. Hann, sum skipar eigur løtuna, og ger, sum hann vil.
Hvussu harmiligt og skaðiligt var tað
ikki, tá onkur tók av honum, tað elvdi ofta til ófrið.
Dansifeløgini mega hava tað í hugað, at
limir teirra fylgja góðum dansisiði.
Ansað var eftir, at eitt kvæði ikki varð
til fótatraðk. Tað kvæðið, sum hoyrdi til tað og tað húsið ella tann og tann
mannin, varð ikki kvøðið meiri enn einaferð um veturin, ella annan hvønn
vetur.
Leivur á Trøð segði, at hann eitt kvøldi
hevði kvøðið kvæðið um Gunnar á Líðarenda, sum pápi hansara hevði yrkt. Pápin
hevði verið har í nánd og hoyrt til, og tað dámdi pápanum einki, tí hann hevði
kvøðið tað fyrr á vetrinum, og vildi ikki hava tað til fótatraðk.
At eitt dansifelag nú eitur Fótatraðk, er
ein onnur søga.
Føroyski dansurin er eitt av okkara
eyðkennum.
Tað samanhald, sum er í dansiringinum, er
einstakt.
Vit vóru í Svøríki á dansiferð, og skuldu
dansa til eina upptøku, har mikrofonin hekk í miðuni undan loftinum, so vit
dansaðu rundan um hana. Úrsliti var sum at dansa um jólatræð.
Tá kom ein svenskari til mín, og spurdi,
hvat var í vegin, tí hann helt at har var eingin mystikkur, sum hann áður hevði
upplivað í føroyskum dansi, og tað var tí, at har var eingin brotin ringur, vit
høvdu einki samband hvør við annan.
Hvat framtíðin hevur at bjóða vegna
føroyiska dansinum, vita vit ikki.
Men dansifeløgini gera sítt til, at hann
verður varveittur.
At tað verður dansað við børnunum er sera
umráðandi, tað fangar hugin hjá tí einstaka, sum tá kann flyta tað víðari.
Børnini eru glað fyri tær ymsu stevnurnar, bæði burtur og heima, og tey hava
nógv at siga frá, tá heim er komið.
Stuttligt er at fara á dansiferð til tey
ymsu feløgini.
At uppliva tað at fara úr Dali norður til
Haraldsunds at dansa á hávetri, var so serstakt, tá ein hugsar um møguleikan at
ferðast fyrr og nú.
Eg skilji væl dalbingin, sum tosaði
danskt, tá hann kom til Funnings at halda jól. Hann meinti at tað var so langt
burturi, at tey skiltu ikki føroyskt.
Har í norðoyggjum er alt ørvísi enn her á
okkara fløtu og blíðu oyggj.
Fjøllini, kuldin, kavin, ja sjálvt
glerpípurnar vóru ørvísi.
Her hjá okkum vísa tær upp og niður, men
har vísa tær tvørturum, av tí nógva vindinum um húsahornini.
At síggja kend fólk, koma at kenna onnur,
sum bert hava tað í huga at dansa og vera glaður, tað styrkir og lyftir ein upp
frá tí gerandisliga.
So dansifólk.
Sum tey gomlu plagdu at
siga.
Stytti tykkum saman og haldi
á.”
Við hesum sigi eg landsdansistevnuna 2010
at vera setta.