Nordlek 2014

Deil

 

Barnlek
2014



Í døgunum 9. – 12. juli varð Barnlek 2014 hildið í
Gærðabær í Íslandi. Luttakaratalið lá um 900 og av teimum vóru vit uml. 115 úr
Føroyum.

Meginparturin fór við flúgvara tíðliga um morgunin
hin 9., og onkur varð, sum fór við Norrønu.

Vit búðu øll á sama skúla saman við nógvum øðrum ungum
frá hinum londunum. Okkara búðu í somu leingju, summi á ovaru hædd og hini á
niðaru. Vit høvdu soviposa við og luftmadrassur at sova á. Tí mátti byrjast við
at fáa luft í madrassurnar, men tað gekk væl, fingu elektriskar pumpur.

Um kvøldið skuldi setanin verða, so tá vit høvdu
etið morgunmat og funnið plássini, har vit skuldu sova, fóru vit at venja.

Frammanundan eini slíkari stevnu, hava øll londini
valt ein “samdans”, sum øll hini londini eisini hava lært seg, tá tey koma.
Okkara samdansur var: Bjerget ligger langt ud i skoven, og hann kvóðu vit til
setanina. Vit kvóðu hann eisini fleiri ferðir seinni, og tað var sera
hugtakandi at síggja, hvussu væl hini høvdu lisið uppá. Tey funnu skjótt stevið
og orðini dugdu tey eisini.

Tá stevnan varð sett, vórðu fløggini fyrst borin
inn, síðani bjóðaði leiðarin fyri stevnuna øllum vælkomnum og borgarstjórin
setti stevnuna.

Nú fóru luttakarar úr teimum ymsu londunum at vísa teirra
“samdansir”.

Tá øll høvdu víst sínar dansir, varð boðið upp til
ein samansjóðandi dans, har øll fingu høvi at verða við, bæði børn, ung, ommur
og abbar og leiðarar. Tað var ein langur hali, sum buktaði seg um alt gólvið í
teirri stóru høllini.

Nú var setanin liðug, og almenni dansurin byrjaði.
Eitt land skipaði fyri í senn og hini kundu fara uppí. Okkara smæddu seg ikki
burtur, men royndi ar vera við. Tey vóru sera røsk. Tá vit so tóku saman,
gjørdist ringurin sera stórur, tí so nógv komu uppí. Vit fingu stevið og so
varð byrjað, men fyrst søgdu vit nakað um innihaldið í tí, sum vit kvóðu.

Umframt dans vóru eisini útferðir gjørdar. Tað bar
til at velja millum fleiri. Fleiri fóru til Gullfoss, Geysir og Tingvellir. Onnur
fóru runt Reykjanes.

Stevnan endaði leygarkvøldið 12. Tá vóru vit í eini
ríðihøll uttanfyri Garðabær, har bólkar frá øllum londunum dansaðu, síðani sóu
vit reiðfólk á hestbaki. Alt tað endaði við, at Íslendingar takku fyri eina
góða stevnu og Føroyar tók við Tingakrossinum/”budstykket” og tóku yvir
ábyrgdian fyri Barnlek, sum verður í Føroyum í 2017.

 

Rasmus
Joensen

Onnur tíðindi