Ribarferð 2023

Deil

Í 2019 ætlaði Eysturoyar dansifelag at fara eina uttanlandsferð, og semja var um at fara til Danmarkar og til Ribe í juli 2020, tí býurin og Suðurjúlland annars eru søgulig og áhugaverd bæði sum ferðamál og í kvæðasamanhangi. Hjúnini Jens og Marita Dalsgaard tóku á seg at skipa fyri, og alt var til reiðar, tá ið heimurin fór í dvala av heimsfarsóttini, og ferðin var av ongum. Men í 2023 var heimurin komin fyri seg aftur, og 30. juni–9. juli vóru 32 limir í Eysturoyar Dansifelag á ferð í Suðurjúllandi. Vit búðu á DanHostel í Ribe. Sláið Ring stuðlaði dansiferðini, og her er ferðafrásøgn, sum vit hava fingið frá Eysturoyar dansifelagi.

Fríggjadagur 30. juni

Fólk møttu væl uppløgd til bussin við skúlan við Løkin í Runavík og á Sjóvarhøvda á Strondum beint eftir midnátt. Vit vóru í Havn í góðari tíð, har tey seinastu løgdust afturat ferðalagnum, til at fara við Norrønu klokkan 03.30. Tá ið Norröna stevndi av Havnini tveir tímar seinkað, mundu tey flestu liggja í fasta svøvni. Hvør sættaði sær, tá ið tey vaknaðu fyrrapartin. Klokkan 13.30 vandu vit eina løtu í Skansastovu, tí bingo skuldi byrja klokkan 15.00. Venjingin gekk heilt væl, og bingoúrslitið var eisini gott, tí fleiri vunnu nakrar krónur. Um kvøldið bjóðaði felagið buffet í Skansastovu. Ein lítil fløkja var í, men alt spældi væl av, og øll vóru mett og væl sett, tá ið ferðalagið skipaði føroyska dansin uttan fyri matstovuna. Tað var kvøðið lætt og stutt, og undirtøkan var sera góð.

Leygardagur 1. juli

Frá Hirtshals hildu vit leiðina suður ígjøgnum Jylland klokkan um leið klokkan 13.00. Í bussinum segði Jóannes frá um Magnus Heinason, um hansara lív og fløkjur og klandur við Valkendorf, sum endaði við, at Magnus varð hálshøgdur við svørði. Tað var stór tign, tí tað vóru einans aðalsmenn, sum fingu tann ivasama heiðurin. Sloyfan á hesum søguliga partinum endaði inni kirkjuni í Ørslev kloster. Magnus varð hálshøgdur í Keypmannahavn, men góði vinur hansara Hans Lindenov flutti líkið til Ørslev kleystur, har Magnus liggur grivin frammi í kór í kirkjuni. Síðan helt leiðin fram til Ribe, har vit komu á nátturðatíð. Dagurin endaði við góðum felagsdøgurða, dansivenjing og stuttum spákingar-túri í miðbýnum í Ribe.

Sunnudagur 2. juli

Yvirskriftin til dagin var rúnarsteinarnir í Jelling. Dagurin byrjaði við kirkjugongd við altargongd klokkan 10.00 í tignarligu Ribe dómkirkju. Vit vóru stásklødd og tey, sum kundu, vóru í føroyskum klæðum.

Síðan varð kósin sett ímóti Kongernes Jelling, sum er á listanum hjá UNESCO. Vit byrjaðu við at dansa inni í móttøkuni á savninum. Fitt av áskoðarum var, og fleiri komu uppí. Matpakkin varð etin uttandura. Aftaná var ein geitað frásøgn um Jellingasteinarnar og um, hvussu Harald Blátonn kristnaði Danmark. Eisini vitjaðu vit inni í kirkjuni, sum var restaurerað í 2020.

Komin aftur á DanHostel var døgurðin til reiðar: kamsteik og pannukøkur við ísi omaná. Aftaná var dansivenjing.

Veðrið hevur ikki verið nakað serligt. Keðiliga føroyska summarveðrið fylgir okkum, sum í dag hevði við sær, at vit dansaðu innandura í Jelling í ístaðin fyri uttandura. Í morgin er eisini broyting í skránni, tí veðrið hevur við sær, løtan millum flóð og fjøru eru so stutt, at ikki er farandi út á Mandø, sum ætlað. Tann túrurin verður ístaðin fríggjadagin.
Í morgin er ein vitjan á Vadehavscenteret sett á skránna ístaðin.

Mánadagur 3. juli

Klokkan 9.30 vóru øll ferðabúgvin og til reiðar at fara í bussin, sum skuldi koyra okkum til Vadehavssentrið. Hetta er eitt nýmótans savn, sum var bygt í 2010. Framsýningin, Trækfuglenes Vadehav, sum lýsir sera væl hesa heilt serligu náttúruna, kom á listan hjá UNESCO í 2014. Økið er stórt, 800 km langt og 8000 km2 stórt. Veður og vindur hava sera stóra ávirkan á økið, har partar av lendinum eru undir vatnskorpuni, tá ið fløðir, og stormar og flóðaldur hava gjørt sítt til, at økið broytist nógv. Hetta verður sera væl lýst við nýmótans tøkni. Eisini verða liviumstøðurnar væl lýstar, áðrenn verjugarðarnir vóru bygdir fram við suðurjútsku strondini, eins og djóramargfeldni í økinum verður sera væl lýst. Eitt sera áhugavert og nýmótast savn, sum er vert at vitja eina ferð afturat.

Á heimleiðini greiddi Jens stutt frá Ribarhús, sum stóð á Slotsbankanum, sum vit koyrdu framvið. Ivaleyst spákar sær onkur sær ein túr á staðið, áðrenn vit fara heim, og onki er at ivast í, at trivið verður í nøkur ørindi av Dronning Dagmar og Der går dans på Ribergade. Komin aftur beint eftir middag keyptu fólk sær ein bita hugdu seg um í Ribe.

Klokkan 16.00 dansaðu vit á torginum í býnum. Fleiri grov æl høvdu verið fyrrapartin, men tað bilti ikki, ímeðan vit dansaðu. Restina av degnum var frí. Um kvøldið savnaðust vit í hugnaligu stovuni við kortspæli og práti. Í morgin er geitaður túrur í Ribe fyrrapartin, og seinnapartin ger hvør, sum sær sjálvum líkar.

Týsdagur 4. juli

Klokkan 9.30 vóru øll til reiðar, og vit spákaðu oman á býartorgið at bíða eftir frásøgumanninum, men hann bíðaði eftir okkum við DanHostel. Tað fløkjuna greiddi Marita skjótt, og tá ið klokkan var farin av 10, var hann komin oman til okkara.
Túrurin byrjaði við dómkirkjuna, har vit fingu frágreiðing um kirkjuna og kirkjubyggingina. Ætlanin var at fara inn í kirkjuna, men har var konsert. Í steðginum á torginum hoyrdu vit m.a. um Hotel Dagmar, sum er elsta hotell í Danmark. Aftaná gekk leiðin inn á Grønnegade. Har greiddi okkara frásøgumaður frá bygningum, ymsum merkjum og hornasteinum á húsahornunum, sum vóru settir sum verja, soleiðis at hestavognarnir ikki sneiddu húsahornini av í ferðini. Síðan gekk leiðin oman til Ribe á. Vit hoyrdu um hennara týdning og leiklut í, at Ribe vaks frá einum marknaði til at vera ein býur. Vit steðgaðu við Stormflodssøjlen, sum vísir vatnstøðuna í ymsum ódnarflóðum. Ódnarflóðin í 1734 var tann ógvuligasta og var 4 metrar oman fyri miðal-vatnstøðu. Høvdu verjugarðarnir fram við jútsku suðurstrondini ikki verið bygdir og hildið, hevði staðið sera illa til í tiltikna ódnarstorminum 3. des 1999. Vit hoyrdu eisini um piratar, sum vórðu hálshøgdir og høvdini vóru sett á pelar á Hovedengen hinumegin ánna, harav navnið. Síðan fóru vit inn Sct. Catharinækirkjuna. Vitjanin var stutt, tí jarðarferð skuldi vera í kirkjuni eina løtu seinni. Inni í kirkjuni sungu vit “Upp alt, ið Harrin hevur gjørt,” sum Brorson yrkti, hann var biskoppur í Ribe í eini 20 ár. Ein lítil steðgur var við ráðhúsið, sum er minst 500 ára gamalt og er elsta ráðhús í Danmark. Tað var ráðhús og dómhús, til Ribe kommuna varð løgd saman við Esbjerg kommunu í 2007.

Vit endaðu rundferðina við standmyndina av Ansgari, sum kristnaði danir, og inni í savninum
við útgrevstrinum, sum vísir elsta kirkjugarðin í Danmark, sum er frá umleið 885 e.Kr. Útgrevsturin vísir eisini kleysturgrundina, sum var bústaður hjá 15-20 handverkarum, sum vóru við til at byggja ta fyrstu kirkjuna í Ribe.

Seinnapartin gjørdu fólk tað, tey høvdu hug til. Summi spákaðu sær ein túr, nøkur hvíldu, og onnur lótu gjaldskortið nerta við gjaldsterminalar. Nøkur fóru upp í tornið í dómkirkjuni, og ein bólkur fór niðan á Slotsbankan, har Ribarhús stóð, sum Drotning Dagmar helt til í, og har hon doyði í 1215. Søgnin sigur, at Valdemar Sigur, maður hennara fekk boðini um, at hon lá til tað síðsta, og hann skundaði sær heim úr Skanderborg og náddi at sita við hennara lið, tá ið hon doyði.

Á heygnum er ein vøkur standmynd av drotning Dagmar. Bólkurin sló ring og kvóð bæði Dronning Dagmar og Der går dans på Ribergade á staðnum.

Dagurin endaði við hugnaløtu og kortspæli í barnaspælirúminum í okkara tilhaldi.
Í morgin er Christiansfeld á skránni. Hetta er ein sera áhugaverdur býur við síni sera áhugaverdu býarskipan. Veðurforsøgnin boðar frá regni og vindi, so tað ræður um at lata seg í eftir veðrinum.

Mikudagur 5. juli

Veðurforsøgnin vísti seg at halda. Tað regnaði av grimd allan dagin við nøkrum fáum ælaslitum. Bussførarin setti kósina ímóti Christiansfeld, tá ið øll vóru komin í bussin beint eftir klokkan níggju. Túrurin tók knappan tíma. Yvirskriftin fyri túrin var tann parturin av Christiansfeld, sum er knýttur at Brødremeningheden, og sum er á listanum hjá UNESCO. Vit vóru býtt í tveir bólkar, sum gingu ávikavist ein stuttan og ein longri túr.

Christiansfeld var grundlagdur í 1773 – 1885. Stovnarin av Unitas Fratrum (Brødremenigheden) Grev Zinzendorf var á vitjan í Keypmannahavn í 1731. Við íblástri frá Struense gav Christian VII meinigheitini eitt øki í Suðurjútlandi, og tey skipaðu seg við egnari býarskipan við øllum tí, sum hoyrir til eitt býarsamfelag, m.a. handverkarum, heilsuverki og skúla. Eitt eyðkenni við meinigheitini er, at hon hevur fasta skipan fyri lívið. Nøkur av orðunum eru felagsskapur, missión og dogmatisk pragmatisma. Nógvir bygningar eru varðveittir og eru í upprunalíki uttan.

Fyrsti steðgur var við standmyndina til minnis um sameiningina í 1920 við sunnasta partin av Danmark. Annar steðgur var inni í kirkjugarðinum, sum tey nevna Gudsakur (Gudsager). Hann er skipaður á tann hátt, at kvinnugravirnar eru norðaru megin, og mansgravirnar eru sunnaru megin við einari gøtu mitt ígjøgnum garðin. Gravsteinarnir liggja niðri, og einans navn, føði- og deyðadagur standa á steininum, og gravirnar verða ikki niðurlagdar.
Vit gingu eisini fram við ymiskum verkstøðum og áhugaverdum bygningum. Síðan var ein steðgur í einum urtagarði. Hetta er ein nýggjur urtagarður, men sum er skipaður eftir fyriskriftunum hjá Comenius, sum vóru, at ein urtagarður skal vera bæði til hvíld og nyttu. Hvør familjueind hevði sín urtagarð og hann skuldi nøkta tørvin hjá familjunum við frukt og grønmeti.

Vit hoyrdu eisini um skúlaverkið, at bæði gentur og dreingir gingu í skúla. Eisini vóru kostskúlar – ein dreingjakostskúli og ein gentukostskúli. Grundtankin var, at búgva børnini og tey ungu út til at vera før fyri at klára seg væl og nema sær eina útbúgving, um tey høvdu hug til tað. Tey ríku guldu fyri at ganga í skúla, og tey fátæku guldu lítið ella onki. Vit vóru eisini inni í kirkjuni, sum er ógvuliga nakin innan. Hon er hvítmálað, har er onki kór, ongin doypifuntur og ongin prædikustólur. Dópsfatið verður einans tikið fram til dóp. Skipanin er eins og tað var í føroysku kirkjunum fyrr, kvinnurnar sita vinstrumegin og menninir høgrumegin, men børnini sita á fremsta bonki. Eisini hava tey ta siðvenjuna, kistan verður ikki borin inn í kirkjuna, tí at kirkjan er til tey livandi. Kransar og blómur koma heldur ikki inn í kirkjuna. Vit sungu “Harra Gud títt dýra navn og æra” inni í kirkjuni. Vit endaðu túrin við einum drekkamunni á café við teimum vælkendu honningkakunum afturvið.

Miðmálin var etin á einari matstovu á leiðini til Dybbøl mølle, har vit hugdu okkum um á økinum og inni í mylluni, sum var bygd uppaftur seinastu ferð eftir ein eldsbruna í 1935. Hon var virkin sum mylla fram til 1990. Søgan hjá økinum og mylluni er sera áhugaverd, tí tey hava mangan verið í brennideplinum í marknakríggi við londini sunnan-fyri. Nøkur kvóðu nøkur ørindi av Prins Christian á kraganum á Dybbøl mølle.

Síðan varð kósin sett ímóti Als og Sønderborg. Ætlanin var at fara at hyggja at Sønderborg slotti, at spáka í Sønderborg og at eta í hesum hugnaliga býi. Men nú regnaði av grimd, og vindurin var so nógv vaksin, at vit fóru til hús, har fólk fingu sær okkurt niðurum og hvíldu. Seinni um kvøldið var veðrið batnað so mikið, at nøkur fóru túrin við vektaranum í Ribe. Í morgin er frídagur.

Hósdagur 6. juli

Nú var summarveðrið komið, og gott høvi var hjá fólki at taka sær av løttum og njóta dagin. Møguleiki var at fara til Esbjerg við bussinum, ella koyra út til Kamarslúsuna, sum regulerar vatnstandin í Ribe á. Fleiri tóku av tilboðunum, onkur vitjaði familju ella kenningar, og onnur vitjaður framsýningar og spákaðu sær ein túr afturat í hesum sera áhugaverda og hugnaliga býi.

Í morgin er útferðin út á Mandø, sum skuldi vera mánadagin, á skránni.

Fríggjadagur 7. juli

Dagurin upprann við fagrasta summarveðri, so fyri fyrstu ferð var neyðugt at taka sólbrillur, sólhatt og sólkrem fram.

Vit fóru frá húsum í góðari tíð, tí einasta farleið út á Mandø er eftir einum vegi, sum einans er koyrandi eftir á fullari fjøru. Vit koyrdu við Mandøbussinum út á oynna. Mandø er ein lítil sjóvarfalsoyggj, sum liggur ímillum Fanø og Rømø. Tær báðar eru ríkar, meðan Mandø er fátøk.

Úti á Mandø tók geitin ímóti okkum. Hann eitur Preben og hevur búð alt lívið á oynni. Hann var sera fryntligur og dugdi sera væl at siga frá og kryddaði við nógvum stuttligum og áhugaverdum søgum. Hann segði frá lívinum fyrr og nú. Mesta fólkatalið hevði verið 280 fólk. Nú eru einans 27 fastbúgvandi fólk á oynni.

Vit vóru inni í kirkjuni, og vit vóru á strondini og sóu stormflóðssúluna, sum er nýggj. Hon er ein gáva frá einum týskum pari, sum hevur verið nógv á oynni.

Eitt tað mest áhugaverda hjá okkum kvøðarum var at síggja steinin, sum er reistur drotning Dagmar til minnis um, tá ið hon steig á land. Sjálvandi kvóðu vit vísuna um Drotning Dagmar á staðnum. Hetta var ein stórbær løta, og sjáldan hevur henda vísa gingið betri.

Vit ótu eina máltíð á matstovuni, sum frásøgumaðurin rak saman við konuni. Tey høvdu eisini handilin, og stóðu eisini fyri ferðafólkaflutninginum til og frá oynni.

Tá ið vit koyrdu inn aftur á fastlandið fløddi, og bussurin koyrdi eftir einari rás, sum var merkt av við stabbum.

Á Mandø høvdu vit ein herligan dag – langan dag – tí tað var so væl sjógvað.

Seinni um kvøldið var fráfaringardøgurði á DanHostel við góðum mati og hugna. Vit fingu tátt frá Jóannesi, og Doris skipaði fyri einari spurnakapping um føroyskar bygdir. Eitt stak hugnaligt kvøld.

Í morgin er fráfaringardagur. Vit byrja at koyra ímóti Hanstholm klokkan 8.30, og Norröna leggur leiðina ímóti Føroyum klokkan 15.30. Seint sunnukvøldið eru vit aftur í Føroyum.

Leygardagur 8. juli

Túrurin heim við Norrönu var góður. Fólk hugnaðu sær saman og hvør sær. Um kvøldið dansaðu vit eina løtu uttan fyri Skansastovu. Joen Carl legði fyri við Flóvin Bænadiktsson.

Sunnudagur 9. juli

Klokkan 22.30 legði Norröna at bryggju í Havn. Okkara trúfasti bussførari koyrdi inn á Strendur og til Runavíkar. Vit endaðu hesa frálíku ferð við at syngja “Nú dagurin at enda er” í Eysturoyartunlinum.

Ein framúr ferð er komin at enda, sum bæði var stuttlig, áhugaverd og søgulig.

Eysturoyar Dansifelag takkar øllum, sum stuðlaðu ferðini.

Takk fyri túrin.

Pálin Olsen skrivaði.

Onnur tíðindi