Leygardagin 24. mai 2025 kl. 11-18 ger KvF í samstarvi við Sláið Ring sjónvarpsupptøkur í Sjónleikarhúsinum. Í alt 10 dansifeløg luttaka: Tøkum lætt, Dansifelagið í Havn, Dansifelagið á Látrinum, Leikum Fagurt, Stígum Fast, Ung í Dansi, Vága dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Eysturoyar dansifelag og Klaksvíkar dansifelag. Vit hava ein ella tveir skiparar úr hvørjum felag, og teirra egna felag verður sjálvsagt høvuðsgarantur fyri góðari undirtøku, men í ár verða upptøkurnar skipaðar soleiðis, at øll kunnu dansa við øllum. Talan er um so drúgvar upptøkur, at eingin kann dansa allatíðina, so tí verður eisini møguleiki at hvíla seg í øðrum hølum, fáa ein drekkamun o.t.
Kvæðini og vísurnar verða:
- Ólavur Riddararós, Birgir Djurhuus skipar
 - Hafburd konge og Sivard konge, Rasmus A. Joensen skipar
 - Ribbolt er en grevesøn, Kristian Jacobsen skipar
 - Stærke Tidrik, Jóngerð Midjord skipar
 - Grindavísan, Róald Johannesen skipar
 - Ved Kristiansand, Svanna Olsen skipar
 - Fípan Fagra, Arnjohn Hvítklett skipar
 - Kópa kvæði, Ingi Birgisson Davidsen skipar
 - Frunta táttur, Anfinn Johannesen skipar
 - Viljorm kornus, Jónleif Johannesen skipar
 - Bøhmerlands dronningen, Jóna Danielsen skipar
 - Regin smiður, Óli R. á Geilini skipar
 - Bróka táttur, Hendrik Egholm skipar
 - Ormurin langi, Heini Holm skipar
 
Aftaná upptøkurnar verður ein nátturðabiti at fáa, og møguleiki er sjálvandi at fara upp á gólv aftaná, um orka enn er til tess.
Niðanfyri kann teksturin til upptøkurnar takast niður.