Sjónvarpsupptøkurnar 25. mai 2019

Deil

Tey eru ófør har norðuri í Klaksvík. Í trý ár hava tey tikið sær av fýra stórum tiltøkum føroyskum dansi at frama: landsdansistevnu í 2016, Barnlek, sum riggaði stak væl í 2017 og so barnadansistevnu í apríl og nú upptøkum til sjónvarpið í maj – bara ein mánaður ímillum. So tey gera sína herskyldu fyri føroyskan dans bæði væl og virðiliga.

Klaksvíkin hevur so nógv bestu umstøðurnar til tílík tiltøk, tí alt er so tætt saman í miðbýnum. Og so Skálin – hetta frálíka húsið, sum Klaksvíkar dansifelag eigur – tikið í brúk 1988 og nýliga gjørt í stand fyri ½ millión.

Tað eru Kringvarpið og Sláið Ring, sum skipa fyri upptøkunum í felag. Tey býta eisini útreiðslurnar av tiltakinum sínámillum. Jóhann Mortensen í Kringvarpinum hevur í áravís skipað fyri útvarpssendingini dansival, og saman við formanninum í Sláið Ring samskipaði hann eisini sjónvarpsupptøkuna leygardagin fyri Kringvarpið. Fyriskipararnir og ikki minst upptøkufólkini hjá Kringvarpinum høvdu ein langan og strævnan dag leygardagin, umframt at tey høvdu riggað til fríggjakvøldið.

Feløgini, sum høvdu meldað seg til at taka upp, hava øll vant tað, sum tey skuldu kvøða leygardagin. Av tí at øll – bæði Kringvarpið og tey, sum hava staðið fyri vegna Sláið Ring – høvdu gjørt heimaarbeiðið til lítar, so helt tíðarætlanin heilt væl. Tað er væl klárað fyri so nógvar tímar. Børn og ung dansaðu dansispøl, meðan Ung í Dansi, Klaksvíkar dansifelag, Vága dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Eysturoyar dansifelag, Leikum Fagurt og Stígum Fast í felag dansaðu vanligan føroyskan dans. Dansifelagið í Havn, Tøkum Lætt og Dansifelagið á Látrinum høvdu eisini meldað seg til upptøku, men tað bar ikki til. Tí so hevði dagurin hjá upptøkutoyminum blivið ov langur. Ætlanin er, at hesi feløgini fara at taka upp í Hornahúsinum onkuntíð í vetur.

Umframt at skipa, so skulu skipararnir eisini fortelja eitt sindur um vísuna/kvæðið, sum tey kvøða. Eg eri altíð fjálturstungin, tá eg skal siga okkurt í eina mikrofon. Men hesin ungi maðurin, sum tók upp fyri Kringvarpið, hevði eina atferð, sum gjørdi, at fjáltrið hvarv sum døgg fyri sól. So vit sluppu frá at taka hetta upp meir enn eina ferð.

Vit plaga at biðja tey, sum koma at dansa til upptøku, um at fara í føroysk klæðir, og tað gjørdu tey allarflestu. Hjá okkum í Eysturoyar dansifelag vóru øll í føroyskum klæðum uttan tvey, sum vóru í grønlendskum tjóðbúna.

Tá upptøkurnar vóru lidnar, fingu øll døgurða í Tekniska skúla. Magni Garðalíð, sum eigur fyritøkuna ”Viljin”, gjørdi matin. Aftaná var almennur føroyskur dansur í Skálanum, og tað gekk av tí allarbesta. Har fingu vit eisini kaffi og køku.

Á fínu lagkøkunum, sum Eysturoyar dansifelag lat til tiltakið stóð:

Leikum fagurt á foldum,
ongin treður dansin undir moldum.

Tað skulu vit leggja okkum í geyma.

Ein góður dagur føroyskum dansi at frama.

Kathrina, Eysturoyar dansifelag

Onnur tíðindi