Tíðindaskriv frá Sláið Ring

Deil

 

Í
sambandi við at føroyskur dansur er komin á etikettina á nýggjum
rúsdrekka, loyvir Sláið Ring sær at koma við nøkrum viðmerkingum.




Tíðindaskriv frá Sláið Ring –
landsfelag føroyskum dansi at frama.

 

Í sambandi við at føroyskur
dansur er komin á etikettina á nýggjum rúsdrekka, loyvir Sláið Ring sær at koma
við nøkrum viðmerkingum.

 

Sláið Ring dámar sera væl, tá ið
føroyskur dansur verður brúktur í sambandi við tað, ið føroyskt er. Kemur ein
orðabók, skúlabók, sangbók, fløga, ferðavinnubók og líknandi út við dansinum á,
frøðast vit almikið. Tað er so upplagt, at føroyski dansurin og kvæðamentanin
verða brúkt at vísa eitt sereyðkenni úr landi okkara.

 

Hinvegin síggja vit als ikki
sambandið millum rúsdrekka og føroyskan dans, annað enn at í vertskapi eru bæði
umboðað.

 

Limafeløgini í Sláið Ring eru 16
í tali. Flestu teirra dansa hvørja viku frá heystinum og til føstulávint.
Ongastaðni er rúsdrekka partur av dansinum.

 

Hava feløg veitslur, tað verið
seg fótbólts-, hondbólts-, kappróðrar- og dansifeløg, er øðrvísi. Tá kann rúsdrekka vera við sum partur av veitsluni. Hetta er
galdandi fyri flestu feløg og tí ikki serstakt fyri
dansifeløg.

 

Í meir enn hálva øld hava
dansifeløgini hildið rúsdrekka burtur frá dansinum í feløgunum. Sláið Ring vil
taka frástøðu frá, at fólk við peningaligum áhugamálum royna at tvinna dansin og
rúsdrekka saman.

 

Føroyskur dansur er nógv bestur
við edrúum fólki. Tað skuldi verið hvørs manns vitan. At hetta verður misskilt
av fólki, vísir betur enn nógv annað, hvussu ósjónligur dansurin er millum
manna, og hvussu lítla vitan nógv hava um føroyska dansin.

 

Sláið Ring vil við hesum heita á
okkum øll, ikki minst Kringvarpið og aðrar miðlar, dansifeløg og Mentamálaráðið:
Latið okkum varpa ljós á sermentan okkara. Tað er ósømiligt, at kvæðamentanin í
hesum upplýsingartíðum skal verða so mistulkað.

 

Sláið Ring – landsfelag føroyskum
dansi at frama.

Onnur tíðindi