Tilmelding til Barnlek

Deil

Nú er tilmelding til Barnlek 2020 í Mölnlycke opin. Fyri at melda til skulu tit kontakta ein av fylgjandi kontaktpersónum:

Síðani fáa tit eitt leinki frá viðkomandi til at melda tykkum til sum luttakari hjá viðkomandi dansifelagi.

Um onkur ikki hoyrir til nakað av hesum feløgum, so kunnu tit kontakta Gunnar Restorff (tlf. 292563 ella gunnarr@setur.fo), so finna vit útav at tit luttaka sum partur av einum av nevndu feløgum.

Vegleiðing til tilmelding

Síða 1

Her skulu tit fylla inn fornavn, eftirnavn og teldupost hjá luttakaranum.

Síða 2

Her skulu tit fylla inn bústað, telefon, kyn og føðingardag hjá luttakaranum. Tit velja sjálvandi Färöarna sum land, um tit búgva í Føroyum (tey, sum hava meldað til áðrenn Føroyar kom á listan, skulu einki gera við tað).

Síða 3

Her er nógv at fylla út. Alt eftir hvat verður krossað av, so koma nøkur eyka felt at fylla út. Her verða høvuðsyvirskriftirnar viðgjørdar.

Jag anmäler mig som:

Her skulu tit velja eitt ella fleiri av dansare, ledare, språkambassabör og/ella other.

  • Dansare: Øll børn/ung millum 8 og 16 skulu melda seg sum dansare. Um onkur er nakað undir ella yvir hetta markið, men ætla sær at vera aktiv í dansunum, so kunnu tit eisini fylla hetta út.
  • Ledare: Tey sum eru eldri enn 16 kunnu virka sum hjálparleiðarar – um so er, so verður hetta fylt út.
  • Språkambassadör: Hetta eru vanliga vaksin fólk, ið vilja hjálpa børnum at týða millum nøkur av málunum svenskt, danskt, finskt, íslendskt, norskt, enskt, føroyskt og/ella grønlendskt (og møgulig onnur mál). So fær viðkomandi eitt serligt spjaldur, so børn síggja, at til ber at heita á hesi um hjálp at týða millum ávís mál. Vit vilja heita á vaksin, ið halda seg til týða millum mál og ikki hava ov nógvar aðrar uppgávur, um at melda seg.
  • Other: Her ber til at skriva annað, t.d. foreldur, ommur, abbar ella systkin, ið eru ov ung at dansa.

Tillsammans i Norden:

Hetta er fyri ung fødd millum 2003 og 2007. Her skulu nøkur hava eina dansiframførslu av fólkadansum til endahátíðina leygarkvøldið. Hetta krevur venjingar 2 ferðir hósdag, 2 ferðir fríggjadag umframt aðalroynd leygardag og sjálvandi framførslu leygarkvøldið. Um onkur tímir serliga væl fólkadans ella at spæla fólkatónleik, so er hetta ein møguleiki – men gevið gætur, at hetta sjálvandi kann ávirka møguleikar hjá viðkomandi at luttaka í øðrum aktivitetum, tí til ber bert at vera á einum staði í senn 🙂 Lesið meiri her: Tillsammans i Norden.

Logi:

  • Önskar logi innan BARNLEK 2020 startar: Her skulu tey flestu velja “2 extra nätter” (um tit koma til Mölnlycke mánadagin 13. juli). Summi koma tó t.d. týsdag, tí tey koma við Norrönu, so skulu tey sjálvandi velja 1 eyka nátt.
  • Önskar hyra luftmadrass: Um tit ikki hava egna madrass ella líknandi, so kunnu tit leiga luftmadrassu. Av royndum hevur tað víst seg, at vera eitt gott hugskot at taka eitt faconlak við, tí so er behagiligari at liggja á madrassunum og tær larma minni. Vit hava í prísinum gingið út frá at fólk leiga luftmadrassu.
  • Önskar hyra kudde och täcke: Tit kunnu leiga kodda og dýnu, men so skulu tit vistnokk hava seingjarklæði við sjálvi. Vit hava í prísinum gingið út frá, at fólk hava soviposa við, men tit kunnu sjálvandi leiga kodda og dýnu, um tit ynskja tað – tað kostar 100 svenskar krónur eyka.

Måltider:

  • Behöver du specialkost? Her kunnu tit siga frá, um tit hava tørv á serligum mati.
  • Önskemål av måltider innan BARNLEK 2020: Her vilja vit ráða øllum føroyingum, sum koma áðrenn stevnan byrjar mikudagin at siga Ja. Tey, sum koma við felags bussinum mánadagin skulu síðani velja (tey sum koma seinni, velja sjálvandi tilsvarandi minni):
    • Måndag – Middag (nátturði)
    • Tisdag – Frukost (morgunmatur)
    • Tisdag – Lunch (døgurði/frokost)
    • Tisdag – Middag (nátturði)
    • Onsdag – Frukost (morgunmatur)

BARNLEK 2020-artiklar:

  • Storlek på T-shirt: Ein Barnlek 2020 T-shirt er við í stevnugjaldinum. Vegleiðing um støddir við meiri finst her: Barnlek 2020 produkter. Gevið gætur, at har er ein støddarvegleiðing til børn (måttlista barnstorlekar), ein til menn (måttlista herrstorlekar) og ein til kvinnur (måttlista damstorlekar).
  • Onnur produkt: Til ber at keypa/bíleggja eyka T-shirts, keppar, vatndunkar, termokrúss. Hetta er ikki við í prísinum, og kemur omaná.

Allergi: Um allergi ella onnur ting eru, ið fyriskiparar eiga at vita um og møguliga taka atlit til, so kunnu skriva hetta her.

Síða 4

Her kunnu tit skriva einhvørja viðmerking til skrásetingina, eisini kunnu tit skriva ein eyka teldupost inn, um tit vilja hava bíleggingina senda til tveir ymsar teldupostar.

Onnur tíðindi