Eftir ynski frá aðalfundinum hjá Sláið Ring verður við hesum kallað inn til umboðsráðsfund 
LEYGARDAGIN 16. MARS 2019, KL. 12:00 Í U407 Í SJÓVINNUHÚSINUM Á VESTARU BRYGGJU Í HAVN
Á skránni er sjálvandi fyrst og fremst eftirmeting, men eisini onnur mál frá nevndini eru sett á skrá til umrøðu: 
- Eftirmeting av dansivetrinum
 - Endurskoðan av reglugerð fyri stuðulsveiting
 - Eftirmeting av ‘Ung í Dansi’ (m.a. fáa staðfest nærri, hvussu felagið stendur í mun til Sláið Ring)
 - Kunning um komandi landsdansistevnuna á Eiði
 - Kunning og prát um næstu landsdansistevnu aftaná Eiði
 - Kunning um upptøkur við Kringvarpinum
 - Kunning um nýggju heimasíðuna
 - Kunning um arbeiðið við UNESCO
 - Barnlek 2020
 - Ymiskt
 
Sum vanligt bjóða vit ein bita eisini. Úthurðin er vanliga stongd í vikuskiftum, so um tit ikki sleppa inn, so kunnu tit ringja til Gunnar á tlf. 292563.